Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Blaðsíða 7

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Blaðsíða 7
TÍÐINDABLAÐIÐ friggjadagin 27. september 1974 Síða 7 Alternativið í føroyskum politikki Alt týðuligari kemur til sjóndar, at tjóðveldisflokkurin er alternativið i før- oyskum politikki - ein annar møguleiki. Flokkurin var svarið til tað, sum hendi eftir fólkaatkvøðuna 14. september 1946, har fólkaviljin varð skúgvaður til viks, ikki bert av danska yvirvaldinum og av náttúruligu viðhaldsmonnum danaveldi- sins, men heldur meira tí, at teir ið vera skuldu álitið í sjálvstýrisstremban tjóð- arinnar, sviku tá ið ástóð. Alt síðan hevur tað verið greitt, at tjóðveldisflokkurin er hin føroyski viljir^ til frælsis og framburðar, og um henda flokk fylkjast allir teir, ið føroyingar vilja vera, og sum eru fúsir at fremja henda vilja í verki. Ongantíð hevur serstøða tjóðveldisflokksins komið greiðari til sjóndar enn undir seinastu tingsetu, har allir hinir fimm flokk- amir á løgtingi kastaðu saman i eini felags and- støðu móti tjóðveldis- flokkinum og undirstrikað- u enn einaíerð, at tjóðveld- isflokkurin er alternativið í føroyskum politikki, og á Føroya løgtingi er eingin annar møguleiki enn tjóð- veldismøguleikin mótvegis politikki fimmflokkanna har. Tjóðveldisflokkurin hev- ur lagt fram greiða stevnu fyri politiska starv sítt, og flokkurin hevur gjørt sær nágreiniligar ætlanir um, hvussu stevnumálini kunnu gerast ein veruleiki. Her verður at vísa til rit flokksins, og trívast kann í onkur av stórmálunum. Fyrst av øllum virkar flokkurin fyri at vinna føroysku tjóðini tað frælsi, sum hon eigur allan rætt til, men sum hon ikki eig- ur. Vit vera fjarstýrdir úr øðrum landi, bæði so og so. Ferð eftir ferð er her komið til sjóndar, at tjóð- veldisflokkurin stendur einsamallur, tá ið ástend- ur, og bert ein sterkur tjóðveldisflokkur kann fáa førkað hinar flokkamar á sjálvstýrisleið. Fyri tjóðveldisflokkin er tað púra greitt, at skal tað eydnast at byggja upp eitt samfelag her á landi, har fólkið trívist og mennist, so verður neyðugt at gera Føroyar til land Føroya fólks - og ikki sum nú lata einstakar bólkar og út- lendingar eiga og valda landinum. Fólkið sjálvt verður at taka lagnu land- sins i egnar hendur, so tað órættvísi og tann ójavnað- ur, sum valdar í samfelag- num í dag, verður fyri- beindur. Vemleikin er tann, at undir núverandi stýri em gjáimar í før- oyska samfelagnum vaks- nar og em alsamt vaks- andi, so brátt verður ikki rópandi ímillum, um ikki verulig vend kemur í. Royndimar sýna, at bert tjóðveldisflokkurin kann megna at fáa hesa vend í - tjóðveldisflokkurin rekur politikk fólksins. 