Tíðindablaðið - 27.09.1974, Side 7
TÍÐINDABLAÐIÐ friggjadagin 27. september 1974
Síða 7
Alternativið í føroyskum
politikki
Alt týðuligari kemur til sjóndar, at
tjóðveldisflokkurin er alternativið i før-
oyskum politikki - ein annar møguleiki.
Flokkurin var svarið til tað, sum hendi
eftir fólkaatkvøðuna 14. september 1946,
har fólkaviljin varð skúgvaður til viks,
ikki bert av danska yvirvaldinum og av
náttúruligu viðhaldsmonnum danaveldi-
sins, men heldur meira tí, at teir ið vera
skuldu álitið í sjálvstýrisstremban tjóð-
arinnar, sviku tá ið ástóð.
Alt síðan hevur tað verið greitt, at
tjóðveldisflokkurin er hin føroyski viljir^
til frælsis og framburðar, og um henda
flokk fylkjast allir teir, ið føroyingar vilja
vera, og sum eru fúsir at fremja henda
vilja í verki.
Ongantíð hevur serstøða
tjóðveldisflokksins komið
greiðari til sjóndar enn
undir seinastu tingsetu,
har allir hinir fimm flokk-
amir á løgtingi kastaðu
saman i eini felags and-
støðu móti tjóðveldis-
flokkinum og undirstrikað-
u enn einaíerð, at tjóðveld-
isflokkurin er alternativið í
føroyskum politikki, og á
Føroya løgtingi er eingin
annar møguleiki enn tjóð-
veldismøguleikin mótvegis
politikki fimmflokkanna
har.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur lagt fram greiða stevnu
fyri politiska starv sítt, og
flokkurin hevur gjørt sær
nágreiniligar ætlanir um,
hvussu stevnumálini
kunnu gerast ein veruleiki.
Her verður at vísa til rit
flokksins, og trívast kann í
onkur av stórmálunum.
Fyrst av øllum virkar
flokkurin fyri at vinna
føroysku tjóðini tað frælsi,
sum hon eigur allan rætt
til, men sum hon ikki eig-
ur. Vit vera fjarstýrdir úr
øðrum landi, bæði so og
so. Ferð eftir ferð er her
komið til sjóndar, at tjóð-
veldisflokkurin stendur
einsamallur, tá ið ástend-
ur, og bert ein sterkur
tjóðveldisflokkur kann fáa
førkað hinar flokkamar á
sjálvstýrisleið.
Fyri tjóðveldisflokkin er
tað púra greitt, at skal tað
eydnast at byggja upp eitt
samfelag her á landi, har
fólkið trívist og mennist,
so verður neyðugt at gera
Føroyar til land Føroya
fólks - og ikki sum nú lata
einstakar bólkar og út-
lendingar eiga og valda
landinum. Fólkið sjálvt
verður at taka lagnu land-
sins i egnar hendur, so tað
órættvísi og tann ójavnað-
ur, sum valdar í samfelag-
num í dag, verður fyri-
beindur. Vemleikin er
tann, at undir núverandi
stýri em gjáimar í før-
oyska samfelagnum vaks-
nar og em alsamt vaks-
andi, so brátt verður ikki
rópandi ímillum, um ikki
verulig vend kemur í.
Royndimar sýna, at bert
tjóðveldisflokkurin kann
megna at fáa hesa vend í -
tjóðveldisflokkurin rekur
politikk fólksins.
1 starvi sinum fyri at
tryggja lívsgmndarlag
tjóðarinnar er tað ikki
minst komið til sjóndar á
hvønn hátt tjóðveldis-
flokkurin er eitt altemativ
til hinar fimm flokkamar á
Føroya løgtingi. I spurn-
inginum um fiskimarkið, í
spuminginum um ognar-
rættin til undirgmndina
undir Føroyum og hav-
botninum kring Føroyar, í
spuminginum um EEC og
í spuminginum um sam-
vinnu við aðrar tjóðir - í
øllum hesum spurningum
er tað týðuliga komið til
sjóndar, at her er tað ikki
hin føroyski viljin, ið ræð-
ur, men heldur hava hinir
flokkamir roynt at skáka
sær uttan um spumingar-
nar, hava roynt at lofta
sær, soleiðis, at fólkið ikki
av álvara skal venda teim-
um bakið. Her sum í øð-
ram málum hevur tjóð-
veldisflokkurin sýnt, at
hann er hin føroyski viljin
til frælsis og framburðar.
