Tíðindablaðið - 08.01.1975, Blaðsíða 1

Tíðindablaðið - 08.01.1975, Blaðsíða 1
íðindablaðið 1-2. árg. - leysasøla 2,00 kr. Mikudagur 8. januar 1975 Telefon 1 48 49 v\ftur í gjár Samráðingarnevndirnar iyri javnaðarflokkin, ijóðveldisflokkin og i'ólkaflokkin komu sam- ■an aftur til fundar klokk- an 15 í gjár at halda fram at viðgera orðaljóðið i einum samgongusátt- mála. Ein trímanna- ,- ievnd við einum manni úr hvørjum flokki gjørdi um vikuskiftið uppskot um orðaljóð í einum sátt- mála. Tað var ikki greitt fyri tundin í gjár, um semja var um øll punkt, og um flokkarnir kundu gera seg lidnar við tingingar- nar um sáttmálan í gjár. Ætlanin er, tá hesar ,,'ingingar eru av, at taka ‘ tøðu til manningina í . tinganesi og málsøkini, ísum løgmaður og teir einstøku landsstýris- menninir skuldu hava úndir sær. Tað er ikki tikin støða Jt-fl, hvussu nógvir mans skulu vera í nýggja landsstýrinum. 3800 kr. stolnar i gjáranáttina varð brot- ið inn á barnagarðinum og vøggustovuni við Velbastaðvegin. 3800 kr. vóru stolnar í báðum húsunum. Eisini varð brotið inn í ein reiðskapsskúr í kirkj- ugarðinum, og ein dyna- mittkassi var brotin upp, men tað er ikki greitt, um nakað krút var stolið. Mánakvøldið royndi 9r in maður at bróta inn á jposthúsinum, men fólk e óu hann, og hann tók til i ýmingar, áðrenn politi- i ið kom. Brotið varð inn um- <i orð á Hólrhi við vestaru "' fyggju, og nakað av ri erverki var gjørt. óhapp í 1 íálku 1 kavanum seinastu dag- ! irnar hava verið nógv j imærri bilóhapp. Mána- > lagin fingu fýra bilar i snuddir í hálkuni, og í ) einum føri rendu tveir í bilar saman. Pyrrapartin í gjár 1 úendi eisini eitt biló- I happ. - Eg vildi helst ikki havt hetta mál fyri rættin - sigur Erlendur Patursson um sakarmálið, sum Zakarias Wang hevur lagt Dómsviðgerðin byrjaði í Føroya Rætti fyrrapartin í gjár. Á tí fundinum vórðu Erlendur Patursson, Petur Reinert og Trygvi Árting avhoyrdir. Rættarfundurin varð so tikin uppaftur seinnapartin. í rættinum greiddi Erlend- ur Patursson frá, at hann hevur altíð viljað havt frið um hetta mál. - Eg havi ikki viljað skrivað í blaðnum um at- burðin hjá Zakariasi Wang, segði Erlendur Pat- ursson, og 14. September hevur fingið nógv lesara- brøv viðvíkjandi Zakarias Wang, men eg havi ikki viljað givið teimum inni- vist. Erlendur segði, at hann hevur altíð meint, at hetta skuldi vera eitt innanhýsis mál í flokkinum. Men tá hetta málið kom fram við- víkjandi partafelagnum Blaðstarv, var neyðugt at lata partafelagsreigstarið fáa málið. Sakin arkiverað Erlendur greiddi frá, at hann nakað seinni sum blaðmaður ringdi til fútan og spurdi hann, hvussu sakin stóð. Fútin svaraði, at sakin var arkiverað, og hetta gleddi meg, segði Erlendur, tí vit kundu so framvegis varðveita hetta sum eitt innanflokkamál. Eg kendi væl Zakarias Wang og mammu hansara og ynskti at sleppast kundi undan at føra hesa sakina. Saksøkti greiddi frá, at tá G-listin kom fram, var hann staddur i Keypmann- ahavn. Stjórnin í Suður- streymoyar tjóðveldisfelag vildi ikki kennast við henda lista, men tá hevði eg ongan lut í hesum máli, segði Erlendur. - Tá eg kom heim, skilti eg, at her var við at henda nakað galið, tí val var í hond, og hetta málið kundi skaða okkara áhugamál. Vildi slætta sjógvin - Eg hitti so tveir av feføg- unum hjá Zakariasi, teir vóru Álvur Kirke og Niclas á Dunga, og eg segði teim- um, at tað, sum teir vóru við at gera, var at spreingja tjóðveldisflokk- in. Eg lovaði at gera ein persónligan innsats fyri at slætta sjógvin, og bað teir bera boðini til rætta við- komandi, men hesum til- boði varð ikki tikið av. Upp á fyrispurning frá verjanum hjá Zakariasi Wang, um hann visti, at Zakarias var í Skotlandi um hetta murídið, svaraði Erlendur Patursson, at tað visti hann ikki. Ovboðið Erlendur greiddi víðari frá, at undir \salstríðnum komu nógvar skuldsetingar frá Zakariasi og hansara við- haldsmonnum, men eg svaraði ikki upp á hesar skuldsetingar. Men tá Zakarias Wang fekk orðið í útvarpinum tann 4. nov- ember, helt hann fram við skuldsetingunum og herdi tær, og tá tóktist mær, at nú var ovboðið, og nú kundu vit ikki tiga longur. Erlendur greiddi frá, at sjálvur hoyrdi hann ikki tað, sum Zakarias segði í útvarpinum, tí tað var pol- itiskur fundur í itróttar- høllini í Havn tað kvøldið. Høvdu vit