Tíðindablaðið - 08.01.1975, Qupperneq 11

Tíðindablaðið - 08.01.1975, Qupperneq 11
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 8. januar 1975 Síða 11 ♦ ♦ NÝGGJ BOK Ray Bradbury: KALEIDOSKOP„ Stuttsøgur. Uraseting: Hanus Andreassen. Tekningar: Valdemar Dalsgarð. Bókin er nýliga komin í handlarnar. Prísur: 28 kr« MENTUNARGRUNNUR STUDENTAFELAGSINS I KEYPMANNAHAVN Ekspeditrisa Lýsing Sambært greinir 14, 15 og 49 í løgtingslóg nr. 50 frá 2. juli 1963 um lands- og kommunuskatt lýsir Tórshavnar Líkningarnevnd øllum i kommununi annaðhvørt sjálv ella við fulltrú at geva upp inn- tøku sína í árinum 1974 innan 15. januar bók- haldsskyldig tó innan 31. januar 1975 samsvar- andi teim sjálvuppgávuskjølum, sum nevndin út- flýggjar skattgjaldarunum. Serliga verður víst á, at hann, sum í yrki sínum nýtir annað rakstrarár enn almanakkaárið, hevur rætt til at nýta hetta, tá hann frá Líkningarráði Føroya hevur fingið loyvi til tess. Tað verður beinleiðis gjørt kunnugt, at farið verður fram sambært grein 39 í áðurnevndu lóg viðvíkjandi honum, sum ikki í tøkum tíma gevur upp inntøku sína. Hann, sum eingi sjálvuppgávuskjøl hevur fingið, eigur sjálvur at snúgva sær til Tórshavnar Líkningarnevnd, tá møgulig mistøk við útbýt- anini einki ávirka undannevndu ásetingar. Persónar, sum er skyldigir at føra løggildar handilsbøkur, og skattskyldig deyðsbúgv skulu saman við sjálvuppgávuni senda inn rakstrar- roknskap og uppgerð yvir fíggjarstøðu við rakstr- arársins byrjan og enda. Sjálvuppgávur, sum ikki eru innkomnar innan áðurnevndu freistir í tí fyriskrivaða sniði og rætt undirritaðar, verða viðgjørdar eftir lógargreinun- um 39 og 40. Arbeiðsgevarar verða bidnir um at senda frá- greiðing um goldnar lønir o.a.m. til verkafólk sítt innan 15. januar 1975, sum teimum er álagt sambart 12. kapitul í nevndu lóg. Somuleiðis verður kunngjørt, at fyri hann, sum gevur ella er við til at geva líkningarvaldinum skeivar upplýsingar um ognar- og førimunarvið- urskifti, gjalda reglur um revsing fyrisettar í 13. kapitli i hesi lóg. Viðvikjandi ognaruppgerð verður víst á 11. kapitul í lógini, og verður hon at senda Líkningar- ráði Føroya innan áðurnevndu freistir. Heitt verður á øll um at skriva nøvn og bústað (gøtunøvn og húsanr.), skilliga á sjálvuppgáv- una, so tey verða ikki misskild. Tórshavnar Líkningarnevnd tann 17. desember 1974 Minstalønin er sbrt. lóg nr. 69 dagf. 26. sept. 1974: eftir prístalinum januar 1975 kr. 3.445,50 um mánaðin Lønjavningargrunnur Skipsfiskimanna Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, bæði innan- og uttan- landa, ið heiðraðu meg á ymsan hátt 8.12. Blíðar heilsur við ynski um eitt gleðiligt nýggj- ár. Sigmund Petersen Trolwirur Taifunwirur og allur fiskireiðskapur á goymslu. C.C.Johansen tlf. 14922 Øllum heima ynski eg eitt gott nýtt- ár. Magnus Dam Jacobsen í Keypmannahavn røsk og álítandi søkist beinanvegin. Kjøthandilin «Hjá Mikkjali» tlf. 5.6150. Klaksvík Hús í Klaksvík til sølu til hægstbjóðandi. tlf. 4 4157 Kunngerð Tað verður gjørt kunnugt at Tórshavnar býráð á fundi tann 5. des. 1974 samtykti soljóðandi reglur fyri viðgerð av umsóknum um grundstykki frá Tórshavnar kommunu. 1. Áðrenn støða verður tikin til umsóknir, verða tær sammettar soleiðis: Fyrimun hevur umsøkjari a) sum eigur heima í Tórshavnar kommunu, b) sum hevur elstu umsókn, c) sum ikki eigur annað hús ella grundstykki, d) sum ikki áður hevur fingið grundstykki frá kommununi, e) sum er uppihaldari, f) sum hevurserstakargrundir, ið býráðið kann góðkenna. 2. Umsóknirnar verða settar í raðfylgju eftir dag- seting og fyrimunum. 3. Umsøkjari, jð stendur fyrst í raðfylgju fær boðið grundstykki, so hvørt tey verða leys at lata. Tórshavnar býráð 17. desember 1974 Kunngerð Regluligu býráðsfundirnir í 1975 verða hildnir hósdag 16. januar. 6. og 20. februar. 6. og20. mars. 10. og24. apríl 15. og 29. mei. 12. og 26. juni. 14. og 28. august. 11. og25. september. 9. og 23. oktober. 6. og20. november. 4. og 18. desember. Allir dagar kl. 18.00. Tórshavnar býráð Kunngerð Tað verður her gjørt kunnugt, at fólkatingsval fer fram hósdagin 9. januar 1975 í ár í samkomuhøll kommunuskúlans. Umframt veljarar í Tórshavnar kommunu hava veljarar í Tórshavnar uttanbíggja kommunu (tó ikki Syðradalur og Norðadalur) valstað í Tórshavn. Atkvøðutíðin verður frá kl. 10—13 og frá 15 — 20, og verður tá givið uppat, so skjótt støðgur kemur í. Valstýrið í Tórshavn 17. desember 1974 Marius Weihe fm. Føroysk f rímerki Føroysk frímerki verða tikin í nýtslu 30. januar 1975, og donsk frímerki kunnu bert nýtast til og við 29. januar 1975. í hesum sambandi verður skipað fyri filatelist- iskari stempling soleiðis: 1. Brøv og kort til stemplingar á posthúsunum 29.1.1975. Brøvini og kortini skulu hava ásett frímerki (í minsta lagi 50 oyru), navn og adresga skal vera áskrivað, og tey skulu vera send til posthúsið í Havn í seinasta lagi 6.1.1975. 2. Brøv og kort til stemplingar á posthúsunum 30.1.1975. Navn og adressa skal vera áskrivað, og postgjaldið er i minsta lagi 50 oyru fyri hvørt. Brøvini og kortini skulu vera send til posthúsið í Havn og gjaldið til: Postgirokonto 6 25 98 47 Frímerkjadeildin, posthúsið, 3800 Tórshavn i seinasta lagi 6.1.1975. Vanlig stempul verða nýtt á 38 posthúsum og stemplið «Spis færøsk klipfisk» á 5 posthúsum. Stemplið «Spis færøsk klipfisk» verður bert nýtt til og við 29.1.1975. ' 3. Fyrstadagsstempling við serstempli. Nærri upplýsingar um hetta og um nýggju frímerkini fáast á posthúsunum. Postverkið Internationalt show við hesum persónum: John Mailand, Svend Bjerre, Annique og og við orkestrinum Rico Kventena verður í Sørvági, Havn, Klaksvik, Fuglafirði, Runavík, á Tvøroyri og í Vági frá 14. til 24. januar.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.