Tíðindablaðið

Ataaseq assigiiaat ilaat

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Qupperneq 16

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Qupperneq 16
Síða 16 MÍN MEINING Lurtar tú eftir uttan- landatiðindum í útvarp- inum og lesur tú uttan- landatíðindi í bløðun- um? Julianna Nolsøe, bóka- vørður: Tað, sum vit hoyra í útvarpinum av uttan- landatiðindum, dekkar ikki nóg væl, men so plagi eg at lesa tey út- lendsku bløðini. Eg haldi, at tað er ov lítið av uttanlandatíðindum í føroyskum bløðum. Kjartan Clementsen, læ rarask úlanæmingur: Vanliga fylgi eg við. Heraðshomini í útvarp- inum dýpa væl tað, sum er frammi. Dimma er kanska tað blaðið, sum hevur mest av utt- anlandatíðindum( men tað er kanska tí, at hini bløðini ikki hava sett sær tað sum mál. Palle Askham: Áhugi fyri øðrum enn uttanlandaviðurskift- um ger, at eg fylgi ikki so væl við, hvat hendir uttanlanda. LJtvarpið hoyra øll, men tá er ikki sagt, at útvarpið ger nóg nógv við uttan- landatiðindini. TÍDINDABLAPIÐ fríggjadagin 27. september 1974 ©PIB 862 SPEGILS- MYNDIN ST-ráðstevnan í Bukarest um fólkatalið í heiminum gav monnum ta fatan, at mark kann setast fyri føðitalinum i teimum ríku londunum, meðan vøksturin fer at økjast í teimum fátæku londunum. - Tann ævigi spurningurin - hvussu fáa tey líka nógv? Fiski- kapping í Klaksvík og í Havn verður fiskikapping í morgin, leygardagin. í Klaksvík byrjar tann fyrra kappingin fyri teir vaksnu kl. 8 og tann seinna kl. 12, og allir bátamir skulu vera afturkomnir kl. 18. Aftur- komnir fáa menn kaffi- munn og pannukøkur, og manningamar á trimum teimum bestu bátunum steyp til ognar. Smádreingj akappingin fyri dreingir frá 7 til 14 ár gevur eisini vinnamnum steyp til ognar (myndin er frá kappingini i fjør). Um kvøldið verður veitsla í ítróttarhøllini. Kappingin í Havn byrj- ar kl. 8 og endar klv 19, men farast kann eisini kl. 12.30. Veiðan verður seld á uppboði. — Á báðum plássum fer peningurin til kappróðrarfeløgini. Cølibatið heldur fram í einari kunngerð, sum herfyri varð kunngjørd í útvarpinum hjá Páva- statinum, varð dentur lagdur á tann týdning, sum cølibatið hevur. 1 skjalinum, sum er sent katólskum bisk- uppum kring allan heim til hjálpar í útbúgving- ini av prestum, verður sagt, at cølibatið er tek- in um,\at viðkomandi fullkomuliga hoyrir tí Altvaldandi til. Ikki aftur í bankan Tann 64 ára gamli amerikanarin David Quate iðrar seg um, at hann fann uppá at fara í bankan við myntunum, hann hevði savnað sær gjøgnum mong ár. Hann helt tað vera ov vágamikið at goyma savnið heima. Hann koyrdi 60.000 dollars í myntum og 7.000 doll- ars í gomlum seðlum í ein posa, men var ikki komin út til bilin, tá tveir menn við gekka- skorti og vápnum steð- gaðu honum. Quate fekk onki gjørt fyri at forða monnunum í at fara avstað við pengunum, sum hann hevði savnað sær sam- an síðani 1917. Mennin- ir loystu tvey skot av, men^-hann varð ikki raktur. Politiið heldur, at menninir munnu hava vitað um myntsavnið, og at Quate ætlaði sær í bankan við tí. Bumbuhóttan Amerikanski sangarin Frank Sinatra hevur ferðast í Australia og havt konsertir. Men tað gekk ikki væl allastað- ni. Beint áðrenn hann fór út á flogvøllin, ringdi ein maður til Australian Airlines og hótti við at leggja eina bumbu í flogfari, um Frank Sinatra ikki rind- aði 300 milj. kr. Politiið fylgdi Sinatra út til flogfarið, har serfrøðingar kann- aðu eftir, um nøkur bumba var. Stór australsk fakfel- øg hóttu í hinari vikuni við verkfalli, tí at Sin- atra hevði kallað au- stralskar blaðmenn bumlarar og pútusvein- ar. Sinatra noyddist at fara til fakfelagsleiðar- arnar og biðja um fyri- geving, áðrenn hann kundi halda konsert aftur. Vilst list Høggmyndin «Gara- gusa-gudindan», sum varð stolin í Italia fyrr í ár, er komin afturíaftur í London í øllum góð- um. Tríggir ungir itali- enarar eru tiknir og verða ákærdir fyri stuldur. Høggmyndin er fleiri 100.000 kr. verd. Itali- enararnir høvdu roynt at selja fleiri listakeyp- monnum í London han- a, men teir kravdu allir váttan frá British Mu- seum um, at hon var ekta. Tá italienararnir fóru við «Garagusa-gudind- uni» á listasavnið, varð ■ hon beinanvegin kend aftur. Konservatorurin boðaði politinum frá, og høggmyndin er nú í góðum hondum. Sjáldsamur fuglur Politiið í Windsor uttan fyri London hevur eyg- uni eftir einum gátu- førum risafugli, ið gon- gur sum ein strutsur, flýgur sum ein øm og líkist einum hesti. Fuglurin varð fyrstu ferð sæddur nærhendis Heathrow - floghavnini. Fólk, sum hava sæð hann, siga, at hann er hálvan annan metur høgur, og at flogið fevnir tveir metrar. Fjarðamar em svartar og hvítar. j Politiið sigur: - Vit vita ikki, hvat hetta skepilsið er. Men ikki man tað vera hættis- ligt.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.