Tíðindablaðið - 08.01.1975, Blaðsíða 11
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 8. januar 1975
Síða 11
♦
♦
NÝGGJ BOK
Ray Bradbury: KALEIDOSKOP„ Stuttsøgur.
Uraseting: Hanus Andreassen.
Tekningar: Valdemar Dalsgarð.
Bókin er nýliga komin í handlarnar.
Prísur: 28 kr«
MENTUNARGRUNNUR STUDENTAFELAGSINS
I KEYPMANNAHAVN
Ekspeditrisa
Lýsing
Sambært greinir 14, 15 og 49 í løgtingslóg nr. 50
frá 2. juli 1963 um lands- og kommunuskatt lýsir
Tórshavnar Líkningarnevnd øllum i kommununi
annaðhvørt sjálv ella við fulltrú at geva upp inn-
tøku sína í árinum 1974 innan 15. januar bók-
haldsskyldig tó innan 31. januar 1975 samsvar-
andi teim sjálvuppgávuskjølum, sum nevndin út-
flýggjar skattgjaldarunum. Serliga verður víst á,
at hann, sum í yrki sínum nýtir annað rakstrarár
enn almanakkaárið, hevur rætt til at nýta hetta,
tá hann frá Líkningarráði Føroya hevur fingið
loyvi til tess.
Tað verður beinleiðis gjørt kunnugt, at farið
verður fram sambært grein 39 í áðurnevndu lóg
viðvíkjandi honum, sum ikki í tøkum tíma gevur
upp inntøku sína.
Hann, sum eingi sjálvuppgávuskjøl hevur
fingið, eigur sjálvur at snúgva sær til Tórshavnar
Líkningarnevnd, tá møgulig mistøk við útbýt-
anini einki ávirka undannevndu ásetingar.
Persónar, sum er skyldigir at føra løggildar
handilsbøkur, og skattskyldig deyðsbúgv skulu
saman við sjálvuppgávuni senda inn rakstrar-
roknskap og uppgerð yvir fíggjarstøðu við rakstr-
arársins byrjan og enda.
Sjálvuppgávur, sum ikki eru innkomnar innan
áðurnevndu freistir í tí fyriskrivaða sniði og rætt
undirritaðar, verða viðgjørdar eftir lógargreinun-
um 39 og 40.
Arbeiðsgevarar verða bidnir um at senda frá-
greiðing um goldnar lønir o.a.m. til verkafólk sítt
innan 15. januar 1975, sum teimum er álagt
sambart 12. kapitul í nevndu lóg.
Somuleiðis verður kunngjørt, at fyri hann, sum
gevur ella er við til at geva líkningarvaldinum
skeivar upplýsingar um ognar- og førimunarvið-
urskifti, gjalda reglur um revsing fyrisettar í 13.
kapitli i hesi lóg.
Viðvikjandi ognaruppgerð verður víst á 11.
kapitul í lógini, og verður hon at senda Líkningar-
ráði Føroya innan áðurnevndu freistir.
Heitt verður á øll um at skriva nøvn og bústað
(gøtunøvn og húsanr.), skilliga á sjálvuppgáv-
una, so tey verða ikki misskild.
Tórshavnar Líkningarnevnd
tann 17. desember 1974
Minstalønin
er sbrt. lóg nr. 69 dagf. 26. sept. 1974: eftir
prístalinum januar 1975
kr. 3.445,50 um mánaðin
Lønjavningargrunnur
Skipsfiskimanna
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, bæði innan- og uttan-
landa, ið heiðraðu meg á ymsan hátt 8.12.
Blíðar heilsur við ynski um eitt gleðiligt nýggj-
ár.
Sigmund Petersen
Trolwirur
Taifunwirur og allur fiskireiðskapur á goymslu.
C.C.Johansen
tlf. 14922
Øllum heima ynski eg eitt gott nýtt-
ár.
Magnus Dam Jacobsen
í Keypmannahavn
røsk og álítandi søkist beinanvegin.
