Fjarðbúgvin - 30.08.1974, Side 5
* FJARÐBÚGVIN
SÍÐA 5
Framhald frá 1. síðu.
*
— Er tað møguligt hjá skip-
unum um summarið at halda
hitan undir 9°?
Ja, tað er gjørligt, men á
summum skipum við størri
arbeiði enn á øðrum. Umleið 2/3
av rávøruni vit hava fingið
higartil í hesum mánaðinum
hevur ligið á 9° ella lægri, og vit
rokna sjóarhitan at liggja um
14°.
— Eru øll skipini egnaði til
hendan fiskiskap?
Vit kunnu ikki siga øll, og tí-
verri finnast tað millum tey
nýggjari skipini skip, sum eru
bygd einans fyri at fiska nógv,
men minni dentur er lagdur á at
gera tað arbeiðisligt umborð fyri
at gera eina dygdarvøru, t.d. við
ísing, tí tað er ovlítið pláss til at
hava ísin í.
— Eru avreiðingarprísirnar
hjá tykkum á hædd við prísirnar
aðrastaðni, sum t.d. í Danmark
og Hetlandi.
Eg vil halda at Hetland liggja
javnt omanfyri. Danmark við-
hvørt undir, viðhvørt eisini
omanfyri. Prísirnar í Danmark
kunnu eisini víkja reiðiliga nógv
frá hvørjum øðrum millum tær
ymsu havnirnar. At vænta, at
vit til allar tíðir skulu kunna
geva sama prís sum hægst fyri-
komandi prís í nakrari havn í
Danmark, er uttan fyri rímiligt
mark. Fyri árið í fjør meina vit,
at okkara prísir lógu omanfyri
teir donsku. Hetta kom eisini
partvís av tí fyribrigdinum, at
okkara besta fiskitíð kemur
einar 2 mánaðir aftaná tá
donsku, og vit høvdu økjandi
marknaðarprísir, tá okkara fiski-
tíð kom. í ár er støðan hon, at
marknaðurin prísurin er fallin,
og tí verða okkara prísir fyri árið
í ár neyvan omanfyri teir
donsku.
— Verða skipini landað so
hvørt tey koma inn og er tað
oftani, tey mugu biða eftir tørni?
Ikki so hvørt tey koma inn,
tað verður heldur ikki gjørt í
Danmark. Skipini verða landað í
somu røð tey koma heim til
Føroya í, og landingin byrjar
vanliga tíðliga um morgunin, og
heldur á út á kvøldið. Umframt
er fyri stuttum innførdur sunnu-
»
0
TÓGV
Triplex
Flamme Garn
Sølvglans
Rosett
Bambino
Strikk Garn
og stórt úrval í
bindingar-
mynstrum.
JOPO
tlf. 47157
Runavík.
Tónaskaldið og lærarin
Hans Jacob Højgaard
fyllir 70
dagsfriður fyri landing. Bíðitíð
fyrikemur, tá nógvur fiskur er,
og tá mugu skipini bíða eftir
tørni, til tað er pláss áftur í tang-
unum fyri fiski.
Viðtal við Hilmar Kass,
ið er nevndarlimur í
nýggja felagnumwídnað-
arskip
— Hvussu nógv ídnaðarskip
eru í Føroyum?
í løtuni eru 26 í drift og eini 3
eru í gerð. Á stovningarfund-
inum vóru 19 umboðað.
— Hvussu eru rakstrarlík-
indini hjá hesum skipum?
Við tí prísi, sum er í løtuni,
skal ovurhonds nógv fiskast, um
tey nýggju skipini skulu bera
seg.
— Er avreiðingarprísurin í
Føroyum á hædd við tann í Dan-
mark?
I summar hevur prísurin í
Føroyum verið 32 oyru pr. kg,
men nú er hann 34 oyru pr. kg. í
Danmark hevur prísurin ligið
millum 38 og 45 oyru pr. kg.
I Fuglafirði verður latin
ókeypis ísur. Hetta svarar til ca.
1 oyra pr. kg. Tað kann eisini
vera annað, sum ber frá, sum
t.d. frádrag, um góðskan ikki er
í lagi, og eftirgjald, tá árið er
liðugt. Tað er tí ikki nóg mikið
bara at samanbera avreiðingar-
prísin, men tað er tó eingin ivi
um, at prísurin í Danmark hevur
verið munandi hægri enn her.
— Hvussu dámar tær nýggja
príslagið?
Nýggja príslagið gevur eyka
fyri sera kaldan fisk og frátrekt
Hilmar Kass
11. september i ár verður Hans
Jacob Højgaard, lærari og
tónaskaldj sjeyti ár.
Hann er føddur á Toftum, og
sleit sínar barnaskógvar her.