1 starvi sinum fyri at tryggja lívsgmndarlag tjóðarinnar er tað ikki minst komið til sjóndar á hvønn hátt tjóðveldis- flokkurin er eitt altemativ til hinar fimm flokkamar á Føroya løgtingi. I spurn- inginum um fiskimarkið, í spuminginum um ognar- rættin til undirgmndina undir Føroyum og hav- botninum kring Føroyar, í spuminginum um EEC og í spuminginum um sam- vinnu við aðrar tjóðir - í øllum hesum spurningum er tað týðuliga komið til sjóndar, at her er tað ikki hin føroyski viljin, ið ræð- ur, men heldur hava hinir flokkamir roynt at skáka sær uttan um spumingar- nar, hava roynt at lofta sær, soleiðis, at fólkið ikki av álvara skal venda teim- um bakið. Her sum í øð- ram málum hevur tjóð- veldisflokkurin sýnt, at hann er hin føroyski viljin til frælsis og framburðar. Tað er høvuðsuppgávan hjá hinum einstaka polit- ikara og hjá politiskum flokkum gjøgnum lóggávu og fíggj arveitingar at skapa ein so góðan karm sum gjørligt um eitt ríkt einstaklingalív. I hesum starvi er mentunarpoli- tikkurin sera umráðandi, men mentunarpolitikkur í víðari merking. Ein alveg- is tørvandi mentunarpoli- tikkur alt síðan landsstýr- ishugtakið gjørdist, hevur hildið lív í skeivleikum og hevur skapað nýggjar skeivleikar, og ikki hevur verið bøtt til muns um trivnaðarmøguleikamar hjá fólki okkara. Einstakir hugsjónarmenn hava virk- að og skapað nógv - ofta við stómm persónligum offmm - men ein vilji frá almennari síðu til aktivi- serandi menningarstarv hevur ikki verið til. Her hevur tjóðveldisflokkurin við áhaldandi framfýsni birt ein neista, ið bert kann fáast at loga, um tjóðveld- ismenn sleppa at mynda ein nýggjan og aktivan mentunarpolitikk her á landi. Her er ikki bert talan um ein føroyskan skúla, her er ikki bert talan um, undir hvørjum komm okkara listamenn á ymsum økjum skulu sleppa at virka, hvussu ungdómur okkara skal hava møgu- leikar at nýta frítíð sína, hvussu prýðuligar okkara kirkjur, samkomuhús og ítróttarhallir skulu vera, men heldur meira tað, at vit í mentunarpolitikkin- um miða ímóti, at fólk okkara ikki bert skal hava nakað at liva av, men eisini hava nakað at liva fyri, á hvørjum øki so hin einstaki finnur lívsins virði og endamál. Endamálið má vera tað, at her á landi býr eitt andaliga treyst og stimbrað fólk, ið er væl ført at taka til sín tað besta i alheimsmentanini, uttan at lata seg taka av fótum sum tjóð. Av teimum mongu sam- felagsmálum, sum hava avgerandi týdning fyri, hvussu fólk okkara skal trívast í landinum, er at nevna íbúðarspumingurin. Her leggur tjóðveldis- flokkurin áherðslu á, at mannsømandi bústaður er menniskjaligur rættur, og flokkurin hevur í væl undirbygdum ætlanum og uppskotum sett fram, hvussu sethúsabyggingin í Føroyum kann loysast á slíkan hátt, at tað ikki verður óyvirkomilig byrða hjá fólki at fáa bygt sær hús. Her kann eisini verða vist á, at tað var av tjóð- veldisávum, at Húsaláns- gmnnurin gjørdist vem- leiki, og at hann ikki enn er vorðin til meira og størri, er ikki tjóðveldisflokkinum fyri at lasta. Flestir vinir minir spei- reka meg, tá eg støðugt haldi fram, at her býr gott fólk í góðum landi. Hetta hevur tó ikki fing- ið meg at broyta hugsan um hetta. Tað er vemliga eitt Guðsundur, at fólk okkara yvirlivdi hinar døp- m og myrku tíðir í søgu okkara - og kom rættiliga heilskapað burtur úr tí. Menningararvurin, fasta guðstrúgvin og álitið á hann, ið øllum valdar, fekk føroyingin at trúgva á land sítt og møguleikar tess. Og føroyingurin í dag hevur sama svar til av- bjóðingamar sum hann al- tíð hevur havt, síðan hann