Tíðindablaðið - 08.01.1975, Blaðsíða 7
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 8. januar 1975
4»
m
--------------------!
Nú eru nøkur ár síðani at Føroyahúsið í Keypmannahaun var
keypt. í húsinum nýta føroyingar nøkur høli til samkomur o.a.
Tekningina her omanfyri av húsunum hevur Stefan Danielsen
gjørt
Føroyahúsið týðandi
miðdepul fyri
nógvar føroyingar
Frá Sonna Smith.
Keypmannahavn í januar.
Føroyahúsið í Store Kongensgade 108
hevur annað at bjóða enn vanligar upp-
slítandi drukkveitslur. Her eru skaptir
aðrir møguleikar fyri føroyingar enn til-
vildarlig vertshús í miljónbýnum Keyp-
mannahavn.
Tað hevur verið roynt at
selja húsið í Store Kong-
ensgade og í staðin keypa
Barners Kollegium í Helg-
olandsgade. Men enn er ilt
at siga, um hetta verður í
lagi.
Tí má bøtast og hugnast
um tað, sum er. Møblar
eru fingnir til vega, og
fleiri av teimum áður so
køldu hølunum í húsinum
eru málað.
Húsið hevur fingið sang-
kór, dansiring, bridgefelag
og kvinnubólk, samstund-
is sum Framin, Oyggja-
skeggi og Meginfelag Før-
oyska Studenta virka her.
Hvønn sunnudag hevur
Mentunargrunnur Stud-
entafelagsins útsølu av
bókum, sum felagið gevur
út.
stovuni i húsinum varð
borðreitt við heimabakað-
um køkum (við sukri í),
kaffi og te.
Jóannes Dalsgaard las
upp søgu eftir Heðin Brú.
Petur Ovi Betersen spældi
guitar og sang millum
annað fótbóltsvísuna eftir
Tonglatummas, So vakrar
Moyggjar, Per Jákup
Mikal, og gestirnir sungu
við.
Tað rann væl saman
millum ung og eldri. Gest-
irnir spurdu um viðurskifti
her og heima í Føroyum.
Hetta var eitt kvøld, sum
tey eldru vildu uppliva
aftur. Tey vistu næstan
ikki, hvat tey skuldu siga
av gleði.
vaksnu saman. Sangkórið
uncjirhelt — vælupplagt,
vælsyngjandi og vælskip-
að. Tað var eisini ein sonn
fragd at hoyra Kára Peter-
sen syngja sínar egnu
sosial-realistisku visur.
Hann spældi sjálvur við
einari guitar og einar
munnharpu, ið var fest um
hálsin.
Laura Hentze og Heri
Kragesteen framførdu
sjónleikarkenda táttin
«Magga og Mubbu» eftir
Trónda Olsen, og Arn-
bjørn Danielsen og Laura
lósu upp yrkingar.
í Svøríki
Húsasangkórið við Christ-
ian Wahl sum leiðara hev-
ur nú um 25 limir. Um-
framt føroyskar sangir og
vísur er kórið farið undir at
venja og framføra klassisk
løg og spirituals.
Eini 30 — 40 fólk lut-
taka í dansiringinum.
Bæði sangkórið og dansi-
ringurin høvdu framførslur
í Svøríki í 1974.
í bridgefelagnum kapp-
ast átta til níggju pør inn-
anhýsis. Seinni er ætlanin
at kappast móti øðrum fel-
øgum.
Kvinnubólkurin, sum í
løtuni hevur 15 limir, varð
stovnaður fyri hálvum øð-
rum ári síðani. Tær hittast
fyri at arbeiða við tí støðu,
kvinnan hevur í samfelag-
num. Tær hava lesiringar,
sum viðgera kvinnuspurn-
ingar, og tær hava tikið lut
í blaðtjaki.
Kvøld fyri eldri
Seinasti november og des-
ember vóru merkismánaðir
fyri húsið. Kvinnubólkurin
skipaði tann 26. november
fyri einum kvøldi fyri eldri
føroyingar i Keypmanna-
havn. Hetta vóru føroy-
ingar, sum lítið og onki
hevur verið fjørt fyri sein-
astu 30—40 árini.
