Fjarðbúgvin - 30.08.1974, Page 5

Fjarðbúgvin - 30.08.1974, Page 5
* FJARÐBÚGVIN SÍÐA 5 Framhald frá 1. síðu. * — Er tað møguligt hjá skip- unum um summarið at halda hitan undir 9°? Ja, tað er gjørligt, men á summum skipum við størri arbeiði enn á øðrum. Umleið 2/3 av rávøruni vit hava fingið higartil í hesum mánaðinum hevur ligið á 9° ella lægri, og vit rokna sjóarhitan at liggja um 14°. — Eru øll skipini egnaði til hendan fiskiskap? Vit kunnu ikki siga øll, og tí- verri finnast tað millum tey nýggjari skipini skip, sum eru bygd einans fyri at fiska nógv, men minni dentur er lagdur á at gera tað arbeiðisligt umborð fyri at gera eina dygdarvøru, t.d. við ísing, tí tað er ovlítið pláss til at hava ísin í. — Eru avreiðingarprísirnar hjá tykkum á hædd við prísirnar aðrastaðni, sum t.d. í Danmark og Hetlandi. Eg vil halda at Hetland liggja javnt omanfyri. Danmark við- hvørt undir, viðhvørt eisini omanfyri. Prísirnar í Danmark kunnu eisini víkja reiðiliga nógv frá hvørjum øðrum millum tær ymsu havnirnar. At vænta, at vit til allar tíðir skulu kunna geva sama prís sum hægst fyri- komandi prís í nakrari havn í Danmark, er uttan fyri rímiligt mark. Fyri árið í fjør meina vit, at okkara prísir lógu omanfyri teir donsku. Hetta kom eisini partvís av tí fyribrigdinum, at okkara besta fiskitíð kemur einar 2 mánaðir aftaná tá donsku, og vit høvdu økjandi marknaðarprísir, tá okkara fiski- tíð kom. í ár er støðan hon, at marknaðurin prísurin er fallin, og tí verða okkara prísir fyri árið í ár neyvan omanfyri teir donsku. — Verða skipini landað so hvørt tey koma inn og er tað oftani, tey mugu biða eftir tørni? Ikki so hvørt tey koma inn, tað verður heldur ikki gjørt í Danmark. Skipini verða landað í somu røð tey koma heim til Føroya í, og landingin byrjar vanliga tíðliga um morgunin, og heldur á út á kvøldið. Umframt er fyri stuttum innførdur sunnu- » 0 TÓGV Triplex Flamme Garn Sølvglans Rosett Bambino Strikk Garn og stórt úrval í bindingar- mynstrum. JOPO tlf. 47157 Runavík. Tónaskaldið og lærarin Hans Jacob Højgaard fyllir 70 dagsfriður fyri landing. Bíðitíð fyrikemur, tá nógvur fiskur er, og tá mugu skipini bíða eftir tørni, til tað er pláss áftur í tang- unum fyri fiski. Viðtal við Hilmar Kass, ið er nevndarlimur í nýggja felagnumwídnað- arskip — Hvussu nógv ídnaðarskip eru í Føroyum? í løtuni eru 26 í drift og eini 3 eru í gerð. Á stovningarfund- inum vóru 19 umboðað. — Hvussu eru rakstrarlík- indini hjá hesum skipum? Við tí prísi, sum er í løtuni, skal ovurhonds nógv fiskast, um tey nýggju skipini skulu bera seg. — Er avreiðingarprísurin í Føroyum á hædd við tann í Dan- mark? I summar hevur prísurin í Føroyum verið 32 oyru pr. kg, men nú er hann 34 oyru pr. kg. í Danmark hevur prísurin ligið millum 38 og 45 oyru pr. kg. I Fuglafirði verður latin ókeypis ísur. Hetta svarar til ca. 1 oyra pr. kg. Tað kann eisini vera annað, sum ber frá, sum t.d. frádrag, um góðskan ikki er í lagi, og eftirgjald, tá árið er liðugt. Tað er tí ikki nóg mikið bara at samanbera avreiðingar- prísin, men tað er tó eingin ivi um, at prísurin í Danmark hevur verið munandi hægri enn her. — Hvussu dámar tær nýggja príslagið? Nýggja príslagið gevur eyka fyri sera kaldan fisk og frátrekt Hilmar Kass 11. september i ár verður Hans Jacob Højgaard, lærari og tónaskaldj sjeyti ár. Hann er føddur á Toftum, og sleit sínar barnaskógvar her. Aftaná, at hava gingið barna- skúlan, fór hann til skips, og 