Tað er høvuðsuppgávan
hjá hinum einstaka polit-
ikara og hjá politiskum
flokkum gjøgnum lóggávu
og fíggj arveitingar at
skapa ein so góðan karm
sum gjørligt um eitt ríkt
einstaklingalív. I hesum
starvi er mentunarpoli-
tikkurin sera umráðandi,
men mentunarpolitikkur í
víðari merking. Ein alveg-
is tørvandi mentunarpoli-
tikkur alt síðan landsstýr-
ishugtakið gjørdist, hevur
hildið lív í skeivleikum og
hevur skapað nýggjar
skeivleikar, og ikki hevur
verið bøtt til muns um
trivnaðarmøguleikamar
hjá fólki okkara. Einstakir
hugsjónarmenn hava virk-
að og skapað nógv - ofta
við stómm persónligum
offmm - men ein vilji frá
almennari síðu til aktivi-
serandi menningarstarv
hevur ikki verið til. Her
hevur tjóðveldisflokkurin
við áhaldandi framfýsni
birt ein neista, ið bert kann
fáast at loga, um tjóðveld-
ismenn sleppa at mynda
ein nýggjan og aktivan
mentunarpolitikk her á
landi. Her er ikki bert
talan um ein føroyskan
skúla, her er ikki bert talan
um, undir hvørjum komm
okkara listamenn á ymsum
økjum skulu sleppa at
virka, hvussu ungdómur
okkara skal hava møgu-
leikar at nýta frítíð sína,
hvussu prýðuligar okkara
kirkjur, samkomuhús og
ítróttarhallir skulu vera,
men heldur meira tað, at
vit í mentunarpolitikkin-
um miða ímóti, at fólk
okkara ikki bert skal hava
nakað at liva av, men
eisini hava nakað at liva
fyri, á hvørjum øki so hin
einstaki finnur lívsins virði
og endamál. Endamálið
má vera tað, at her á landi
býr eitt andaliga treyst og
stimbrað fólk, ið er væl
ført at taka til sín tað
besta i alheimsmentanini,
uttan at lata seg taka av
fótum sum tjóð.
Av teimum mongu sam-
felagsmálum, sum hava
avgerandi týdning fyri,
hvussu fólk okkara skal
trívast í landinum, er at
nevna íbúðarspumingurin.
Her leggur tjóðveldis-
flokkurin áherðslu á, at
mannsømandi bústaður er
menniskjaligur rættur, og
flokkurin hevur í væl
undirbygdum ætlanum og
uppskotum sett fram,
hvussu sethúsabyggingin í
Føroyum kann loysast á
slíkan hátt, at tað ikki
verður óyvirkomilig byrða
hjá fólki at fáa bygt sær
hús. Her kann eisini verða
vist á, at tað var av tjóð-
veldisávum, at Húsaláns-
gmnnurin gjørdist vem-
leiki, og at hann ikki enn er
vorðin til meira og størri,
er ikki tjóðveldisflokkinum
fyri at lasta.
Flestir vinir minir spei-
reka meg, tá eg støðugt
haldi fram, at her býr gott
fólk í góðum landi.
Hetta hevur tó ikki fing-
ið meg at broyta hugsan
um hetta. Tað er vemliga
eitt Guðsundur, at fólk
okkara yvirlivdi hinar døp-
m og myrku tíðir í søgu
okkara - og kom rættiliga
heilskapað burtur úr tí.
Menningararvurin, fasta
guðstrúgvin og álitið á
hann, ið øllum valdar, fekk
føroyingin at trúgva á land
sítt og møguleikar tess.
Og føroyingurin í dag
hevur sama svar til av-
bjóðingamar sum hann al-
tíð hevur havt, síðan hann
settist á hesum klettum:
Vit vilja vera.
Tjóðveldisflokkurin gev-
ur hesum svari innihald.
