Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Blaðsíða 8

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Blaðsíða 8
Síða 8 TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 27. september 1974 Gravid Eg eri 21 ár, gift og uppá vegin. Tað er helst onki óvanligt i tí, at ein bamakona følir seg illa av og á, men eg haldi, at tað er verri hjá mær enn teimum flestu. Eg havi bara gingið i tveir mánaðar, og eg spýggi í heilum, ofta er tað fleiri ferðir um dag- SPYRJIÐ L/EKNAN Marner Simonsen, yvir- lcekni, svarar Tað er altíð gott við einari traditión, har fleiri ættarlið hava átt heimi, og tá var ikki annað betri, men nú eru umstøðumar og tíðir- nar øðrvísi, og tað kann eisini gerast meira fyri at bjarga barninum, um okkurt skuldi borist á. MS m. Kann nakað gerast við hetta? U.J. Tað er ikki óvanligt, at barnakona kennir seg illa teir fyrstu tríggjar mánaðarnar. Fyri at minka um vamlið og spýggjuna, so kundu tygum roynt at tikið Pyridoxin-tablettir, eini 100 mg triggjar ferðir um dagin. Hetta fáa tygum í hondkeypi á apotekinum. Annan heilivág mugu tygum ikki nýta móti spýggj- uni, serstakliga ikki sjóverkstablettir. MS Føðing Eg búgvi í einari lítlari bygd. Eg eri upp á vegin og skal eiga um fýra mánaðar. Vit eru inngift. Nú setir maður mín uppá, at eg skal eiga heima, ti tað hava tey gjørt her í húsinum ígjøgnum fleiri ættar- lið. Hann heldur, at tað er nakað serliga hugna- ligt við tí, at børnini koma til verðina í sín- um egna heimi. Hvat siga tygum til hetta? Eg má siga, at mær dámar tað onki, og eg eri eitt sindur ner- vøs. Men mær dámar heldpr ikki at seta meg upp ímóti ynskinum hjá manninum. K.J. Eg haldi, at tað er vág- aligt at leggja seg til at eiga heima og kanska hava ein langan veg til sjúkrahús, um okkurt skuldi hent. Tað er ikki ti, at eg eri bangin fyri, at tað skal henda tyg- um nakað, men barnið kann fáa skaða, og ti vil eg ráða tygum til at eiga á sjúkrahúsi fyri at fáa tað best møguliga barnið burturúr. Feitt hár Eg havi so feittut hát, at tað fæst ongantíð at líkjast nøkrum. Sjálvt um eg vaski tað tvær ferðir og viðhvørt kans- ka tríggjar ferðir um vikuna, so hongur tað altíð sum ein ullalagd á toppinum. Kunnu tygum geva mær onkur góð ráð? Finst nakað medisin fyri hetta? B-a Tað er ógvuliga trupult at svara uppá henda spuming, tí tygum nev- na ikki, um tygum eru mannfólk ella konufólk, men eg vildi mælt tygum til at vaska hárið hvønn dag. MS Pína í beinunum Eg eri 23 ár og havi ofta pínu i beinunum. Við- hvørt havi eg so ilt, at eg má seta meg niður eina løtu fyri at fáa pín- una vekk. Eg haldi, at hetta er komið síðani eg fekk nýtt arbeiði. Arbeiðs- plássið er í einum kjall- ara, har tað er stoypt gólv. Eg havi hoyrt onkran sagt, at tað er ikki sunt altíð at ganga á betong og serliga, tá klettur er beint undir. Kann hetta vera grundin? K. Tað kann illa bara vera betonggólvið, sum gev- ur tygum pínu í bein- unum, helst man tað vera skóbúnin og um tygum arbeiða roett, t.v.s. at tygum hava arbeiði í rættari hædd, so at tygum bera kroppin rætt og harvið standa rætt. MS Úrtøkan best við nótaskipum, minst á ísfiskaveiðu Eigarin meinti ikki, at glasfipur var egnað til dekk Tað var manningin á nóta- skipunum, sum hevði tað bestu úrtøkuna í miðal í fjør. Eitt yvirlit, sum Bú- skaparráðið hevur gjørt, vísir, at um ein maður var við einum nótaskipi alt árið, so tjenti hann (í miðal) 91.425 kr., tá fritíð- arløn og annað er íroknað. Tann besti manningar- parturin var 151.000 krón- ur. Men hetta var litið i mun til skiparalønina. Tann hægsta skiparalønin var 377.453 kr. Niðanfyri verður givið eitt yvirlit yvir miðalúr- tøkuna á teimum ymisku veiðuhættunum. Frítíðar- løn, studningur o.a. er roknað við. Úrtøkan Manningin á ídnaðarskip- unum kom næst í úrtøku við 83.753 kr. Á frystiskipunum var miðalúrtøkan 78.656 kr. Manningin á trolarunum tjenti 56.000 kr. og á línu- skipunum 51.473 kr. Manningin á línuskip- um, sum vóru á ísfiska- veiðu, hevði tað minstu úr- tøkuna. Teir tjentu í miðal 48.216 kr. og tann lægsta úrtøkan var 32.611 kr. við einum