Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Blaðsíða 11

Tíðindablaðið - 27.09.1974, Blaðsíða 11
Fríløtan TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 27. september 1974 Síða 11 Myrdi ein uttanríkisráðharra og ein kong eftir fáum sekundum 19 ára gamal hevði ein maður, ið vanliga nevndist Peter Kalemen, gjørt trygdar- eið til tann loyniliga felagsskapin IMRO, sum virkaði fyri at gera Makedonia til eitt sjálvstøðugt ríki, leyst av Jugoslavia og Grikkalandi. Hesin maðurin loysti sjey skot av í Marseille í Fraklandi í 1934 og myrdi ein kong og ein uttanríkisráð- harra. Tað var hansara 34. morð. Hann byrjaði sum drápsmaður í 1924, tá hann myrdi bulgarska kommunista- leiðaran Hadji-Dimoff. Og hann helt fram uttan steðg sum professionellur drápsmaður. Hann hvørki drakk ella roykti ella át kjøt - tað seinasta, tí hann helt tað vera «ræðuligt at drepa djór». Jugoslavia var skipað sum ríki eftir fyrra heimsbar- daga. Tað hekk leyst sam- an innanhýsis, og vandar hóttu tað uttaneftir. í hesum landi búðu tríggjar tjóðir umframt ein hóp av minnilutum. Tær tríggjar tjóðimar vóru - og eru - serbarar, kroatar og slovenarar. Ein fjórðingur av fólki- num hoyrdi til ymiskar minnilutar. Tann størsti minnilutin, sum taldi 800.000 fólk, var maka- donarar.Serbamir og kro- atamir hava altíð verið ó- líkir, bæði mentunarliga og trúarliga. Hatrið var stórt. Serbamir taldu minni enn triðing av tí samlaða fólkatalinum, men teir vildu ráða og gera øll til serbarar. I 20unum varð maka- doniski felagsskapurin IMRO skipaður sum ein sterkur felagsskapur. Síðst í 20unum skipaðu kroatarnir ein loyniligan felagsskap, USTASHI. Hetta hendi, eftir at trígg- ir kroatiskir parlaments- limir vóm myrdir í ting- salinum. Hesir báðir fel- agsskapir - IMRO og USTASHI - fóm at ar- beiða saman, og teir løgdu tað morðið til rættis, sum Peter Kalemen framdi í 1934. Einaræði Alexander kongur av Jug- oslavia royndi at bjarga sínum landi við at taka sær einaræði og við at halda seg væl við granna- londini yvirhøvur. Grann- amir ynsktu at kuta tað unga Jugoslavia sundur. Ungarn og Bulgaria krav- du stór landaøki, Italia vildi hava eitt strekki fram við Adriatarhavinum, og Albania var eisini ein hótt- an. í 1934 setti Alexander seg í samband við Hitler. Men fransmenn, sum altíð hava viljað innibyrgt Týskland, vildu nú hava Alexander at vitja. Avtalað varð, at hann skuldi fara til Fraklands í oktober at tingast við utt- anríkisráðharran, Louis Barthou. Teir skuldu hitt- ast 9. oktober í 1934. Tað gjørdist teimum báðum deyðastund. Skotini Kongaskipið Dubrovnik legði at í Marseille seinna- part á degi. Tann 72 ára gamli Louis Barthou stóð á bryggjuni. Hann gledđi seg til fundin, tí hann vildi gera eina trygdaravtalu við Alexander um sam- vinnu ímóti teimum dikt- atumnum, sum trivust so væl á evropeiska megin- landinum hesa tíðina. Nógv túsund fólk vóm komin at fagna konginum. Marseille var eydnurikt fyri at eiga lut í tí stási, sum næstan altíð fall Paris i lut. Eitt hemaðarorkestur spældi tjóðsangimar, og Ein dramatisk løta í Mar- seille i 1934: maðurin á hestbaki høggur dráps- mannin niður, sum stend- ur á bilgáttini 1 hesum døgum fyri 40 árum síðani Alexander fór í land. Barthou tók í báðar hend- ur hansara og helt teimum fast. Síðani settust báðir í ein stóran limousine við opnari kalesju og koyrdu avstað. Hestmenn riðu aft- aná, men ikki politistar á motorsúklu, og hermenn stóðu bert onkunstaðni á leiðini. Kongurin hevði ikki tann skottryggjaða stálbúnan, sum hann plagdi at vera í, tá hann var úti. Bilurin koyrdi spaku- liga. Hurrárópini geltu, hendur og lummaturrikløð veittraðu. Kongurin heils- aði til høgm og vinstm og brosaði. Barthou nikkaði alfaðirligur. So var tað, at vanlukkan hendi. Knappliga rann ein mað- ur fram úr fjøldini. Áðrenn nakar vamaðist, hvat hendi, leyp hann upp á bil- gáttina. Sjey skot hoyrd- ust. Drápsmaðurin dripin Tiý ella fýra av skotunum raktu Alexander kong, og eitt ella tvey skot raktu Barthou. Eitt skot rakti ein general, sum reið aft- aná bilinum. Hetta hendi alt eftir seks, sjey sekundum. Bilførarin fekk fatur í ermuna á drápsmanninum. Peter Kalemen lyfti revol- varin og ætlaði helst at skjóta seg, men áðrenn hann fekk tíð, høgdi ein oberstur hann niður við sáplinum. Bilurin koyrdi til næstu politistøð, tveir læknar komu til, men Alexander var deyður. Barthou and- aði enn og varð fluttur á sjúkrahús, har hann doyði ein góðan tíma seinni. Generalurin, sum varð raktur, fekk læknahjálp og varð bjargaður. Tá drápsmaðurin fall fyri høgginum, troðkaðu fólk seg í øðini fram at honum, klóraðu hann og sparkaðu hann, so at hann næstan ikki kendist aftur, tá politiið slapp til hans- ara. Teir fóm við honum til eina lítla kiosk í nánd, har hann doyði ein tíma eftir morðini. Peter Kalemen - sum av røttum æt Tschemozem- sky - varð grivin í Mar- seille. Útlagnir kroatar og makadonarar í USA hava enn í dag minningarguds- tænastu um mannin, sum teir rokna sum hetju og stríðsmann. Skyldin I Fraklandi tók eitt stríð seg upp um, hvør hevði á- byrgdina av, at trygdar- tiltøkini vóm so vánalig. Tað endaði við, at trygd- artænastan átók sær skyldina. Summir hildu, at høgir menn - um ikki stjórnin, so embætismenn og politiyv- irmenn - høvdu verið uppi í ráðagerðini. Og tríggir ser- barar vórðu tiknir og døm- dir til lívlangt fongsul fyri at hava hjálpt til morðini. Tað er eisini komið fram, at Italia undir Mussolini eftir øllum at døma hevði verið við í ráðagerðini. Morðini førdu til, at Jugoslavia hótti Ungarn og Bulgaria við kríggi, og ein diplomatisk kreppa tók seg upp millum Italia og Frakland. Kríggj hótti Ev- ropa hesar dagarnar eftir morðini í Marseilles.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.