Fjarðbúgvin - 30.08.1974, Side 6
FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 1974.
SÍÐA 6
Frágreiðing frá løgmanni 1974
Framhald frá sfðsta blað
Samferðslumál
Útbyggingin, sum farnu fýra
árini er hend á samferðsluøki-
num, er nógv umrødd, og skal eg
tí bert gera fáar viðmerkingar.
Tað er einki øki í landinum,
har ikki stórbyggingar eru
framdar, men kortini er tað eins
og menn í teim ymsu økjunum
hava lyndi til at fýlast á, at ikki
allir átrokandi spumingar júst
um teirra leiðir vórðu loystir.
Hann, sum veit, at hetta
kundi bert verið hertt, um virk-
semið í øllum øðrum økjum varð
niðurlagt, má sanna enska orða-
takið:
»Atfinningin er amboðið,
ið virkar betri, meira
óhvast tað gerst«.
Kortini hugsi eg, at flestu
mugu ásanna, at valla kundi
meira verið framt ísenn, og at
tað er rímuligt at útbyggja um
alt landið heldur enn at loysa
spumingamar øki fyri øki.
Landsstýrið hevur verið fyri
atfinningum fyri ovnýtslu í
samband við allar tær bygging-
ar, farið er undir sambært ynski
og krav tingsins, og serliga fyri,
at peningurin er fingin av likvid-
iteti landskassans heldur enn av
dýrum lánum.
Um hetta er at siga, at
kanningar, sum seinasta árið eru
gjørdar viðvíkjandi virksemi
lands verkfrøðingsstovnsins,
sýna^ at ov lítið av peningi hevur
verið játtað til tey mongu ar-
beiði, ynski hevur verið um.
Tørvandi projekteringsorka og
príshækkanir eins væl og øll
ávísingarskipanin viðvíkjandi
útgjaldingum hava gjørt, at ikki
hevur verið møguligt fyrr enn
fíggjarárið leið mót endanum at
fáa kunnleika um hesi yvirtrekk.
Stig em nú tikin til at broyta
mannagondina, so varskó verða
givin í góðari tíð, áðrenn ætlan-
inar eru útfyltar, og betri stýr-
ing tí kann fáast á útbygging-
ina, men kanningin hevur sam-
stundis víst, at skulu hesi
mongu arbeiði halda fram í sama
mun sum nú, má munandi meira
játtast, ella lániheimildimar
økjast.
Mær kemur fyri, at tað er
skilagott, um orkan kann fáast
til vega, at loysa so mikið av
uppgávum, sum møguligt er
uttan at nerva vinnulívið ann-
ars, tí eitt minkað peningavirði
ger tað truplari framyvir at fara
undir stórverk, og mong mong
arbeiði liggja enn á láni til
komandi tíðir.
Men útbyggingarrøðin og
skjótleikin er so ein politiskur
spumingur.
Sambindingin av bygdum,
oyggjum og økjum heldur
annars fram sambært vegaætl-
anina, kend var longu í 1969, og
harútyvir em stórarbeiðini við
tunnil í Eysturoy og sambandið
um Hvannasund tikin við.
Undir seinastu fíggjarlógar-
viðgerð vórðu atbeiðini gjølla
umrødd, og skal eg tí ikki taka
tey hvørt sær, bert nevna, at við
øktu bilferðsluni gerast krøvini
til góðskuna, breiddina, upp-
merkingina og ferðslutrygdar-
tiltøk munandi størri, eins og
neyðugt verður við fleiri ferjú-
legum. Alt hetta ger samlaðu
útbyggingina munandi dýrari.
Stórleikin av byggingunum
setur eisini krøv til grótbrot,
maskinamboð, verkstaðir og as-
faltverk.
í farnu tingsetu var samtykt
fimm ára ætlan fyri útbygging
av smærri bygdahavnum. Hugsi
hendan kemur at loysa ein ver-
unligan tørv, og hugsi upp-
hæddin svarar rættuliga væl til
tørvin, koma ikki príshækkanir
at kollvelta metingar á so mong-
um samfelagsøki.
ískoytið til størru havnaætl-
anina var nokk í teprara lagi, so
sum tey projektir, talan er um at
byggja, síggja út, og soleiðis
sum príshækkingamar hava
verið, men upphæddin uppá 36
mill. kr. var so tað, ein helt seg
kunna fara undir við tí býti,
byrðamar hava nú.