Kjøthandilin «Hjá Mikkjali»
tlf. 5.6150. Klaksvík
Hús
í Klaksvík til sølu til hægstbjóðandi.
tlf. 4 4157
Kunngerð
Tað verður gjørt kunnugt at Tórshavnar býráð á
fundi tann 5. des. 1974 samtykti soljóðandi reglur
fyri viðgerð av umsóknum um grundstykki frá
Tórshavnar kommunu.
1. Áðrenn støða verður tikin til umsóknir, verða
tær sammettar soleiðis:
Fyrimun hevur umsøkjari
a) sum eigur heima í Tórshavnar kommunu,
b) sum hevur elstu umsókn,
c) sum ikki eigur annað hús ella grundstykki,
d) sum ikki áður hevur fingið grundstykki frá
kommununi,
e) sum er uppihaldari,
f) sum hevurserstakargrundir, ið býráðið kann
góðkenna.
2. Umsóknirnar verða settar í raðfylgju eftir dag-
seting og fyrimunum.
3. Umsøkjari, jð stendur fyrst í raðfylgju fær
boðið grundstykki, so hvørt tey verða leys at lata.
Tórshavnar býráð
17. desember 1974
Kunngerð
Regluligu býráðsfundirnir í 1975 verða hildnir
hósdag
16. januar.
6. og 20. februar.
6. og20. mars.
10. og24. apríl
15. og 29. mei.
12. og 26. juni.
14. og 28. august.
11. og25. september.
9. og 23. oktober.
6. og20. november.
4. og 18. desember.
Allir dagar kl. 18.00.
Tórshavnar býráð
Kunngerð
Tað verður her gjørt kunnugt, at fólkatingsval fer
fram hósdagin 9. januar 1975 í ár í samkomuhøll
kommunuskúlans.
Umframt veljarar í Tórshavnar kommunu hava
veljarar í Tórshavnar uttanbíggja kommunu (tó
ikki Syðradalur og Norðadalur) valstað í
Tórshavn.
Atkvøðutíðin verður frá kl. 10—13 og frá
15 — 20, og verður tá givið uppat, so skjótt
støðgur kemur í.
Valstýrið í Tórshavn
17. desember 1974
Marius Weihe
fm.
Føroysk f rímerki
Føroysk frímerki verða tikin í nýtslu 30. januar
1975, og donsk frímerki kunnu bert nýtast til og
við 29. januar 1975.
í hesum sambandi verður skipað fyri filatelist-
iskari stempling soleiðis:
1. Brøv og kort til stemplingar á posthúsunum
29.1.1975. Brøvini og kortini skulu hava ásett
frímerki (í minsta lagi 50 oyru), navn og adresga
skal vera áskrivað, og tey skulu vera send til
posthúsið í Havn í seinasta lagi 6.1.1975.
2. Brøv og kort til stemplingar á posthúsunum
30.1.1975. Navn og adressa skal vera áskrivað, og
postgjaldið er i minsta lagi 50 oyru fyri hvørt.
Brøvini og kortini skulu vera send til posthúsið í
Havn og gjaldið til:
Postgirokonto 6 25 98 47
Frímerkjadeildin, posthúsið,
3800 Tórshavn
i seinasta lagi 6.1.1975.
Vanlig stempul verða nýtt á 38 posthúsum og
stemplið «Spis færøsk klipfisk» á 5 posthúsum.
Stemplið «Spis færøsk klipfisk» verður bert nýtt
til og við 29.1.1975. '
3. Fyrstadagsstempling við serstempli. Nærri
upplýsingar um hetta og um nýggju frímerkini
fáast á posthúsunum.
Postverkið
Internationalt
show
við hesum persónum: John Mailand, Svend
Bjerre, Annique og og við
orkestrinum Rico Kventena verður í Sørvági,
Havn, Klaksvik, Fuglafirði, Runavík, á Tvøroyri
og í Vági frá 14. til 24. januar.