Tíðindablaðið

Eksemplar

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Side 3

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Side 3
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 27. september 1974 Síða 3 LESARIN SKRIVAR NÝTT UM NØVN Aftursvar til Petur Christiansen býráðsformann Tygum svara mær aftur upp á mál viðvíkjandi løg- tingslógini, ið varð sett í gildi og lýst í Dimmalætt- ing, um at býráðsformað— urin skal vera formaður í fíggjarnevnd býráðsins. Eg skal viðleggja skjal frá landsstýrinum, sum sigur tað, sum sigast skal. Býráðið skal sjálvsagt rætta seg hareftir. Eg vil ið hvussu er ikki sita sum býráðslimur, uttan at bý- ráðið her í Havn rættar seg eftir lógini, og taki sostatt fyrivarni fyri tí býráðs- arbeiði, ið verður framt, til lógin verður hildin. Brævið frá landsstýri- num, undirskrivað av As- bjørn Joensen, er soljóð- andi: Tað harmar meg at vera noyddan at leggja meg út í blaðstríð, men í vissum førum kann ein ikki lata sær alt bjóða. Fyrst til liðformann ÍFs, Hermann Midjord. Tú prálaði av undir dystinum í Vági, at tú eins væl og eg hevði dómaraprógv. Tá tú sum liðformaður kann sýn- a slíkan atburð, sum tú gjørdi undir dysti og eftir, hvussu mundi tú tá hilnast sum dómari? Og hvussu kunnu leikararnir vera undir leiðslu av einum slík- um liðformanni. í lesarabrævi ÍFs verður sagt, at eg longu frá byrjan vísti meg at vera ó- rættvísan. Og tit hildu á- fram at spæla uttan at mótmæla hóast hesa vána- ligu døming. Eg og lesar- amir hava krav upp á at vita, hvar henda órætt- visin lá. í brævinum stendur, at liðformaðurin fanst at dómaranum fyri, at hann ikki fylgdi við i dystinum. Men hvussu fanst hann at hesum? Jú, fyrst og fremst við at provokera linju- verjan Sverra Midjord tvær reisur, og sá eg meg noyddan at geva honum eina áheitan og seinni eina ávaring fyri at provokera døming mína. Sverri Midjord er ikki, sum tit pástanda, aktivur limur í TB, men vanligur limur. Har aftur ímóti er hann limur í nevnd innan ÍSF, og kenst hesin maður mær eins og ítróttarfólkið kring landið sum ein er- ligur og rættvísur persón- ur. «í skrivi dagfest 30. mai 1974, journal nr. 2/1-1974, hevur býráðið sagt lands- stýrinum frá, at av tí at løgtingslóg nr. 35 frá 26 apríl 1974 um broyting í kommunulógini ikki er lýst at hava afturvirkandi kar- akter, kann einans grein 3 í nevndu lóg fáa virkan í Tórshavnar býráð nú, meðan greinirnar 1 og 2 í lógini illa kunnu fáa virkan fyri býráðið fyrrenn eftir býráðsvalið í 1976 orsakað av grein 3 í somu lóg, og grein 4 vil fáa virkan frá og Við komandi fíggjarári. Sostatt verður sagt frá, at við tað at grein 2 í nevndu løgtingslóg fyri- skipar, at lógin kemur í gildi beinanvegin, er lógin Aftaná at málið, tit nevna, var dømt, tók Hermann Midjord bóltin og gekk fót fyri fót út á miðjuna fyri at mótmæla. Eg gav honum 5 sekund at leggja bóltin, annars brikslaði eg dystin av. Eftir dystin koyrdi eg beinleiðis á Tvøroyri fýri at síggja seinna hálvleik av dystinum millum Kí og TB. Tá ið hesin đystur var av, og Kí—leikararnir gjørdu seg til at fara av stað í TB—húsinum, kom Hermann Midjord á odda fyri 5 fuglfirðingum inn í TB-húsið og setti hann mær knýttan neva fyri andlitið. Hetta kunnu allir prógva, sum inni vóru í Tað er so nógv at skriva um tann føroyska skúlan, at tað kundi blivið