Tíðindablaðið - 08.01.1975, Blaðsíða 4
Síða 4
TÍDIIMDABLADID mikudagin 8. januar 1975
Skeið
3. februar fer Klaksvík-
ar Húsmøðrafelag undir
annað húsarhaldsskeið-
ið í húsum sínum í
Krotugrøvini. Næm-
ingamir fáa frían skúla,
teir fáa innivist, og
skeiðið varar í tríggjar
mánar.
Húsmøðrafelagið
hevði í heyst tað fyrsta
skeiðið av hesum slag.
Tað almenna hevur lat-
ið studning til bæði
skeiðini, og ætlanin er í
hesi tingsetuni at gera
greiniligari reglur fyri,
hvussu studningur til
húsarhaldsskeið kann
latast.
«Orðið» væl
umtókt
Nógv fólk hava verið og
hugt at sjónleikinum
Orðið eftir danska
prestin Kaj Munk, sum
hevur verið framførdur
fleiri staðni í Føroyum
teir seinastu dagarnar.
Leikurin og framførslan
hava verið væl umtókt
av fólki.
Orðið er eitt tað
kendasta skaldaverk
hjá Kaj Munk. Leikurin
verður framførdur í
Vági í kvøld, í Vágum
hóskvøldið, í Vest-
manna fríggjakvøldið
og i Havn leygarkvøld-
ið.
Upp á gólv
Annað hefti í røðini
«Vit fara upp á gólv»,
sum Klaksvíkar Dansi-
felag gevur út, er kom-
ið. Óli Dahl, Frits Olsen
og Jóhan Petersen
(Skard) hava greitt til
prentingar.
Innihaldið í hesum
heftinum er Føroyska
Brúðarvísan, Kvæði
um Skapanina, Harra
Pætur og Elinborg, I
Dannemænd, Ein
donsk Brúðarvísa, Sú-
sannu Vísa, I ærlige
brudefolk, Fisken tager
sin føde i vand, Konn-
ing Hans, Om Jephtæ
løfte og En vise om
skabelsen.
Heftið kostar 12 kr.
og fæst í bókabúðun-
um.
Gudstænastur
J. Follend hevur guds-
tænastu í Æðuvík
sunnudagin. K.O.
Viderø verður i Hvalba.
í Nes prestagjaldi
gongur talvan til frama
fyri Heidningamissión-
ina.
Missións-
vikur
Missiónsvika er í Sand-
avági frá 7. til 12. í
hesum, í Hósvík frá 7.
til 13. og á Viðareiði frá
8. til 12. januar.
Møtir
Møti verður í Missións-
húsinum við Landaveg-
in í kvøld kl. 20.
Systramissión verður
í Filadelfia, Landavegi
12, í kvøld kl. 20. Tele-
fonandakt á 1.4880.
Frelsunarherurin
hevur ungdómsmøti í
kvøld kl. 20.30, soldát-
armøti (Bíbliugransk-
ing) fríggjakvøldið kl.
20 og møti á Vaglinum
kl. 21.45.
Møti verður í Eben-
ezer í kvøld kl. 20.
Tríggir listar
færri til
Krossorð
í seinasta blað fyri jól
høvdu vit krossorða-
gátu við 300 kr. í vinn-
ingi, sum ein av inn-
sendarunum fær. Loys-
ningar uppá krossorða-
gátuna mugu vera okk-
um í hendi í seinasta
lagi í morgin, 9. januar.
2 generalar
lótu lív
Eitt argentinskt hem-
aðarflogfar er dottið
niður har norðuri í land-
inum, og øll tey 13
fólkini, sum við vóru,
lótu lív, teirra millum
vóru tveir generalar.
Flogfarið datt niður í
einum fjallalendi.
Myndugleikarnir siga,
at tað var illveður, tá
flogfarið datt niður,
men annars siga teir
onki um grundina til, at
tað datt niður.
Viðurskiftini
batnað
Franski forsætisráð-
harrin, Chirac, hevur
sagt, at vitjanin í Frak-
landi av australska for-
sætisráðharranum,
Whitlam, kann føra til
eitt gott samarbeiði
millum tey bæði londini
á nógvum økjum. Hann
segðl, at Frakland
ynskir at vera eitt av
vinarlondunum hjá
Australia. Whitlam
nevndi, at viðurskiftini
hava verið spent mill-
um Frakland og Aus-
tralia orsakað av
fronsku kjarnorku-
royndunum í Kyrrahav-
inum.
valið hesaferð
Ovissa millum manna um,
hvat úrslitið av fólkatings-
valinum verður
í morgin er aftur fólka-
tingsval — bert eitt gott ár
eftir at val var seinast. I
Danmark hendu heilt stór-
ar broy tingar til valið sein-
ast, tá sosialdemokratar-
nir gingu nógv aftur, men
kortini hjldu støðuna sum
størsti flokkur. Tann
nýggi framburðsflokkurin
hjá Mogens Glistrup
gjørdist næststørstur á
fólkatingi, og centrums
demokratarnir hjá Erhard
Jacobsen — eisini nýggir
— fingu heilar 14 mans.