skipi. ísfiskurin gav lítið Eisini hevur búskaparráð- ið gjørt eitt yvirlit yvir raksturin av skipunum. Her skulu nevnast nøkur tøl, sum vísa, hvussu tað gekk. Roknað er við tí avlopi, sum skipini høvdu til rentur, avdráttir av lám- um og umsiting. Av 17 Jinuskipum høvdu bert tvey hall. Miðavlopið var 408.700 kr. Tað gekk heldur verri hjá teimum, sum vóru á ís- fiskaveiðu. Av 8 skipum, sum alt árið vóru í hesi vinnu, høvdu tvey undir- skot, og miðalavlopið var 75.200 kr. Tvey skip, sum ikki vóru í hesi vinnu ait árið, høvdu undirskot. Her skal eisini nevnast, at tá rentur, avdráttir og um- siting vóru drigin frá, høvdu bert trý av teimum 10 skipunum nakað yvir- skot. Samanborið við farin ár visir tað seg kortini at gangast betur og betur hjá teimum línuskipum, ið eru á ísfiskaveiðu. Ein orsøk til, at fleiri skip hava hall, er, at nógv er gjørt við tey, m.a. hava fleiri fingið hill- ar í lastina. 2,9 milj. kr. til avlops Sjúrðarberg stóð seg best av trolarunum. Hann hevði útivið 2,9 milj. kr. til avlops til rentur, avdráttir og umsiting. Eisini Vest- urvón hevði eitt gott ár við næstan tveimum milj. kr. til avlops. Allir teir sjey trolarar- nir, sum royndu alt árið, høvdu avlop. Stellutrolar- amir, sum ikki vóm alt ár- ið í vinnu, høvdu tilsam- ans meira enn eina milj. kr. í undirskoti. Miðalavlopið hjá trolar- unum var 1,2 milj. kr. 011 nótaskipini høvdu avlop, í miðal 1,3 milj. kr. Hjá frystiskipunum var tað 700.000 kr., og hjá ídnaðarskipunum 298.000 kr. Á næsta fundi í NEAFC, felagsskapinum fyri fiski- skapi i landnyrðingsparti- num av Atlantshavinum, fara norðanlond væntandi at leggja fram eitt felags uppskot um avmarking av makrelveiðuni í Skagerak og Norðsjónum. Umboð fyri Norra, Dan- mark, Svøríki, Føroyar og Island hava hildið fund í Bergen, har eitt uppskot varð lagt fram, um at onki land skal veiða meira enn 150% av tí, sum tað veiddi í 1972 ella -73. Haraftrat skal koma tann avmark- ing, at hægsta loyvda veiða verður 10.000 tons, Útróðrar- bátarnir Fyri fyrstu ferð hevur bú- skaparráðið eisini gjørt eitt yvirlit yvir raksturin av útróðrarbátum. Tað vísir, at av 17 bátum undir 25 tons høvdu allir uttan tveir avlop, í miðal 25.720 kr. Av 14 bátum 25 til 40 tons høvdu eisini allir utt- an tveir avlop, i miðal 46.772 kr. 11 bátar yvir 40 tons høvdu í miðal 63.448 kr. til avlops. Allir hesir nevndu bátamir høvdu trolloyvi. Úrslitið sær ikki rættu- liga so væl út hjá teimum bátum, ið ikki høvdu trol- loyvi. Tveir av 14 bátum undir 25 tons høvdu undir- skot. Miðalavlopið var 27.700 kr. Fýra av 8 bátum 25 til 40 tons høvdu undirskot. Miðalavlopið var 13.000 kr. Tríggir av 11 bátum 40 til 60 tons høvdu undirskot, og mið- alavlopið var 39.673 kr. Sjey av 19 bátum yvir 60 tons høvdu undirskot, og miðalavlopið var 28.240 kr. og øll londini skulu hava loyvi at veiða í hvussu so er 2.500 tons. Verður uppskotið sam- tykt í NEAFC, skal vera loyvt at veiða sambært hesar reglur fyrra hálvár av 1975. Fyrra hálvár í ár hava føroyingar veitt 6.000 tons. í Bergen varð skotið upp, at kvotan hjá norð- monnum skal verða 10.000 tons, føroyingum 8.600, dønum og svenskarum 4.800 og íslendingum 2.500 tons. Landsstýrið tekur undir við hesum uppskoti við ávísum fyrivarnum. Makrelkvota uppá 8.600 tons R Æ N D U R David fekk nógv at hugsa um, tá verturin á vertshúsinum nevndi, at pápi David mundi vera elsti sonur og átti at havt arvað góðs- ið, sum Ebenezer Balfour hevði. So var David sjálvur meðni tann rætti arvingurin til góðsið Shaws, og hann var ikki ein fá- tækur skúlalærarasonur, men ein ríkur góðseigari. David noyddist at gevast at hugsa um hetta, tá skiparin Hoseason og Ebenezer róptu á hann.. Ogvuliga blíðmæltir bjóðaðu teir David at koma umborð á briggina at vitja, og tað vildi hann fegin. Skiparin vildi drekk- a eitt glas fyrst og siga Ebenezer Balfour farvæl, og hann bjóðaði sær til at taka gávur við sær heim til hansara úr Suðurlond- um. Teir fóru allir tríggir umborð á róðrarbátin, og matrósamir róðu teir skjótt út til briggina.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.