settist á hesum klettum: Vit vilja vera. Tjóðveldisflokkurin gev- ur hesum svari innihald. Olavur Michelsen Fráfarin Bretski hermálaráðharrin, Braily lordur, er farin frá. Atfinningar hava verið settar fram móti honum fyri pening, ið hann fekk sum stjóri í einari fyritøku, áðrenn hann gjørdist ráð- harri. Hungur Úr Honduras frættist nú, at nøkur fólk eru deyð av hungri eftir ta stóm vatnflóðina, sum hevur kostað fleiri tús- und fólkum lívið og gjørt eini 100.000 fólk heimleys. Sagt verður, at enn em bert nøkur fá fólk deyð av hungri, men mong, sum komu livandi frá vanlukkuni, hava gingið í eina viku uttan at fáa vátt ella turt. TÍÐINDI ÚR VÁGUM íslandsskipini heimkomin Vágaskipini, sum hava verið á saltfiskaveiðu undir íslandi síðani í juni mánað, em tey flestu afturkomin. Sea- gull við 280 og Ósi við 220 skippundum komu á Sørvág fyri eini viku síðani. Lastin er ikki seld. Seagull byrjaði at landa í gjár, og Ósi leggur veiðuna upp um eina viku. Drangur er undir íslandi enn, og Sanna Mária, sum sør- vingar eiga helvtina í, er har eisini. Vørðuklettur kom á Miðvág fyri 14 døgum síðani við fullari last, 300 skippundum. Teir hava lagt upp í Mið- vági. Skipini, sum em haímkomin, leggja nú um til línu og fara at royna undir Føroyum. Goymslan full Arbeiðið á flakavirki- num í Sørvági hevur ligið stilt i tvær vikur. Goymslurnar em fullar, og tað gongst striltið at sleppa av við fiskin. Nakað fer til Bretlands og USA komandi 14 dagarnar. Tað er lítil og ongin útróður í Sørvági. Teir bátar, sum gera onkran túr, salta toskin. Blokkfrysta Vesturvón, sum er eystanfyri, hevur 550 tons av flaki. Teir fóru úr Føroyum í juni mán- a. Fiskiskapurin hevur verið heilt hampuligur, men nú frysta teir alt til blokk, og tá fæst minni burturúr. Fyrr í ár skóm teir flak við skræðu til bretska marknaðin, og meira fekst burtur úr fiski- num tá. Kanjon skal byggja Byggifelagið Kanjon í Klaksvík fer nú undir at víðka havnalagið í Sør- vági. Bryggjan skal leingjast 70 metrar fram við landi, og Kan- jon hevur fingið arbeið- ið fyri 2,4 milj. kr. Tann núverandi bryggjan er um 150 metrar long, og har- aftrat er ein 90 metra long bátabryggja. Kommunan hevur fingið tilsøgn um 2,5 milj. kr. i láni frá Sjóv- átryggingini til bygg- ingina. Veðrarnir í mai mána vóm sørv- ingar í Gáshólmi og Tindhólmi við veðmm, 16 á hvørjum stað. Mikudagin í seinastu viku vóm teir í Gás- hólmi eftir veðranum, sum em veturgamlir. Vektin lá um 60 til 65 pund, onkur kom upp i 80 pund. Tað er van- ligt, at teir missa nakað i Gáshólmi, og í ár komu tríggir veðrar ikki aftur. Teir hava ikki verið í Tindhólmi enn, men fara ein av teimum fyrstu døgunum. I ár vóru teir heldur fyrr enn vant i Gáshólmi. Svimjihøll í Sørvági svimjihylin. Hetta ar- beiði kostaði eina góða miljón. Skúlabørnini í Sørvági brúka nú tað nýggju og nossligu svimjihøllina, sum var liðug fyri ein- um 14 døgum síðani. Tað er bygt uppí skúlan til tann innilokaða Almenningurin skal eisini brúka høllina, men tað er ikki komið so langt enn, at onnur enn skúlabørn kunnu svimja. /

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.