til eina bók. Fyrst er at siga um skrokkin — tað er tann ljósasti bygningurin í bygdini. Tú kennir hann beinanvegin, sum tú kem- ur til eina bygd. Nógv ov høgt ímillum loft og gólv. Alt ov høg og stór vind- eygu. Ógvuliga óhugna- ligt. Hvi eru allir skúlar gulir ella hvítir? Passa slættis ikki til okkara landslag. Hví ikki mála teir blóðreyðar? Alt er so berligt, einki er ið frøðir eygað. Og er tú ov seinur, verður hurðin afturlatin - «tá stongd var ein bóndans stova» o.s.fr. Tað er ikki her, her er eingin náði. Nú nýtist næmingurin ikki at hava skyldina í ti at vera at skilja soleiðis, at for- mansskiftið í fíggjar- nevndini hjá Tórshavnar býráð átti at verðið framt, so skjótt lógin varð kunn- gjørd, og er tað ikki gjørt, má tað gerast beinanveg- in.» Annars er tað eisini løgið, at tann samgonga, ið er samansett av javn- aðarmopnum, sambands- monnum, tjóðveldismonn- um og sjálvstýrismanni og so einum fólkafloksmanni, situr og lýður ikki lógina. Teir 3 av teimum flokk- unum eru í landsstýris- samgonguni. Hvat siga landsstýrismenn teirra og løgmaður til tað? Kjartan Mohr býráðslimur TB-húsinum. Hetta seinasta dragi eg fram, tí eg í byrjanini av brævinum sipaði til atburð Hermanns undir og eftir dystin, og eg vil ikki sleingja um meg við óund- irbygdum ábreiðslum, sum tit hava gjørt í lesarabrævi tykkara. At enda, góða meist- aradeildarlið ÍFs: Eg vóni, at tit kenna skyldur tykk- ara á vølli eins væl og uttan fyri vøll. Góða eydnu og gott kappingarár í — 75. Við ítróttarkvøðu Dómarin í dystinum IF-VB Rudolf Niclasen ovseinur. Kanska mamm- an hevur verið ótilpass - og tí ovsein á føtur o.s.fr. Nógv verður garterað av so mongum bømum í frí- korteri ella til og úr skúla. Tann veikari má dvina. Verða børn í dag biðin um at ganga friðarlig? Er tað nakar lærari, ið biðjur størri bøm hjálpa uppá tey minnu? T.d. har skúlin stendur langt frá bygdini? Fyrr var tað torvfrítið, so tað fekst ein hjálp av børnunum í torvtiðini, síð- an var summarfrítíðin til 15. september, so góð hjálp fekst til hoyggj- arbeiði. So er ikki nú. Nú verður farið i skúla um miðjan august. Børnini framhald á bls. 12 Føðingar 16. september fingu In- grid og Hildebrand Midjord, Torfinsgøtu 1 í Havn, ein son. 16. september fingu Kára og Jógvan Laurit- sen í Sørvági ein son. 22. september fingu Josefina Birgith Hammer og Hans Hammer Haraldsen i Sørvági ein son. 23. september fingu Ásla og Jóhan Svens- son, Tórsgøtu 17 í Havn, ein son. 23. september fingu Katrin og Eyðun Staksberg í Havn ein son. 25. september fingu Pólina og Sigurð S. Simonsen í Fuglafirði eina dóttir. 25. september fingu Ingerð og Dánjal Petur Lamhauge, Villums- gøtu 8 í Havn, eina dóttir. 26. september fingu Edilborg og Jákup Jac- obsen í Havn ein son. 26. september fingu Maria og Tarjei Ander- sen, Kongagøtu 5 í Havn, eina dóttir. 