Roknað verður við, at í
Danmark fara eisini hesa
Hákun Djurhuus verður
ikki valdur til fólkatings-
mann hesaferð. Hann hev-
ur ikki stillað upp aftur.
Hákun kom fyrstu ferð á
fólkating í 1957 fyri Thor-
stein Petersen, og hann
hevur verið fólkatingsmað-
ur í tilsamans 9 ár.
ferð at henda stórar broyt-
ingar, m.a. visa Gallup-
kanningar, at stjórnar-
flokkurin Vinstra fer at
tvifalda tingmannatalið.
Her heima
Tað vóru sjey listar til
fólkatingsvalið í Føroyum
seinast. Allir teir politisku
flokkarnir stillaðu upp,
tjóðveldisflokkurin fyri
fyrstu ferð beinleiðis. Har-
aftrat kom so ein uttan-
flokkalisti, sum Knút Pet-
ur í Gong gjørdi.
Uttanflokkalistin fekk
heilt fáar atkvøður og lut-
tekur ikki hesaferð. Heldur
ikki hava tveir av teimum
politisku flokkunum,
sjálvstýrisflokkurin og
framburðsflokkurin,
stillað upp.
Eftir eru so bert teir fýra
stóru flokkamir.
Atkvøðurnar
Javnaðarflokkurin fekk —
eins og tey seinastu valini
frammanundan — flestar
atkvøður. Tær vóru 3773.
Tjóðveldisflokkurin kom
næstur við 3312, siðani
fólkaflokkurin við 2709 og
sambandsflokkurin við
2536 atkvøðum.
Teir báðir flokkarnir,
sum fingu mann valdan,
lógu tá nakað væl fremri
Hetta er fyrstu ferð, Atli
Dam stillar upp til fólka-
tingsval _ og kann gera
eina meting av, hvussu
ngvar atkvøður hann kann
fáa uttan fyri Suðuroynna.
enn hinir. Javnaðarflokk-
urin hevði 461 atkvøður
meir enn tjóðveldisflokk-
urin, og hesin hevði so
aftur 603 atkvøður meira
enn fólkaflokkurin. Og
fólkaflokkurin hevði 173
atkvøður meir enn sam-
bandsflokkurin.
Ávirkar
samgongan?
Tað sæst, at bert ein lítil
broyting krevst til, at
sambandsflokkurin fer
fram um fólkaflokkin,
meðan sambandsflokkurin
ella fólkaflokkurin mugu
fáa 6—700 atkvøður aftrat
fyri at taka tjóðveldis-
flokkin.
Millum manna verður
spurt, um úrslitið av fólka-
tingsvalinum i ár man fara
at fylgja somu gongd sum
við seinasta val, ella um
broytingar av týdningi
fara at henda. í hesum
sambandi verður nevnt, at
skipanin av einum nýggj-
um' landsstýri, sum ikki
fyrr hevur verið roynt,
kann koma at hava sína á-
virkan.
Tað kann hugsast, at
javnaðarflokkurin, nú
hann ætlar sær saman við
tjóðveldisflokkinum, fer at
missa nakrar av sínum
sambandssinnaðu atkvøð-
um til sambandsflokkin.
Javnaðarflokkurin kann
eisini til hetta valið koma
at missa av tí, at hann ætl-
ar at ganga saman við
sínum gamla fígginda,
fólkaflokkinum.
Somuleiðis verður sagt,
at fólkaflokkurin kann fara
at missa atkvøður av ein-
ari samgongu við javn-
aðarflokkin.
Men alt hetta fáa vit at
vita hóskvøldið.
Tíggju teir
bestu
Tað verða bert valdir tveir
fólkatingsmenn i Føroy-
um, t.v.s. at í mesta lagi
tveir av teimum fýra list-
unum kunnu fáa mann
valdan. Áhugin fyri teim-
um persónligu atkvøðun-
um er stórur, og vit skulu
tí her nevna teir 10, sum
fingu flestar persónligar
atkvøður til seinasta fólka-
tingsval:
Jóhan Nielsen 2601, Er-
lendur Patursson 1779,
Hákun Djurhuus 1346,
Jógvan Sundstein 920,
Pauli Ellefsen 632, Finn-
bogi Isaksen 558, Jóhann-
es Olsen 428, Andrias
Djurhuus 338, Eli Nolsøe
308 og Petur Reinert 305.
Her koma nakrar broyt-
ingar at henda. Hákun
Djurhuus hevur ikki stillað
upp aftur, og tað kann tí
væntast, at Jógvan Sund-
stein (ella møguliga Knút
Wang) fer at fáa flestar
atkvøður á fólkaflokslista-
num.
Á javnaðarlistanum er
tann broyting, at Atli
Dam løgmaður er stillaður
upp, og fólk eru spent eftir
at fáa at vita, antin hann
ella Jóhan Nielsen verður
sigursharri.
Á hinum báðum listun-
um skal ikki roknast við
stórvegis broytingum —
har fáa Erlendur Paturs-
son og Pauli Ellefsen
væntandi flestar atkvøður.
*
»
«•