Tíðindablaðið - 27.09.1974, Page 8
Síða 8
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 27. september 1974
Gravid
Eg eri 21 ár, gift og
uppá vegin. Tað er
helst onki óvanligt i tí,
at ein bamakona følir
seg illa av og á, men eg
haldi, at tað er verri hjá
mær enn teimum flestu.
Eg havi bara gingið i
tveir mánaðar, og eg
spýggi í heilum, ofta er
tað fleiri ferðir um dag-
SPYRJIÐ
L/EKNAN
Marner Simonsen, yvir-
lcekni, svarar
Tað er altíð gott við
einari traditión, har
fleiri ættarlið hava átt
heimi, og tá var ikki
annað betri, men nú eru
umstøðumar og tíðir-
nar øðrvísi, og tað kann
eisini gerast meira fyri
at bjarga barninum, um
okkurt skuldi borist á.
MS
m.
Kann nakað gerast
við hetta?
U.J.
Tað er ikki óvanligt, at
barnakona kennir seg
illa teir fyrstu tríggjar
mánaðarnar. Fyri at
minka um vamlið og
spýggjuna, so kundu
tygum roynt at tikið
Pyridoxin-tablettir,
eini 100 mg triggjar
ferðir um dagin. Hetta
fáa tygum í hondkeypi
á apotekinum. Annan
heilivág mugu tygum
ikki nýta móti spýggj-
uni, serstakliga ikki
sjóverkstablettir.
MS
Føðing
Eg búgvi í einari lítlari
bygd. Eg eri upp á
vegin og skal eiga um
fýra mánaðar. Vit eru
inngift. Nú setir maður
mín uppá, at eg skal
eiga heima, ti tað hava
tey gjørt her í húsinum
ígjøgnum fleiri ættar-
lið. Hann heldur, at tað
er nakað serliga hugna-
ligt við tí, at børnini
koma til verðina í sín-
um egna heimi.
Hvat siga tygum til
hetta? Eg má siga, at
mær dámar tað onki, og
eg eri eitt sindur ner-
vøs. Men mær dámar
heldpr ikki at seta meg
upp ímóti ynskinum hjá
manninum.
K.J.
Eg haldi, at tað er vág-
aligt at leggja seg til at
eiga heima og kanska
hava ein langan veg til
sjúkrahús, um okkurt
skuldi hent. Tað er ikki
ti, at eg eri bangin fyri,
at tað skal henda tyg-
um nakað, men barnið
kann fáa skaða, og ti vil
eg ráða tygum til at
eiga á sjúkrahúsi fyri at
fáa tað best møguliga
barnið burturúr.
Feitt hár
Eg havi so feittut hát,
at tað fæst ongantíð at
líkjast nøkrum. Sjálvt
um eg vaski tað tvær
ferðir og viðhvørt kans-
ka tríggjar ferðir um
vikuna, so hongur tað
altíð sum ein ullalagd á
toppinum.
Kunnu tygum geva
mær onkur góð ráð?
Finst nakað medisin
fyri hetta?
B-a
Tað er ógvuliga trupult
at svara uppá henda
spuming, tí tygum nev-
na ikki, um tygum eru
mannfólk ella konufólk,
men eg vildi mælt
tygum til at vaska
hárið hvønn dag.
MS
Pína í
beinunum
Eg eri 23 ár og havi ofta
pínu i beinunum. Við-
hvørt havi eg so ilt, at
eg má seta meg niður
eina løtu fyri at fáa pín-
una vekk.
Eg haldi, at hetta er
komið síðani eg fekk
nýtt arbeiði. Arbeiðs-
plássið er í einum kjall-
ara, har tað er stoypt
gólv. Eg havi hoyrt
onkran sagt, at tað er
ikki sunt altíð at ganga
á betong og serliga, tá
klettur er beint undir.
Kann hetta vera
grundin?
K.
Tað kann illa bara vera
betonggólvið, sum gev-
ur tygum pínu í bein-
unum, helst man tað
vera skóbúnin og um
tygum arbeiða roett,
t.v.s. at tygum hava
arbeiði í rættari hædd,
so at tygum bera
kroppin rætt og harvið
standa rætt.
MS
Úrtøkan best við
nótaskipum, minst
á ísfiskaveiðu
Eigarin meinti ikki, at glasfipur
var egnað til dekk
Tað var manningin á nóta-
skipunum, sum hevði tað
bestu úrtøkuna í miðal í
fjør. Eitt yvirlit, sum Bú-
skaparráðið hevur gjørt,
vísir, at um ein maður var
við einum nótaskipi alt
árið, so tjenti hann (í
miðal) 91.425 kr., tá fritíð-
arløn og annað er íroknað.
Tann besti manningar-
parturin var 151.000 krón-
ur. Men hetta var litið i
mun til skiparalønina.
Tann hægsta skiparalønin
var 377.453 kr.
Niðanfyri verður givið
eitt yvirlit yvir miðalúr-
tøkuna á teimum ymisku
veiðuhættunum. Frítíðar-
løn, studningur o.a. er
roknað við.
Úrtøkan
Manningin á ídnaðarskip-
unum kom næst í úrtøku
við 83.753 kr.
Á frystiskipunum var
miðalúrtøkan 78.656 kr.
Manningin á trolarunum
tjenti 56.000 kr. og á línu-
skipunum 51.473 kr.
Manningin á línuskip-
um, sum vóru á ísfiska-
veiðu, hevði tað minstu úr-
tøkuna. Teir tjentu í miðal
48.216 kr. og tann lægsta
úrtøkan var 32.611 kr. við
einum skipi.