í tí nýumvældu seymi-
Steffan Danielsen
Eitt annað merkisvert og
djarvt H’*-’: i húsinum var
málnin imsýningin hjá
Steffan uanielsen frá 8. til
20. desember. Longu
fyrsta dagin vitjaðu eini 30
fólk framsýningina.
Leygardagin 14. desem-
ber komu 130 børn saman
við foreldrum teirra til jól-
atræ i húsinum.
Um kvøldið komu tey
Síða 7
BØKUR
OG LIST
Ein traditionel
barnabók aftrat
í desember mánað kom
bókin hjá Maud Heine-
sen «Marjun og tey».
Beinleiðis ummæli hevur
einki verið at sæð, men í
onkrum blaði varð bókin
kallað «gentubók»
næstan illavorðið orð, nú
vit seta á árið 1975, sum
av ST er kannað kvinnu-
sakini. Tó er ikki at lata
seg ræða av hesum, tí
bókin er ætlað øllum
børnum og kanska vaks-
num við, verður sagt á
aftanstu siðu.
Marjun er 10 ár og býr
í Havn saman við
mammu síni og systkin-
unum Elini (14 ár), Pet-
ur Kristian (12) og Guð-
runi, 1—2 ár. Pápin er
stýrimaður og siglir úti í
verðini.
Bókin er væl skrivað,
og Maud hevur nýtt eitt
lætt og gott mál; tað ger
at bókin er løtt at skilja
hjá børnum í øllum aldr-
um. Gott er eisini, at tíð
og stað er okkara (Havn
1974), tí ofta hoyrast
børn finnast at, at før-
oyskar barnabøkur eru
«gamaldags».
í bókini verður greitt
frá, hvat Marjun og tey
havast at. Marjun hugs-
ar í hesum døgum mest
um at hon skal leika
prinsessa í sjónleikinum,
sum skúlin skipar fyri til
jólar.
Men áðrenn vít koma
so langt, hendir mangt
og hvat. Marjun dettur
og brýtur øsbeinið, og tí
er ivingarsamt um tað
fer at eydnast henni at
vera við í sjónleikinum.
Men hon verður tó so
fræg at hon kann spæla,
og sjónleikurin eydnast
væl.
Marjun hevur fleiri
vinkonur, og sum vera
man keglast tær við
hvørt og blíðkast aftur.
Men hvat tær gera, sig-
ur søgan lítið um. Marj-
un gongur mammuni til
handar, hevur Guðruna
fyri hana o.tíl. Hon
klandrast við eldru
systrina og er megin-
partin av tíðini saman
við vinkonunum. Men
tær spæla ikki nógv og
eru ikki víðgongdar.
Men Petur Kristian
harafturímóti — hann
livir i eini spennandi
dreingjaverð. «Var hann
ikki í onkrum bili, so var
hann umborð á onkrum
báti ella skipi. Hann
reikaði runt um allan
býin.»
Greitt verður frá,
hvussu hann saman við
øðrum dreingjum kemur
í neyð á fjørðinum, og
teir verða eftirlýstir í út-
varpinum.
Einaferð finna teir ein
skølt, sum teir goyma at
ganga grýlu við og
spøkja eftir gentum við.
Teir eru eingir gentulók-
ar, men rættilig mann-
fólk. Petur Kristian
heldur tað vera ómans-
ligt at spæla við gentur,
men tá á stendur og aðrir
dreingir gera Marjuni ó-
náðir, verjir og hevnir
hann hana.
Børnini skilja nágrein-
iliga millum hvat sømir
seg fyri ávikavist gentur
og dreingir at spæla og
gera. Einki verður nevnt
um at Petur Kristian
tekur sær av Guðruni
ella hjálpir til innandura
— hann er tann sum
kemur heim og vil hava
drekka og fær alt borið
upp í hendurnar. Alla-
staðni gongur tað í-
gjøgnum, at genturnar
eru spakar, góðar at
hava við at gera og
ræddar, meðan dreingir
eru braneggjaðir, fyri-
takssamir, raskir og
djarvir — um ikki altíð
fyri tað góða.