Beri ótta fyri, at vit um nøkur
ár einaferð enn koma at taka
hesa 5 ára ætlan til viðgerðar.
Strandferðslan
hevur støðugt vaksið um virk-
semið sítt, og røkkur hon oftari
og longri enn fyrr. Vaksandi
ferðastreymurin hevur borið í
sær, at hetta hevur verið gjørligt
uttan týðandi hækkingar av
rakstrarhallinum.
Havi hug at viðmerkja, at tað
er harmuligt, tá leysasøgur
ganga, tær em jú sum eggið.
Klakt fær tað veingir.
Tað skuldi verið óneyðugt at
sagt, at óheftur stovnur borgar
fyri trygdini innan allan skipa-
rasktur, tí hava sjálvandi eisini
øll skip strandferðslunnar góðan
stabilitet.
Skrivað hevur verið um iva
hesum viðvíkjandi, her kann
eingin ivi vera, tí slíkt roknar ein
seg fram til.
Sum aðrir landsstovnar, so
hevur eisini strandferðslan verið
kannað til tess at finna fram til
ein rakstur, sum meira svarar til
nútíðina, og har tolulig jávnvág
er ímillum teir fyrimunir borg-
amnum bjóðast og kostnaðin av
hesum. Tingmenn kenna nú
hetta tilfar, og vænti eg teir
meta kanningina og tilfarið
skilagott at vera. 1
Ein útbygging eftir 6 ámm
uppá 50—60 mill. kr.- ella tað
sama, sum ílagt verður eftir ein-
um/tveimum ámm í vegasam-
bandið — má haldast vera
rímulig til tess at skapa fortreyt-
ir fyri jøvnum búskaparligum
vøkstri av samfelagnum øllum
heldur enn av einstøkum økjum.
Tað er hetta seinasta endamálið,
landsstýrið leggur størsta dentin
á, og vil tað tí beinanvegin
leggja uppskot fram samsvaran-
di.
T elefonaut om atiseringin
ber á sama borðið, og kunnu vit
nú frøa okkum yvir, at megin-
parturin av landinum íár hevur
fingið automatiskt samband.
Tað, sum írestar, verður fyri
mesta partin loyst í 1975 og ein
heilt lítil partur í 1976.
Tann fyribilsbata, miðað verð-
ur ímóti í flúgvinginivið leingjan
av flogvøllinum í Vágum, hevur
verið samráðst við ríkisstýrið
um. Samráðingarnar eru ikki
loknar enn, men vóni eg, at vit
um heilt fáar dagar kunnu fáa
neyðturvuligt grundarlag fram
til at meta um, um landskassin
skal luttaka í hesi bygging.
Verður ynski um tað, leggur
landsstýrið eisini í tí málinum
uppskot fram, áðrenn tingið fer
heim.
Ein bøtan av viðurskiftunum í
Vágum gerst alt meira neyðug,
sum ferðslan økist.
Misnøgdin við, at ikki er
rokkið á mál í spuminginum um
at koma føroyingum uppí flúgv-
ing hevur verið rættuliga stór,
og er hon skiljandi. Sum
kunnugt slitnaðu samráðingar-
nar millum SAS og Flogsam-
band fyri tveimum/trimum ár-
um síðani, og tað at stjómirnar í
Danmark hava skift so tíðum
hevur ikki gjørt tað lættari at
koma í holt við spumingin, men
nú er so avtalað, at samráðingar
skulu takast upp av nýggjum í
august, hesa ferð undir fyrisæti
av landsstýrinum og stjómini og
við beinleiðis luttøku av umboð-
um fyri landsstýri og stjórn.
Tann veldugi framburður ver-
ið hevur á samferðsluøkinum,
hevur ikki bert borið fyrimunir
við sær. Hann ger eisini, at vit
meir og meir mugu hyggja at
teim vansum, nútíðarsamfelagið
dregur inn á seg. Vit hava íár
sett eitt syrgiligt met fyri ferðlu-
vanlukkum, harav 11 hava borið
deyðan við í ferðini.
Hetta varskó eigur at læra
okkum øll, at bøttu møguleik-
arnir skulu troytast við hógv og
skynsemi, og eigur at fáa
myndugleikamar til at fremja
frægast møguligu ferðslutrygd-
artiltøk.
Skúlamál—
Ungdómsarbeiði—
Mentunnarvirksemi
Nýggir skúlar av ymsum slag
eru bygdir og afturatbyggingar
til verandi framdar víða hvar um
landið.Bert í hesum ári em fleiri
skúlar vígdir.