26. september fingu Jonna og Knút Larsen í Fuglafirði ein son. 75 ár Mánadagin 30. septem- ber fyllir Petra Sofía Sundberg, Klaksvík, 75 ár. Petra er ættað av Høvdanum í Porkeri, men býr nú hjá eini dóttir í Klaksvík. Sum ung genta fór Petra til Havnar at læra at seyma. Haðani fór hon niður til Danmark, og hon kom at seyma inni á stóru handilsfyritøk- uni Illum í fleiri ár, Hetta arbeiði fall sera væl fyri hjá Petru, og sum eitt dømi kann nevnast, at hon millum annað kom til at seyma klæðir til drotning Al- exandrinu, meðan hon seymaði í Illum. Hetta vísir, at leiðslan har hevði stórt álit á henni og hennara arbeiði. I 1927 kom hon heim aft- ur, og eftir at hava seymað í nøkur fá ár í Havn, kom hon suður til Porkeris, har hon í 1930 giftist við Juul Sundberg og búsettist har, men seinni fluttu tey til Vágs at búgva. Petra helt tó á at seyma, og hon gavst ikki við hesum arbeiði fyrr enn í 1963, tá ið Juul gjørdist sjúkur. Juul doyði í 1967. Tey fingu 3 bøm: Mikkjal, ið er smiður og keypmaður í Vági. Mimmy sum er gift og býr í Sumba og Anna ið býr í Klaksvík. 75 ár Sunnudagin 29. sep- tember fyllir Emilia Tvørfoss i Norðragøtu 75 ár. Hon er gift við Elias Martin hjá Langa Petur Hansi, sum hann kallaðist. Elias Martin hevur verið fiskimaður alla sína tíð. Bøm teirra em Olfríð, sum er gift á Strondum, Hargarð, sum er í Gøtu, Petra, sum.er gift i Libanon og Absalon, sum er í Havn. 70 ár i morgin, leygardagin 28. september, fyllir Símun Johannesen á Hellunum 70 ár. Símun hevur verið fiskimaður, og tey seinnu árini hev- ur hann verið arbeiðs- maður. Hann er giftur við Helgu, ið er dóttir Kristian við Stein í Lorvík. Børn teirra em Rakul, sum er gift á Toftum, Hansina, sum er í Havn, Jenny, sum er gift í Norra, Kristina sum er gift í Havn, Atli, sum er heima á Hellunum og Gunnvør, sum er í Havn. 70 ár Týsdagin 1. oktober fyllir Jákup Olsen, fyrr- verandi skúlastjóri á Tvøroyri 75 ár. Jákup er føddur i Sandavági, arbeiddi í krambúð har og var eitt ár til skips, áðrenn hann fór á lær- araskúlan í Havn. Har tók hann prógv í 1929. Sama ár varð hann sett- ur sum lærari á Tvør- oyri og starvaðist á hesum skúla, til hann fór frá við pensjón. í 1932—33 var hann á danska læraraháskúl- anum og lærdi dýra— og plantulæm, enskt og rokning. I trý ár var hann saman við Sámal Johansen blaðstjóri á Barnablaðnum. Hann hevur verið limur og formaður í Froðbiar Sóknar heilsunevnd, og Aftursvar til lesarabræv ÍFs í Tíðindablaðnum mikudagin 25/9 Skúlin í Føroyum hann hevur spælt orgul í kirkjuni. Jákup giftis. í 1933 við Olgu Hansen av Tvøroyri. Tey eiga tveir synir, Bjarka og Jall- bjørn, sum báðir eru giftir niðri. Tey seinastu árini,' Jákup starvaðist á skúlanum á Tvøroyri, var hann varaskúla- stjóri. I 1972 fluttu konan og hann til Dan- markar at búgva, men tey em stødd á Tvør- oyri í hesum døgum. 60 ár I gjár, hósdagin 26. september, fylti Jógvan Skorheim í Klaksvik 60 ár. Jógvan er skósmiðj- ur. Hann er giftur við Janu, sum er úr Klaks- vík, og børn teirra em Rasmus, Jóannes og Randfríð. Andlát Mikudagin andaðist Jeyje Patursson í Kirkjubø á landssjúkra- húsinum. Hon var 83 ára gomul. Jeyje var bóndakona, hon var gift við Páll bónda sála. Starv Nøkur størv em sett á Spesialskúlanum frá 1. august at rokna. Poul Jóhannes Joensen, sum hevur verið timalærari, er settur í fast starv. Bjørg Simonsen og Lisa Maria Djurhuus em settar sum tímalærarar og Arni Jensen er sett- ur sum ársvikamr. Konfirmantar Sunnudagin verða hesi konfirmerað í Fugla— fjarðar kirkju: Or Fuglafirði Eljon Eliasen, Eilif Eliasen, Nina Johnsdóttir Thomsen, Elsa Jacob- sen og Jóngerð Ellings- gaard. Úr Syðmgøtu: Atli Lómstein, Flemming Yangberg Petersen, Eghild Mikkelsen og Simona Jacobsen. Or Elduvík Sólmn Hammer.

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.