Tíðindablaðið - 27.09.1974, Side 11
Fríløtan
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 27. september 1974 Síða 11
Myrdi ein uttanríkisráðharra
og ein kong eftir fáum sekundum
19 ára gamal hevði ein maður, ið vanliga
nevndist Peter Kalemen, gjørt trygdar-
eið til tann loyniliga felagsskapin IMRO,
sum virkaði fyri at gera Makedonia til
eitt sjálvstøðugt ríki, leyst av Jugoslavia
og Grikkalandi. Hesin maðurin loysti
sjey skot av í Marseille í Fraklandi í 1934
og myrdi ein kong og ein uttanríkisráð-
harra. Tað var hansara 34. morð.
Hann byrjaði sum drápsmaður í 1924,
tá hann myrdi bulgarska kommunista-
leiðaran Hadji-Dimoff. Og hann helt
fram uttan steðg sum professionellur
drápsmaður. Hann hvørki drakk ella
roykti ella át kjøt - tað seinasta, tí hann
helt tað vera «ræðuligt at drepa djór».
Jugoslavia var skipað sum
ríki eftir fyrra heimsbar-
daga. Tað hekk leyst sam-
an innanhýsis, og vandar
hóttu tað uttaneftir. í
hesum landi búðu tríggjar
tjóðir umframt ein hóp
av minnilutum. Tær
tríggjar tjóðimar vóru - og
eru - serbarar, kroatar og
slovenarar.
Ein fjórðingur av fólki-
num hoyrdi til ymiskar
minnilutar. Tann størsti
minnilutin, sum taldi
800.000 fólk, var maka-
donarar.Serbamir og kro-
atamir hava altíð verið ó-
líkir, bæði mentunarliga
og trúarliga. Hatrið var
stórt. Serbamir taldu
minni enn triðing av tí
samlaða fólkatalinum,
men teir vildu ráða og gera
øll til serbarar.
I 20unum varð maka-
doniski felagsskapurin
IMRO skipaður sum ein
sterkur felagsskapur.
Síðst í 20unum skipaðu
kroatarnir ein loyniligan
felagsskap, USTASHI.
Hetta hendi, eftir at trígg-
ir kroatiskir parlaments-
limir vóm myrdir í ting-
salinum. Hesir báðir fel-
agsskapir - IMRO og
USTASHI - fóm at ar-
beiða saman, og teir løgdu
tað morðið til rættis, sum
Peter Kalemen framdi í
1934.
Einaræði
Alexander kongur av Jug-
oslavia royndi at bjarga
sínum landi við at taka
sær einaræði og við at
halda seg væl við granna-
londini yvirhøvur. Grann-
amir ynsktu at kuta tað
unga Jugoslavia sundur.
Ungarn og Bulgaria krav-
du stór landaøki, Italia
vildi hava eitt strekki fram
við Adriatarhavinum, og
Albania var eisini ein hótt-
an.
í 1934 setti Alexander
seg í samband við Hitler.
Men fransmenn, sum altíð
hava viljað innibyrgt
Týskland, vildu nú hava
Alexander at vitja.
Avtalað varð, at hann
skuldi fara til Fraklands í
oktober at tingast við utt-
anríkisráðharran, Louis
Barthou. Teir skuldu hitt-
ast 9. oktober í 1934. Tað
gjørdist teimum báðum
deyðastund.
Skotini
Kongaskipið Dubrovnik
legði at í Marseille seinna-
part á degi. Tann 72 ára
gamli Louis Barthou stóð
á bryggjuni. Hann gledđi
seg til fundin, tí hann vildi
gera eina trygdaravtalu
við Alexander um sam-
vinnu ímóti teimum dikt-
atumnum, sum trivust so
væl á evropeiska megin-
landinum hesa tíðina.
Nógv túsund fólk vóm
komin at fagna konginum.
Marseille var eydnurikt
fyri at eiga lut í tí stási,
sum næstan altíð fall Paris
i lut.
Eitt hemaðarorkestur
spældi tjóðsangimar, og
Ein dramatisk løta í Mar-
seille i 1934: maðurin á
hestbaki høggur dráps-
mannin niður, sum stend-
ur á bilgáttini
1 hesum
døgum
fyri
40
árum
síðani
Alexander fór í land.
Barthou tók í báðar hend-
ur hansara og helt teimum
fast. Síðani settust báðir í
ein stóran limousine við
opnari kalesju og koyrdu
avstað. Hestmenn riðu aft-
aná, men ikki politistar á
motorsúklu, og hermenn
stóðu bert onkunstaðni á
leiðini. Kongurin hevði
ikki tann skottryggjaða
stálbúnan, sum hann
plagdi at vera í, tá hann
var úti.
Bilurin koyrdi spaku-
liga. Hurrárópini geltu,
hendur og lummaturrikløð
veittraðu. Kongurin heils-
aði til høgm og vinstm og
brosaði. Barthou nikkaði
alfaðirligur.
So var tað, at vanlukkan
hendi.
Knappliga rann ein mað-
ur fram úr fjøldini. Áðrenn
nakar vamaðist, hvat
hendi, leyp hann upp á bil-
gáttina. Sjey skot hoyrd-
ust.
Drápsmaðurin
dripin
Tiý ella fýra av skotunum
raktu Alexander kong, og
eitt ella tvey skot raktu
Barthou. Eitt skot rakti
ein general, sum reið aft-
aná bilinum.
Hetta hendi alt eftir
seks, sjey sekundum.
Bilførarin fekk fatur í
ermuna á drápsmanninum.
Peter Kalemen lyfti revol-
varin og ætlaði helst at
skjóta seg, men áðrenn
hann fekk tíð, høgdi ein
oberstur hann niður við
sáplinum.
Bilurin koyrdi til næstu
politistøð, tveir læknar
komu til, men Alexander
var deyður. Barthou and-
aði enn og varð fluttur á
sjúkrahús, har hann doyði
ein góðan tíma seinni.
Generalurin, sum varð
raktur, fekk læknahjálp og
varð bjargaður.
Tá drápsmaðurin fall
fyri høgginum, troðkaðu
fólk seg í øðini fram at
honum, klóraðu hann og
sparkaðu hann, so at hann
næstan ikki kendist aftur,
tá politiið slapp til hans-
ara. Teir fóm við honum til
eina lítla kiosk í nánd, har
hann doyði ein tíma eftir
morðini.
Peter Kalemen - sum av
røttum æt Tschemozem-
sky - varð grivin í Mar-
seille. Útlagnir kroatar og
makadonarar í USA hava
enn í dag minningarguds-
tænastu um mannin, sum
teir rokna sum hetju og
stríðsmann.
Skyldin
I Fraklandi tók eitt stríð
seg upp um, hvør hevði á-
byrgdina av, at trygdar-
tiltøkini vóm so vánalig.
Tað endaði við, at trygd-
artænastan átók sær
skyldina.
Summir hildu, at høgir
menn - um ikki stjórnin, so
embætismenn og politiyv-
irmenn - høvdu verið uppi í
ráðagerðini. Og tríggir ser-
barar vórðu tiknir og døm-
dir til lívlangt fongsul fyri
at hava hjálpt til morðini.
Tað er eisini komið fram,
at Italia undir Mussolini
eftir øllum at døma hevði
verið við í ráðagerðini.
Morðini førdu til, at
Jugoslavia hótti Ungarn
og Bulgaria við kríggi, og
ein diplomatisk kreppa tók
seg upp millum Italia og
Frakland. Kríggj hótti Ev-
ropa hesar dagarnar eftir
morðini í Marseilles.