ísfiskurin
gav lítið
Eisini hevur búskaparráð-
ið gjørt eitt yvirlit yvir
raksturin av skipunum.
Her skulu nevnast nøkur
tøl, sum vísa, hvussu tað
gekk. Roknað er við tí
avlopi, sum skipini høvdu
til rentur, avdráttir av lám-
um og umsiting.
Av 17 Jinuskipum høvdu
bert tvey hall. Miðavlopið
var 408.700 kr.
Tað gekk heldur verri
hjá teimum, sum vóru á ís-
fiskaveiðu. Av 8 skipum,
sum alt árið vóru í hesi
vinnu, høvdu tvey undir-
skot, og miðalavlopið var
75.200 kr. Tvey skip, sum
ikki vóru í hesi vinnu ait
árið, høvdu undirskot. Her
skal eisini nevnast, at tá
rentur, avdráttir og um-
siting vóru drigin frá,
høvdu bert trý av teimum
10 skipunum nakað yvir-
skot.
Samanborið við farin ár
visir tað seg kortini at
gangast betur og betur hjá
teimum línuskipum, ið eru
á ísfiskaveiðu. Ein orsøk
til, at fleiri skip hava hall,
er, at nógv er gjørt við tey,
m.a. hava fleiri fingið hill-
ar í lastina.
2,9 milj. kr.
til avlops
Sjúrðarberg stóð seg best
av trolarunum. Hann
hevði útivið 2,9 milj. kr. til
avlops til rentur, avdráttir
og umsiting. Eisini Vest-
urvón hevði eitt gott ár við
næstan tveimum milj. kr.
til avlops.
Allir teir sjey trolarar-
nir, sum royndu alt árið,
høvdu avlop. Stellutrolar-
amir, sum ikki vóm alt ár-
ið í vinnu, høvdu tilsam-
ans meira enn eina milj.
kr. í undirskoti.
Miðalavlopið hjá trolar-
unum var 1,2 milj. kr.
011 nótaskipini høvdu
avlop, í miðal 1,3 milj. kr.
Hjá frystiskipunum var
tað 700.000 kr., og hjá
ídnaðarskipunum 298.000
kr.
Á næsta fundi í NEAFC,
felagsskapinum fyri fiski-
skapi i landnyrðingsparti-
num av Atlantshavinum,
fara norðanlond væntandi
at leggja fram eitt felags
uppskot um avmarking av
makrelveiðuni í Skagerak
og Norðsjónum.
Umboð fyri Norra, Dan-
mark, Svøríki, Føroyar og
Island hava hildið fund í
Bergen, har eitt uppskot
varð lagt fram, um at onki
land skal veiða meira enn
150% av tí, sum tað veiddi
í 1972 ella -73. Haraftrat
skal koma tann avmark-
ing, at hægsta loyvda
veiða verður 10.000 tons,
Útróðrar-
bátarnir
Fyri fyrstu ferð hevur bú-
skaparráðið eisini gjørt
eitt yvirlit yvir raksturin
av útróðrarbátum. Tað
vísir, at av 17 bátum undir
25 tons høvdu allir uttan
tveir avlop, í miðal 25.720
kr. Av 14 bátum 25 til 40
tons høvdu eisini allir utt-
an tveir avlop, i miðal
46.772 kr. 11 bátar yvir 40
tons høvdu í miðal 63.448
kr. til avlops. Allir hesir
nevndu bátamir høvdu
trolloyvi.
Úrslitið sær ikki rættu-
liga so væl út hjá teimum
bátum, ið ikki høvdu trol-
loyvi. Tveir av 14 bátum
undir 25 tons høvdu undir-
skot. Miðalavlopið var
27.700 kr. Fýra av 8
bátum 25 til 40 tons høvdu
undirskot. Miðalavlopið
var 13.000 kr. Tríggir av
11 bátum 40 til 60 tons
høvdu undirskot, og mið-
alavlopið var 39.673 kr.
Sjey av 19 bátum yvir 60
tons høvdu undirskot, og
miðalavlopið var 28.240
kr.
og øll londini skulu hava
loyvi at veiða í hvussu so
er 2.500 tons.
Verður uppskotið sam-
tykt í NEAFC, skal vera
loyvt at veiða sambært
hesar reglur fyrra hálvár
av 1975. Fyrra hálvár í ár
hava føroyingar veitt
6.000 tons.
í Bergen varð skotið
upp, at kvotan hjá norð-
monnum skal verða 10.000
tons, føroyingum 8.600,
dønum og svenskarum
4.800 og íslendingum
2.500 tons.
Landsstýrið tekur undir
við hesum uppskoti við
ávísum fyrivarnum.
Makrelkvota uppá
8.600 tons
R
Æ
N
D
U
R
David fekk nógv at hugsa um, tá
verturin á vertshúsinum nevndi,
at pápi David mundi vera elsti
sonur og átti at havt arvað góðs-
ið, sum Ebenezer Balfour hevði.
So var David sjálvur meðni tann
rætti arvingurin til góðsið
Shaws, og hann var ikki ein fá-
tækur skúlalærarasonur, men
ein ríkur góðseigari. David
noyddist at gevast at hugsa um
hetta, tá skiparin Hoseason og
Ebenezer róptu á hann..
Ogvuliga blíðmæltir bjóðaðu
teir David at koma umborð á
briggina at vitja, og tað vildi
hann fegin. Skiparin vildi drekk-
a eitt glas fyrst og siga Ebenezer
Balfour farvæl, og hann bjóðaði
sær til at taka gávur við sær
heim til hansara úr Suðurlond-
um.
Teir fóru allir tríggir umborð á
róðrarbátin, og matrósamir róðu
teir skjótt út til briggina.