havt høvi til at hoyrt skuldsetingarnar beinanvegin, so høvdu vit svarað upp á tær á tí fund- inum. Vit avgjørdu at koma við einum svari í útvarpi- num um kvøldið tann 5. november, og dagin ef ir í 14. Hetta varð sett fram í útvarpinum fyri at geva Zakariasi Wang høvi til at svara aftur, segði Erlendur Patursson. Verjin hjá Zakariasi spurdi Erlend, hví hann ikki var á fundinum, sum Zakarias skipaði fyri á lær- araskúlanum um kvøldið tann6. november, men Er- lendur svaraði, at hann var so upptikin og hevði ikki tíð til tess. Ynskti at savna flokkin Petur Reinert, sum eisini er ein av teimum saksøktu, segði, at hann ynskti at savna flokkin heldur enn at spjaða uppaftur meira, og tá listin, sum Zakarias Wang stóð á gjørdist ein G-listi, so vónaði hann, at teir, sum stóðu aftanfyri henda listan, fóru at taka hann aftur, av tí at at- kvøðurnar hjá hesum lista komu ikki at falla tjóð- veldisflokkinum til. Petur Reinert hevði hoyrt tað, sum Zakarias segði í útvarpinum tann 4. november. Dagin eftir var hann i Havn, har talað varð um hetta mál. Hann spurdi Ólav Michelsen, sum hesin hevði skrivað undir eina útskrift í gerða- bókini hjá pf. Blaðstarv, 14. SEPTEMBER NVVALDA U«UnciA k< • týdnincumikUr avjnrðif 1.ATID l)óAv«ldiii(k>kkin mannatafkan vrr* i haaum h«v» týdning (yri livikorini hj* ollum okkara (ólki. T)óAv<'ldi<(lokkunn vil rvttvim tenarlax og rKttvisi ■v tenum vrrkamaniu. T)óAv<-ldisflokkurin vil rrttvist skattalaft StandiA aa'man um haai rattviaiakrav. tá tit Havið i huga NÝVALDA tecllnctA kfmur at Uka avgarAir I týdninganniklum livamalum tióAarinnar FrartelamáUnum Elnai (lokkurin bvvur grviAa og ktera FØROYSKA atoAu I broum livamál Mteniat Ul batta. U Fullkomin hjálp og stuðul áUtlH TCIMHM. .. NØKUR PRÓGV FRAMLØGD Ou- /973, ..-J á . a;., - - ÍK-rvS **—• ---»•"* /v- Cty*. 1AJA , ........ UUUÍ/J'O Ævuuvóíuif*, r/x .«> CtA. íz&xTXzr mnmt m ahii siu>.A*t aioisn arr J.i.. ______ EINGIN STEVNING Veljarar í Suðuratreymoy LATID tykkum ikkiarkjmateav trim alaáknui gjord móti Ookki okkara. VteiA oUum braum ataókaum og aniAálopum Irá tykkum. Duga vit at atanda anman um llokk okkara • tjóAvrldialtekkln ■ atáralgur á valinum I dag. HaviA hinar dýni hugajáolr lloftka okkara 1 hoga. U IA tit a. tykkara I valrúmlnum Fjrimrntir á val og artiA kroaa viA IteU E. Valdagi'i 7. november hevði 14. September yvirlýsing- ina móti Zakarias Wang og fotoprent av skjølum, sum teir søgdu vera prógv men hesum sýtti hann fyri. Hann segði eisini, at Er- lendur Patursson segði, at rættingar vórðu gjørdar í útskriftini, so hon ikki samsvaraði við gerðabók- ina. Framvegis greiddi Petur Reinert frá, at hann hevði tosað við Finn Joh- ansen, sum hevði havt gerðabókina i varðveitslu, og hesin kundi siga, at tey vitnir, sum høvdu skrivað undir at útskriftin var røtt høvdu ikki havt høvi til at siggjá gerðabókina. Upp á fyrispurning frá verjunum hjá Zakarias Wang um yvirlýsing, sum var lisin í útvarpinum og stóð í 14. September, var undirskrivað, svaraði Pet- ur Reinert, at tað roknaði hann við, at hon var. Álvarsligar skuldsetingar Tann triði av teimum sak- søktu, sum varð avhoyrd- ur á rættarfundinum fyrr- apartin í gjár, var Trygvi Árting. Hann segði, at tað var komið sær fyri oyra, at Zakarias Wang varð skuldsettur fyri ymiskt, men hann hevði meint, at tað skuldi kannast nærri, tí hann ivaðist í, um tær vóru sannar. Hann var til steðar á fundinum tann 5. november, tá yvirlýsingin varð gjørd, og tað, sum kom fram á tí fundinum, meinti hann talaði fyri, at okkurt ólógligt var hent. Hann helt ikki, at yvirlýs- ingin varð undirskrivað á fundinum. Á fundinum segði verjin hjá Zakarias Wang, at saksøkjarin metir, at tær skuldsetingar, sum eru settar fram ímóti honum, eru so álvarsligar, at tær koma at skaða hann rest- ina av livinum, um tær ikki verða feldar til jarðar. Sigurd Joensen, sum er verji fyri nøkur av teimum saksøktu, segði, at tað kann diskuterast, um sak- søkjarin verður meira skaddur enn tey saksøktu orsakað av tí framferð, sum saksøkjarin hevur havt ímóti teimum. Siglingar- søgan Páll Nolsøe skjalavørður arbeiðir framvegis við at fullfíggjað tað stóra verkið um siglingarsøguna. I útvarpinum heldur' hann fríggjakvøldið kl. 19.15 ein fyrilestur við evni úr siglingarsøguni.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.