Tíðindablaðið - 08.01.1975, Side 12

Tíðindablaðið - 08.01.1975, Side 12
Síða 12 MÍN MEINING Hvat heldur tú um, at føroyingar velja umhoð á fólkating? Sofus Hansen, verk- frøðingur: Tá vit eru í ríkisfelags- skapi við Danmark, so er tað best, at vit hava umboð i fólkatinginum, og tá teir eru tveir, hevur bæði ein politiskur meiriluti og ein minniluti møguleika fyri umboð- an. Bente Mikkelsen, hús- móðir: Tá vit hava rættin at vera umboðað á fólka- tingi, skulu vit eisini nýta hann. Eg haldi, at vit áttu at havt fleiri i mun til ta støðu, vit hava í danska ríkinum. • . i : • ' •'• Jógvan Sofus Vágsheyg, snikkari: So leingi tann stats- rættarliga støðan er sum hon er, haldi eg, at vit skulu varðveita umboð- ini, men verður støðan øðrvísi, skulu vit taka umboðini av. Fáa vit sjálvstýri, eiga vit í staðin at hava umboðs- stovu á sokallaðum dipl- omatiskum plani. TÍÐINDABLAÐIÐ mikud ac 8. inuar 1975 —--- ©PIB Qrpn CONmucm u ' ' SPEGILS- MYNDIN Kvirra nátt Hesi seinastu jólini noyddust hirðarnir í ísrael eins og fyri 2.000 árum siðani at vera á náttarvakt. Skemtarar halda vetrarfrí í hesum mánanum koma nakrir danir til Føroya at hava show í ymiskum bygdum. Tað er Poul Johs. Egilsnes í Vestmanna, sum stílar fyri vitjanini. Tey koma av Gran Canaria, har tey hava hildið nýggjár á tí nýggja hotellinum Waikiki. Við í ferðini eru John Mai- land, sum er trøllmaður. Annique, sum var slangu- genta og bleiv donsk topp- sangarinda, og Svend Bjerre, ið er tiltikin góður at herma. Annique fer seinri í hesum mánanum til London. Við í ferðini verður eisini orkestrið Rico Kventini. Tey koma í flogfari 14. januar og fara avstað aftur 24. januar. Heimspartur skal hvørva Tað er vanligt um árs- skiftir, at spámenn seta fram spádómar um tað komandi árið, men ikki eru teir altið so daprir, sum teir spádómar, ið tann libanesiski spá- maðurin, Abdul Hafiz Attar, hevur sett fram. Hann sigur, at í 1975 fer Australia at hvørva av einum jarðskjálvta, og eitt israelskt rakett- álop á Mekka — tann heilaga býin hjá mu- hammedsmonnum — fer at føra til ein triðja heimsbardaga. Libanesiski spámað- urin sigur, at fimm týð- andi politikarar fara at doyggja í hesum árin- um. Teir eru Mao Tse- tung, sum verður skot- in, Gerald Ford, Harold Wilson, Franco gener- alur og Ian Smith. Om- aná alt hetta lovar hann eisini, at oljuprísurin í heiminum fer at tvífald- ast. Savn til Tel Aviv Universitetið í Tel Aviv fer at fáa tað størsta dokumentariska savn- ið, sum finst um týsku nazismuna, fascismuna og antisemitismuna undir teimum báðum heimskríggjunum. Tað er ein týskur jødi, sum hevur átt savnið, og hann hevur arbeitt við tí í 40 ár. Hann byrjaði fyrst at savna tilfar, meðan hann búði í Amsterdam, men flutti seinni til London. Vildu kortini ikki giftast Stutt fyri jól skuldi eitt par giftast á ráðhúsin- um í Skagen. Alt var klárt á ráðhúsinum, men fimm minuttir áð- renn tey skuldu giftast, komu tey bæði ungu og boðaðu frá, at tey høvd- LEYST OG FAST u avgjørt, at tey kortini ikki vildu giftast. Hetta høvdu tey ongatið fyrr upplivað á ráðhúsinum, men eitt glas fingu tey ungu við ynskinum um gleðilig jól. Vildi ikki gjalda í einum handli í Svøríki hendi tað stutt fyri jól, at ein maður, sum hevði fylt eina kurv við al- skyns vørum fór fram- við kassanum uttan at gjalda. Gentan, sum sat við kassan, rópti á hann um hann ikki skuldi gjalda, men hann segði nei. Hon fór so eftir eigaranum av handlinum, sum hótti við at ringja eftir politi- num. - Tað kunnu tygum gott, svaraði hin mað- urin, tí eg hugsaði eisini um at ringja eftir politi- num, tá ein maður høgdi sær trý jólatrø í minum skógi og fór av- stað við teimum í einum bili, og bilurin hevði sama nummar sum tyg- ara. Eigarin av handlin- um ringdi ikki eftir pol- itinum. Rakett dettur niður Partar av eini amerik- anskari rúmdarrakett fara skjótt at detta niður aftur á jørðina. Henda rakettin varð brúkt tá amerikanska Skylab-rúmdarstøðin varð skotin út fyri tveimum árum síðani, og hon er so mikið stór, at hon fer ikki øll at kolast upp, tá hon kem- ur inn í atmosferuna. Sagt verður, at rakettin kann detta niður í Am- erika, Afrika, Kina, Australia ella Suður- europa. Tað hevur verið talan um at royna at spreingja rakettina í luftina, men henda ætl- an er slept. Sagt verð- ur, at møguleikarnir eru smáir fyri, at rakettin dettur niður á nakað øki, har fólk býr. § A S S I

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.