Tíðindablaðið - 08.01.1975, Blaðsíða 12
Síða 12
MÍN MEINING
Hvat heldur tú um, at
føroyingar velja umhoð á
fólkating?
Sofus Hansen, verk-
frøðingur:
Tá vit eru í ríkisfelags-
skapi við Danmark, so er
tað best, at vit hava
umboð i fólkatinginum,
og tá teir eru tveir,
hevur bæði ein politiskur
meiriluti og ein minniluti
møguleika fyri umboð-
an.
Bente Mikkelsen, hús-
móðir:
Tá vit hava rættin at
vera umboðað á fólka-
tingi, skulu vit eisini
nýta hann. Eg haldi, at
vit áttu at havt fleiri i
mun til ta støðu, vit
hava í danska ríkinum.
• . i : • ' •'•
Jógvan Sofus Vágsheyg,
snikkari:
So leingi tann stats-
rættarliga støðan er sum
hon er, haldi eg, at vit
skulu varðveita umboð-
ini, men verður støðan
øðrvísi, skulu vit taka
umboðini av. Fáa vit
sjálvstýri, eiga vit í
staðin at hava umboðs-
stovu á sokallaðum dipl-
omatiskum plani.
TÍÐINDABLAÐIÐ mikud
ac
8.
inuar 1975
—---
©PIB Qrpn
CONmucm u ' '
SPEGILS-
MYNDIN
Kvirra nátt
Hesi seinastu jólini noyddust hirðarnir í ísrael eins og
fyri 2.000 árum siðani at vera á náttarvakt.
Skemtarar halda vetrarfrí
í hesum mánanum koma
nakrir danir til Føroya at hava
show í ymiskum bygdum.
Tað er Poul Johs. Egilsnes í
Vestmanna, sum stílar fyri
vitjanini.
Tey koma av Gran Canaria,
har tey hava hildið nýggjár á
tí nýggja hotellinum Waikiki.
Við í ferðini eru John Mai-
land, sum er trøllmaður.
Annique, sum var slangu-
genta og bleiv donsk topp-
sangarinda, og Svend Bjerre,
ið er tiltikin góður at herma.
Annique fer seinri í hesum
mánanum til London.
Við í ferðini verður eisini
orkestrið Rico Kventini. Tey
koma í flogfari 14. januar og
fara avstað aftur 24. januar.
Heimspartur
skal hvørva
Tað er vanligt um árs-
skiftir, at spámenn seta
fram spádómar um tað
komandi árið, men ikki
eru teir altið so daprir,
sum teir spádómar, ið
tann libanesiski spá-
maðurin, Abdul Hafiz
Attar, hevur sett fram.
Hann sigur, at í 1975
fer Australia at hvørva
av einum jarðskjálvta,
og eitt israelskt rakett-
álop á Mekka — tann
heilaga býin hjá mu-
hammedsmonnum —
fer at føra til ein triðja
heimsbardaga.
Libanesiski spámað-
urin sigur, at fimm týð-
andi politikarar fara at
doyggja í hesum árin-
um. Teir eru Mao Tse-
tung, sum verður skot-
in, Gerald Ford, Harold
Wilson, Franco gener-
alur og Ian Smith. Om-
aná alt hetta lovar hann
eisini, at oljuprísurin í
heiminum fer at tvífald-
ast.
Savn til
Tel Aviv
Universitetið í Tel Aviv
fer at fáa tað størsta
dokumentariska savn-
ið, sum finst um týsku
nazismuna, fascismuna
og antisemitismuna
undir teimum báðum
heimskríggjunum. Tað
er ein týskur jødi, sum
hevur átt savnið, og
hann hevur arbeitt við
tí í 40 ár. Hann byrjaði
fyrst at savna tilfar,
meðan hann búði í
Amsterdam, men flutti
seinni til London.
Vildu kortini
ikki giftast
Stutt fyri jól skuldi eitt
par giftast á ráðhúsin-
um í Skagen. Alt var
klárt á ráðhúsinum,
men fimm minuttir áð-
renn tey skuldu giftast,
komu tey bæði ungu og
boðaðu frá, at tey høvd-
LEYST
OG
FAST
u avgjørt, at tey kortini
ikki vildu giftast. Hetta
høvdu tey ongatið fyrr
upplivað á ráðhúsinum,
men eitt glas fingu tey
ungu við ynskinum um
gleðilig jól.
Vildi ikki
gjalda
í einum handli í Svøríki
hendi tað stutt fyri jól,
at ein maður, sum hevði
fylt eina kurv við al-
skyns vørum fór fram-
við kassanum uttan at
gjalda. Gentan, sum
sat við kassan, rópti á
hann um hann ikki
skuldi gjalda, men
hann segði nei. Hon fór
so eftir eigaranum av
handlinum, sum hótti
við at ringja eftir politi-
num.
- Tað kunnu tygum
gott, svaraði hin mað-
urin, tí eg hugsaði eisini
um at ringja eftir politi-
num, tá ein maður
høgdi sær trý jólatrø í
minum skógi og fór av-
stað við teimum í einum
bili, og bilurin hevði
sama nummar sum tyg-
ara.
Eigarin av handlin-
um ringdi ikki eftir pol-
itinum.
Rakett dettur
niður
Partar av eini amerik-
anskari rúmdarrakett
fara skjótt at detta
niður aftur á jørðina.
Henda rakettin varð
brúkt tá amerikanska
Skylab-rúmdarstøðin
varð skotin út fyri
tveimum árum síðani,
og hon er so mikið stór,
at hon fer ikki øll at
kolast upp, tá hon kem-
ur inn í atmosferuna.
Sagt verður, at rakettin
kann detta niður í Am-
erika, Afrika, Kina,
Australia ella Suður-
europa. Tað hevur verið
talan um at royna at
spreingja rakettina í
luftina, men henda ætl-
an er slept. Sagt verð-
ur, at møguleikarnir eru
smáir fyri, at rakettin
dettur niður á nakað
øki, har fólk býr.
§
A
S
S
I