19 ára gamal tók hann setisskipara- prógv í Tórshavn. Nú vísti tað seg, at hugur hansara stóð til bókina, og fór hann til Dan- markar, at ganga á læraraskúla. í 1929 tók hann læraraprógv á Jonstrup Seminarium. Afturkomin til Føroya, fór hann at verða lærari á Toftum, og starvaðist hann her til í 1953, tá varð hann settur í starvið sum lærari við Tórshavnar Komm- unuskúla. Hugur hansara hevur altíð staðið til sang og tónleik, og hevur hann fyri at gera seg gløggari á hesum øki, lært hjá so kendum fólkum, sum Hans Godske-Nielsen, organisti við Jesuskirkjuna og Agnete Zach- arias, konsertsangarinnu og lær- ara við kgl. danska Musikkkon- servatoriið. verður um hitin fer upp um 12 stig. Tað er rætt, at tann besta vøran fær besta prísin, men at fiskur, beint komin úr sjónum, skal vera verri vøra enn niður- køldur fiskur er ikki lætt at skilja. Tað er tí ivasamt, um ásettu markini fyri eykagjald ella frádráttir svara til góðskuna á fiskinum. — Hvat er endamál felagsins? Tað er at røkja mál, ið eru av felags áhuga. Serliga at tryggja avreiðingarmøguleikar og prísir. Sum er setur Havsbrún einsa- malt prís og aðrar treytir fyri av- reiðingina. Tað eru tveir partar í hesum máli: Teir ið fiska og teir ið viðgerða veiðina og báðir partar eiga at verða við at áseta prísir og treytir. Tað hevur ikki verið lætt fyrr, tí hesi skip, sum avreiða størsta partin, ið virkið fær, hava ikki havt nakran felagsskap. Hesin lærdómur hevur verið okkum øllum á Føroya landi at gagni. Fyri at nevna okkurt, hevurhann bæðiverið kórleiðarii á Toftum ogj Tórshavn, bæði fyri børnum og vaksnum. Hann hevur gjørt mong løg, bæði til sálmar og sangir. Givið er, at Hans Jacob hevur Um miðjan juli mánað i ár hevði blaðið samrøðu við formannin í Mentunarnevnd Runavíkar bý- ráðs, Jákup Lamhauge. Hann nevndi tá, at nevndin var farin undir at kanna, hvussu tónleikur og sangur kundu fáa besta trivna í kommununum. Býráðið hevur nú sett Símun Nónklett at undirvísa í sangi og tónleiki frá 1. august í ár at rokna. Vit hava hitt Símun Nónklett og spurdu hvørjar ætlanir, hanri hevur: Kundi hugsað mær at arbeitt víðari við hornorkestrinum og hjálpa ungum, so tey kunnu taka lut í hesum tónleiki. Annars er ætlanin at stovna ungdómskór — her verður sett síni spor i hjørtu føroyinga, spor, ið koma at standa í allar tiðir. Fjarðbúgvin ynskir Hans Jacob mong góð ár aftrat. Hjartaliga tillukku. í komandi blaðið er ætlanin at hava viðtal við Hans Jacob Høj- gaard, lærara og tónaskald. hugsað um aldursbólkin frá 15 til 20 ár ella harumleið. Eisini er ætlanin at hava barnakór og roynt verður at stovna eitt vaksnamannakór, umframt núverandi kirkjukórið, ið kemur at virka sum higartil. Høvið verður eisini hjá børn- unum, ið hava evni, at læra at spæja blokkfloytu. Tíð verður kanska eisini at hava undirvís- ing í klaverspæli á byrjunar- stigi. Hvar verður arbeitt? í sangstovuni í Glyvra skúla seinnapartin og um kvøldið. Vit takka Símuni fyri prátið og ynskja honum góða eydnu í hesum starvi. Vónandi verður undirtøkan so dyggilig, at hesar ætlanir vinna frama. Barnakórið á Toftum umleið 1952 Nýtt tiltak — TAPETRESTIR Eitt restpartí av tapet verður selt frá kr. 4®® — 8®® pr. rl. Enn er nakað av teimum biligu nálafiltflísunum eftir. Einans 25 pr. ITl^ Handilin við tí stóra úrvalinum Skálafjarðar Málingahandil 3850 Saltangará . . Telefon (4) 7777

x

Fjarðbúgvin

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.