í valskeiðinum er studnings-
veitan landskassans til hesar
byggingar hækkað úr 20%’um
upp í 30%, og hevur hann verið
goldin kommununum munandi
skjótari enn fyrr, ja, í vissan
mun so hvørt sum byggingin er
framd.
Landið rekur nú eisini sjó-
mansskúlan í Klaksvík og
stendur í boði fjølbroyttari út-
búgving innan sjóvinnuøkið enn
fyrr.
Skipað er fyri framhaldi av
hægri undirvísing á Fróðskapar-
setrinum við støðisútbúgving-
ini, og í løtuni situr nevnd, sum
kannar tørvin á útbúgving innan
ymisk føroysk samfelagsøki, so
henda hægra undirvísing kann
koma mest møguligt í samsvar
við, hvat gagnar samfelgnum og
vinnuni best, tað veri seg innan
umsiting, dataviðgerð, virkis-
leiðslu o.s.fr.
Otbúgving á hædd við stuđ-
entaskúlans stendur nú í boði
fyri onnur enn júst tey, sum
ganga á Føroya Studentaskúla.
HF skeið verða skipaði í Hoy-
dølum, í Suðuroy og í Norðoy-
um, og væntandi verður henda
skipan útbygd eftir fáum árum
til eisini at røkka onnur øki í
landinum. Forvitnisligt verður
at síggja, hvussu hesi tilboð
koma at ávirka sosialu saman-
setingina av teim fólkum, sum
fáa sær hægri útbúgving.
Útbúgvingarútreiðslumar á
fíggjarlógini em óvanliga nógv
vaksnar hesi fýra ár, men hevur
tingið tikið undir í hesum,
sannandi, at ein fortreytin fyri
menning er væl útbúgvin ung-
lingafjøld. Serliga gerst hetta
neyðugt, skal vinnugrundar-
lagið fjøltáttast og skal vinnast
á vansum, sum avmarkingar í
verandi vinnugmndarlagi møgu-
liga koma at seta.
Fyri at kunna bjóða ungum og
eldri eitt ríkari mentunnar-,
ítróttar- og frítíðarlív er nógv
ílagt i ítróttarhallir og sam-
komuhús, soleiðis bygd, at tey
eisini hóska til mentunnarligt
virksemi innan tón- og leiklist,
upplestrarvirksemi og ungdóms-
arbeiði av ymsum slag. Studn-
ingurin til hesi tiltøk er munhndi
bøttur, og ískoytislán veitt úr
fimleikargmnni løgtingsins. Eis-
ini hevur landsstýrið latið pro-
jekt gera til slík hús.
Ein nýskapanin er tónleika-
grannurin ætlaður at hjálpa
kommununum ígongd við frítíð-
ararbeiði innan tonlist.
Frítíðarlógini er arbeitt við,
og kann hon koma fyri tingið í
hesi setu, tó helst ikki fyrr enn í
vetur.
Hjálp til útbúgving av frítíð-
arleiðaram og skeiðvirksemi á
henda bógvin er eisini fyri stavn
í ætlanum landsstýrisins til
stuðlan av ungdómsarbeiðinum.
Bókasavnsbyggingin í Havn
er undir landi, og verður arbeitt
fyri at farast kann ígongd innan
alt ov langa tíð.
Lærlingalæran er broytt mun-
andi, men læratíðin er kostnað-
armikil fyri tey ungu og foreldur
teirra. Verið hava 500.000 kr. á
okkara fíggjarlóg, men annars
eingin møguleiki fyri stuðli.
Landsstýrið hevur nú útvirkað,
at lærlingar fáa studning frá
Statens Udannelsesstøtte, og
kemur hetta at týða, at lærling-
ar ístaðin fyri fáar hundrað til
eitt túsund krónur kunnu fáa úr
4.000 upp í 6—8.000 kr. árliga í
studningi.
Hugsan landsstýrisins er so,
at tær 500.000 kr. á fíggjarlógini
kunnu nýtast til stuðul til ferð-
ingar millum heim og skúla, tí
treytin fyri stuðli frá S.U. er, at
eingin annar stuðul er tøkur.
Henda broyting ger, at møgu-
leikar Iærlinga víðkast úr
500.000 kr. upp í kanska 3. mill.
kr. árliga.