Olavur Michelsen
Fráfarin
Bretski hermálaráðharrin,
Braily lordur, er farin frá.
Atfinningar hava verið
settar fram móti honum
fyri pening, ið hann fekk
sum stjóri í einari fyritøku,
áðrenn hann gjørdist ráð-
harri.
Hungur
Úr Honduras frættist
nú, at nøkur fólk eru
deyð av hungri eftir ta
stóm vatnflóðina, sum
hevur kostað fleiri tús-
und fólkum lívið og
gjørt eini 100.000 fólk
heimleys. Sagt verður,
at enn em bert nøkur fá
fólk deyð av hungri,
men mong, sum komu
livandi frá vanlukkuni,
hava gingið í eina viku
uttan at fáa vátt ella
turt.
TÍÐINDI
ÚR
VÁGUM
íslandsskipini
heimkomin
Vágaskipini, sum hava
verið á saltfiskaveiðu
undir íslandi síðani í
juni mánað, em tey
flestu afturkomin. Sea-
gull við 280 og Ósi við
220 skippundum komu
á Sørvág fyri eini viku
síðani. Lastin er ikki
seld. Seagull byrjaði at
landa í gjár, og Ósi
leggur veiðuna upp um
eina viku. Drangur er
undir íslandi enn, og
Sanna Mária, sum sør-
vingar eiga helvtina í,
er har eisini.
Vørðuklettur kom á
Miðvág fyri 14 døgum
síðani við fullari last,
300 skippundum. Teir
hava lagt upp í Mið-
vági.
Skipini, sum em
haímkomin, leggja nú
um til línu og fara at
royna undir Føroyum.
Goymslan
full
Arbeiðið á flakavirki-
num í Sørvági hevur
ligið stilt i tvær vikur.
Goymslurnar em fullar,
og tað gongst striltið at
sleppa av við fiskin.
Nakað fer til Bretlands
og USA komandi 14
dagarnar.
Tað er lítil og ongin
útróður í Sørvági. Teir
bátar, sum gera onkran
túr, salta toskin.
Blokkfrysta
Vesturvón, sum er
eystanfyri, hevur 550
tons av flaki. Teir fóru
úr Føroyum í juni mán-
a. Fiskiskapurin hevur
verið heilt hampuligur,
men nú frysta teir alt til
blokk, og tá fæst minni
burturúr. Fyrr í ár
skóm teir flak við
skræðu til bretska
marknaðin, og meira
fekst burtur úr fiski-
num tá.
Kanjon skal
byggja
Byggifelagið Kanjon í
Klaksvík fer nú undir at
víðka havnalagið í Sør-
vági. Bryggjan skal
leingjast 70 metrar
fram við landi, og Kan-
jon hevur fingið arbeið-
ið fyri 2,4 milj. kr.
Tann núverandi
bryggjan er um 150
metrar long, og har-
aftrat er ein 90 metra
long bátabryggja.
Kommunan hevur
fingið tilsøgn um 2,5
milj. kr. i láni frá Sjóv-
átryggingini til bygg-
ingina.
Veðrarnir
í mai mána vóm sørv-
ingar í Gáshólmi og
Tindhólmi við veðmm,
16 á hvørjum stað.
Mikudagin í seinastu
viku vóm teir í Gás-
hólmi eftir veðranum,
sum em veturgamlir.
Vektin lá um 60 til 65
pund, onkur kom upp i
80 pund. Tað er van-
ligt, at teir missa nakað
i Gáshólmi, og í ár
komu tríggir veðrar
ikki aftur.
Teir hava ikki verið í
Tindhólmi enn, men
fara ein av teimum
fyrstu døgunum. I ár
vóru teir heldur fyrr
enn vant i Gáshólmi.
Svimjihøll
í Sørvági
svimjihylin. Hetta ar-
beiði kostaði eina góða
miljón.
Skúlabørnini í Sørvági
brúka nú tað nýggju og
nossligu svimjihøllina,
sum var liðug fyri ein-
um 14 døgum síðani.
Tað er bygt uppí skúlan
til tann innilokaða
Almenningurin skal
eisini brúka høllina,
men tað er ikki komið
so langt enn, at onnur
enn skúlabørn kunnu
svimja.
/