Tíðindablaðið - 27.09.1974, Blaðsíða 16
Síða 16
MÍN MEINING
Lurtar tú eftir uttan-
landatiðindum í útvarp-
inum og lesur tú uttan-
landatíðindi í bløðun-
um?
Julianna Nolsøe, bóka-
vørður:
Tað, sum vit hoyra í
útvarpinum av uttan-
landatiðindum, dekkar
ikki nóg væl, men so
plagi eg at lesa tey út-
lendsku bløðini. Eg
haldi, at tað er ov lítið
av uttanlandatíðindum
í føroyskum bløðum.
Kjartan Clementsen,
læ rarask úlanæmingur:
Vanliga fylgi eg við.
Heraðshomini í útvarp-
inum dýpa væl tað,
sum er frammi. Dimma
er kanska tað blaðið,
sum hevur mest av utt-
anlandatíðindum( men
tað er kanska tí, at hini
bløðini ikki hava sett
sær tað sum mál.
Palle Askham:
Áhugi fyri øðrum enn
uttanlandaviðurskift-
um ger, at eg fylgi ikki
so væl við, hvat hendir
uttanlanda. LJtvarpið
hoyra øll, men tá er ikki
sagt, at útvarpið ger
nóg nógv við uttan-
landatiðindini.
TÍDINDABLAPIÐ fríggjadagin 27. september 1974
©PIB
862
SPEGILS-
MYNDIN
ST-ráðstevnan í Bukarest um fólkatalið í heiminum gav
monnum ta fatan, at mark kann setast fyri føðitalinum i
teimum ríku londunum, meðan vøksturin fer at økjast í
teimum fátæku londunum.
- Tann ævigi spurningurin - hvussu fáa tey líka nógv?
Fiski-
kapping
í Klaksvík og í Havn
verður fiskikapping í
morgin, leygardagin. í
Klaksvík byrjar tann fyrra
kappingin fyri teir vaksnu
kl. 8 og tann seinna kl. 12,
og allir bátamir skulu vera
afturkomnir kl. 18. Aftur-
komnir fáa menn kaffi-
munn og pannukøkur, og
manningamar á trimum
teimum bestu bátunum
steyp til ognar.
Smádreingj akappingin
fyri dreingir frá 7 til 14 ár
gevur eisini vinnamnum
steyp til ognar (myndin er
frá kappingini i fjør). Um
kvøldið verður veitsla í
ítróttarhøllini.
Kappingin í Havn byrj-
ar kl. 8 og endar klv 19,
men farast kann eisini kl.
12.30. Veiðan verður seld á
uppboði. — Á báðum
plássum fer peningurin til
kappróðrarfeløgini.
Cølibatið
heldur fram
í einari kunngerð, sum
herfyri varð kunngjørd
í útvarpinum hjá Páva-
statinum, varð dentur
lagdur á tann týdning,
sum cølibatið hevur.
1 skjalinum, sum er
sent katólskum bisk-
uppum kring allan heim
til hjálpar í útbúgving-
ini av prestum, verður
sagt, at cølibatið er tek-
in um,\at viðkomandi
fullkomuliga hoyrir tí
Altvaldandi til.
Ikki aftur
í bankan
Tann 64 ára gamli
amerikanarin David
Quate iðrar seg um, at
hann fann uppá at fara í
bankan við myntunum,
hann hevði savnað sær
gjøgnum mong ár.
Hann helt tað vera ov
vágamikið at goyma
savnið heima. Hann
koyrdi 60.000 dollars í
myntum og 7.000 doll-
ars í gomlum seðlum í
ein posa, men var ikki
komin út til bilin, tá
tveir menn við gekka-
skorti og vápnum steð-
gaðu honum.
Quate fekk onki gjørt
fyri at forða monnunum
í at fara avstað við
pengunum, sum hann
hevði savnað sær sam-
an síðani 1917. Mennin-
ir loystu tvey skot av,
men^-hann varð ikki
raktur.
Politiið heldur, at
menninir munnu hava
vitað um myntsavnið,
og at Quate ætlaði sær í
bankan við tí.
Bumbuhóttan
Amerikanski sangarin
Frank Sinatra hevur
ferðast í Australia og
havt konsertir. Men tað
gekk ikki væl allastað-
ni. Beint áðrenn hann
fór út á flogvøllin,
ringdi ein maður til
Australian Airlines og
hótti við at leggja eina
bumbu í flogfari, um
Frank Sinatra ikki rind-
aði 300 milj. kr.
Politiið fylgdi
Sinatra út til flogfarið,
har serfrøðingar kann-
aðu eftir, um nøkur
bumba var.
Stór australsk fakfel-
øg hóttu í hinari vikuni
við verkfalli, tí at Sin-
atra hevði kallað au-
stralskar blaðmenn
bumlarar og pútusvein-
ar. Sinatra noyddist at
fara til fakfelagsleiðar-
arnar og biðja um fyri-
geving, áðrenn hann
kundi halda konsert
aftur.
Vilst list
Høggmyndin «Gara-
gusa-gudindan», sum
varð stolin í Italia fyrr í
ár, er komin afturíaftur
í London í øllum góð-
um. Tríggir ungir itali-
enarar eru tiknir og
verða ákærdir fyri
stuldur.
Høggmyndin er fleiri
100.000 kr. verd. Itali-
enararnir høvdu roynt
at selja fleiri listakeyp-
monnum í London han-
a, men teir kravdu allir
váttan frá British Mu-
seum um, at hon var
ekta.
Tá italienararnir fóru
við «Garagusa-gudind-
uni» á listasavnið, varð
■ hon beinanvegin kend
aftur. Konservatorurin
boðaði politinum frá, og
høggmyndin er nú í
góðum hondum.
Sjáldsamur
fuglur
Politiið í Windsor uttan
fyri London hevur eyg-
uni eftir einum gátu-
førum risafugli, ið gon-
gur sum ein strutsur,
flýgur sum ein øm og
líkist einum hesti.
Fuglurin varð fyrstu
ferð sæddur nærhendis
Heathrow - floghavnini.
Fólk, sum hava sæð
hann, siga, at hann er
hálvan annan metur
høgur, og at flogið
fevnir tveir metrar.
Fjarðamar em svartar
og hvítar. j
Politiið sigur: - Vit
vita ikki, hvat hetta
skepilsið er. Men ikki
man tað vera hættis-
ligt.