Aftaná, at hava gingið barna-
skúlan, fór hann til skips, og 19
ára gamal tók hann setisskipara-
prógv í Tórshavn. Nú vísti tað
seg, at hugur hansara stóð til
bókina, og fór hann til Dan-
markar, at ganga á læraraskúla.
í 1929 tók hann læraraprógv á
Jonstrup Seminarium.
Afturkomin til Føroya, fór
hann at verða lærari á Toftum,
og starvaðist hann her til í 1953,
tá varð hann settur í starvið sum
lærari við Tórshavnar Komm-
unuskúla.
Hugur hansara hevur altíð
staðið til sang og tónleik, og
hevur hann fyri at gera seg
gløggari á hesum øki, lært hjá so
kendum fólkum, sum Hans
Godske-Nielsen, organisti við
Jesuskirkjuna og Agnete Zach-
arias, konsertsangarinnu og lær-
ara við kgl. danska Musikkkon-
servatoriið.
verður um hitin fer upp um 12
stig. Tað er rætt, at tann besta
vøran fær besta prísin, men at
fiskur, beint komin úr sjónum,
skal vera verri vøra enn niður-
køldur fiskur er ikki lætt at
skilja. Tað er tí ivasamt, um
ásettu markini fyri eykagjald
ella frádráttir svara til góðskuna
á fiskinum.
— Hvat er endamál felagsins?
Tað er at røkja mál, ið eru av
felags áhuga. Serliga at tryggja
avreiðingarmøguleikar og prísir.
Sum er setur Havsbrún einsa-
malt prís og aðrar treytir fyri av-
reiðingina. Tað eru tveir partar í
hesum máli: Teir ið fiska og teir
ið viðgerða veiðina og báðir
partar eiga at verða við at áseta
prísir og treytir. Tað hevur ikki
verið lætt fyrr, tí hesi skip, sum
avreiða størsta partin, ið virkið
fær, hava ikki havt nakran
felagsskap.
Hesin lærdómur hevur verið
okkum øllum á Føroya landi at
gagni. Fyri at nevna okkurt,
hevurhann bæðiverið kórleiðarii
á Toftum ogj Tórshavn, bæði
fyri børnum og vaksnum. Hann
hevur gjørt mong løg, bæði til
sálmar og sangir.
Givið er, at Hans Jacob hevur
Um miðjan juli mánað i ár hevði
blaðið samrøðu við formannin í
Mentunarnevnd Runavíkar bý-
ráðs, Jákup Lamhauge. Hann
nevndi tá, at nevndin var farin
undir at kanna, hvussu tónleikur
og sangur kundu fáa besta
trivna í kommununum.
Býráðið hevur nú sett Símun
Nónklett at undirvísa í sangi og
tónleiki frá 1. august í ár at
rokna.
Vit hava hitt Símun Nónklett
og spurdu hvørjar ætlanir, hanri
hevur:
Kundi hugsað mær at arbeitt
víðari við hornorkestrinum og
hjálpa ungum, so tey kunnu
taka lut í hesum tónleiki.
Annars er ætlanin at stovna
ungdómskór — her verður
sett síni spor i hjørtu føroyinga,
spor, ið koma at standa í allar
tiðir.
Fjarðbúgvin ynskir Hans
Jacob mong góð ár aftrat.
Hjartaliga tillukku.
í komandi blaðið er ætlanin at
hava viðtal við Hans Jacob Høj-
gaard, lærara og tónaskald.
hugsað um aldursbólkin frá 15
til 20 ár ella harumleið.
Eisini er ætlanin at hava
barnakór og roynt verður at
stovna eitt vaksnamannakór,
umframt núverandi kirkjukórið,
ið kemur at virka sum higartil.
Høvið verður eisini hjá børn-
unum, ið hava evni, at læra at
spæja blokkfloytu. Tíð verður
kanska eisini at hava undirvís-
ing í klaverspæli á byrjunar-
stigi.
Hvar verður arbeitt?
í sangstovuni í Glyvra skúla
seinnapartin og um kvøldið.
Vit takka Símuni fyri prátið
og ynskja honum góða eydnu í
hesum starvi.
Vónandi verður undirtøkan so
dyggilig, at hesar ætlanir vinna
frama.
Barnakórið á Toftum umleið 1952
Nýtt tiltak —
TAPETRESTIR
Eitt restpartí av tapet verður selt frá kr. 4®® — 8®® pr. rl.
Enn er nakað av teimum biligu nálafiltflísunum eftir.
Einans 25 pr. ITl^
Handilin við tí stóra úrvalinum
Skálafjarðar Málingahandil
3850 Saltangará . . Telefon (4) 7777