Húsabyggispurningin
at loysa, soleiðis at láginntøku-
fólk fekk lagaligar atstøður til
býli, hevur verið nógv arbeitt
við.
Almenni stuðulin veittur sum
íløga í húsalánsgrunnin er øktur
so mikið, at hann nú hevur heilt
stóra kapitalorku at virka við.
Lánihæddin er tvífaldað, av-
dráttartíðin longd, og rentan er
framvegis ógvuliga lág, sam-
stundis sum lánini eru vorðin av-
dráttarfrí fyrstu 3 árini; men
kortini hevur prísvøksturin á
jørð, byggitilfari og bygging
skarvað so mikið burturavaftur,
at hjá honum ið ikki hevur
møguleika at leggja sær mun-
andi eginpening av, er enn trap-
ult at byggja.
Byggivirksemið hevur annars
verið ógvuliga høgt hesi fýra ár,
har umleið 200 hús era bygd um
árið, og trýstið á byggimarknað-
in er ikki linkandi, heldur tvørt-
urímóti.
Fyri at fáa fram útboð av
byggigrandum varð eftir upp-
skoti landsstýrisins kommunal-
ur lánigrannur uppá 5 mill. kr.
samtyktur.
Hópin av kommunum hava
longu søkt lán úr honum, og
verður óivað neyðugt at økja
hann beinan vegin, t.d. soleiðis
at lánimøguleikarnir til byggi-
búnan kommunanna eisini verða
víðkaðir. Skapteigur so at verða
reglugerð, sum treytar, at part-
ur av hesum lánum verður
nýttur á tann hátt, at komm-
unurnar lata grandøki til leigu.
Hetta vildi verið inflatiónsdoyv-
andi tiltak. í íslandi, har komm-
únurnar eiga byggijørðina og
lata hana til leigu, roynist slík
skipan væl.
A fíggjarlógarappskotinum,
sum framlagt verður fyrsta
dagin, hevur landsstýrið til
húsalandsgrunnin sett av 1 mill.
kr. meira enn grannsins stýri
metir tørvur er á. Ætlanin er at
lata grannin umsita hendan
pening eftir serligum reglum lág-
inntøkufólkið at gagni. Sjálvandi
verður reglugerðin so, at ikki
bert skattskylduga inntøkan —
sum av so mongum grundum
kann liggja í botni — verður av-
gerandi fyri, hvussu hesin pen-
ingur skal nýtast.
Nevndu tiltøk og teir batar,
frammanundan eru veittir,
muna sjálvsagt væl, men taka
kortirri ikki burtur møguleikan
fyri arbeiðsfríum og øðram órim-
uligum vinningi innan byggi-
økið. ,Men politikkur er jú fyri
ein part ósemja um, hvussu um-
farið við tilfari, vinningur við
bygging og ognarmøguleikamir
viðvíkjandi byggijørð skulu
skipast.
Lønir — Skattir —
Prísir
í fýra ára skeiðinum 1. januar
1971 til 1. januar 1974 er lønar-
vøksturin hesin:
arbeiðsmenn 74%
arbeiðskvinnur 110%
starvsfólk á
l.stigi 75%
handverkarar 70%
meðan prísvøksturin sambært
prístalið í tíðarskeiðinum var
44%.
Her hevur so verið talan um
ein reallønarvøkstur, men tá
prístalsgrandarlagið ikki er
rættvísandi, er ikki møguligt at
nýta munin millum hesi tøl sum
mát fyri vøkstrinum, har kemur
annað inn í myndina m.a., hvar
á skattastiganum ein liggur, og
hvørjar almennar veitingeu- ein
troytir.
Hækkingarnar í fiskimanna-
inntøkunum era at síggja í talvu
búskaparráðsins, tær eru í øllum
føram størri, bæði í procentum
— burtursæð frá nótaskipum,
har inntøkurnar frammanundan
vóru høgar — og í krónum.
Hægri løntu stættimir eins
væl og tey í sokallaðu fríu
vinnuni hava sum øllum kuim-
ugt eisini fingið munandi inn-
tøkubata.
, So talan um, at hesi ár inn-
MOTORAR
Buch diesel motorar 15—100 hk
Grená diesel motorar 165—800 hk
M.A.K. diesel motorar 1000—10.000 hk
Einaumboð fyri Føroyar
P/F MEKANIK
Servicemaskinverkstaður
tlf. 47184—47425
Saltangará