Dømini eru nógv, eitt
nú tann dagin genturnar
eru farnar at keypa jóla-
gávur i bókhandlinum.
Tær verða varar við, at
tveir dreingir eru í ferð
við at stjala leikutoy,
men ikki tora tær sjálvar
at tala at, men venda
sær til eina handils-
gentu. Tó, hon torir
heldur ikki, men kallar
stjóran til. Búrkroppar-
nir verða avdúkaðir, og
genturnar verða løntar
við góðum orðum og 10
kr., sum tær brúka at
keypa klæðir til manne-
quin-dukkurnar fyri!
Sum tað skilst er
mamman einsamøll um
at uppala børnini, av tí
at pápin er heimanífrá
meginpartin av árinum,
og tað tykist at ganga
hampuliga væl hjá henni
at halda skil á børnun-
um. Hon kann vera
strong og tykta tey, men
góð er hon við tey og
roynir at vera tolin og
lagalig við Elina, sum er
í pubertetsaldrinum.
Hóast hon tosar v«ð
børnini um mangt og
hvat, tykist hennara
sjónarringur rættuliga
trongur. Nomið verður
við spurningar so sum
hvat Marjun skal læra,
tá hon verður stór, og
mamman ræður henni til
at verða sjúkrasystir. Tá
børnini spyrja hví neyð
og fátækradømi er úti í
verðini, sum pápin
skrivar heim um, svarar
mamman, «at soleiðis er
tað bara». í brævi til
Marjuna greiðir pápin
frá, at ein smádrongur i
Singapore hevur biðið
um pengar so mamma
hansara kundi fáa lækn-
ahjálp, men hann helt
seg einki kunna gera, tí
hann væntaði at pengar-
nir fóru til okkurt annað
endamál. — Marjun for-
telur søguna fyri hinum
børnunum, og tað er
skiljandi, at hon tekur
undir við pápanum og
verjir hansara undan-
førslu, tá hini børnini
spyrja.
Men hví tekur Maud
hesa hending fram uttan
at lata Marjun hugsa og
grunda um hetta, áðrenn
hon góðtekur støðu páp-
ans. Gentan er jú 10 ár,
og í tí aldrinum eru børn
von at spyrja, ivast og
finnast at — eisini for-
eldrum. Men ikki Marj-
un, hon gevur seg til tols
við at soleiðis má tað
vera, tí tað sigur mamm-
a, og mamma veit alt.
Ein vinkona Marjun-
ar, Hervør — so ung hon
er — hevur eina hóming
av hvat loysir seg best
fyri hana: heldur enn at
fara undir nakran lesnað
ella útbúgving hevur
hon sett sær sum mál at
giftast við ríkum manni
og gerast hægst í handl-
inum! Við øðrum orðum
skilir hon hvussu hon
skal útnytta kvinnuroll-
una soleiðis sum «sys-
temið» er og virkar.
Á ein hátt er bókin
realistisk. Býtið millum
gentu- og dreingjaspøl
og uppaling er sum í
heimum flest. Men eg
haldi næstan ikki, at
henda uppaling glíður so
væl niðurum hjá øllum
gentum sum hjá Marj-
un. Hon góðtekur sina
støðu — einaferð letur
hon seg keypa fyri 85
oyru at halda seg burtur
frá teimum spennandi
dreingjunum, og hon er
ikki øvundsjúk og skeld-
ar ikki inn á dreingirnar,
sum gentur vanliga ger-
a.
Samanlagt kann sig-
ast, at bókin hevur litið
at geva børnum. Hon
kemur ikki við nøkrum,
ið fær tey at hugsa
sjálvi. Gentu- og
dreingjarollur eru settar
hart upp — og á tann
hátt er bókin traditio-
nell. Hvat Maud vil við
bókini, veit eg ikki.
Randi Jacobsen