Tíðindablaðið - 08.01.1975, Blaðsíða 4

Tíðindablaðið - 08.01.1975, Blaðsíða 4
Síða 4 TÍDIIMDABLADID mikudagin 8. januar 1975 Skeið 3. februar fer Klaksvík- ar Húsmøðrafelag undir annað húsarhaldsskeið- ið í húsum sínum í Krotugrøvini. Næm- ingamir fáa frían skúla, teir fáa innivist, og skeiðið varar í tríggjar mánar. Húsmøðrafelagið hevði í heyst tað fyrsta skeiðið av hesum slag. Tað almenna hevur lat- ið studning til bæði skeiðini, og ætlanin er í hesi tingsetuni at gera greiniligari reglur fyri, hvussu studningur til húsarhaldsskeið kann latast. «Orðið» væl umtókt Nógv fólk hava verið og hugt at sjónleikinum Orðið eftir danska prestin Kaj Munk, sum hevur verið framførdur fleiri staðni í Føroyum teir seinastu dagarnar. Leikurin og framførslan hava verið væl umtókt av fólki. Orðið er eitt tað kendasta skaldaverk hjá Kaj Munk. Leikurin verður framførdur í Vági í kvøld, í Vágum hóskvøldið, í Vest- manna fríggjakvøldið og i Havn leygarkvøld- ið. Upp á gólv Annað hefti í røðini «Vit fara upp á gólv», sum Klaksvíkar Dansi- felag gevur út, er kom- ið. Óli Dahl, Frits Olsen og Jóhan Petersen (Skard) hava greitt til prentingar. Innihaldið í hesum heftinum er Føroyska Brúðarvísan, Kvæði um Skapanina, Harra Pætur og Elinborg, I Dannemænd, Ein donsk Brúðarvísa, Sú- sannu Vísa, I ærlige brudefolk, Fisken tager sin føde i vand, Konn- ing Hans, Om Jephtæ løfte og En vise om skabelsen. Heftið kostar 12 kr. og fæst í bókabúðun- um. Gudstænastur J. Follend hevur guds- tænastu í Æðuvík sunnudagin. K.O. Viderø verður i Hvalba. í Nes prestagjaldi gongur talvan til frama fyri Heidningamissión- ina. Missións- vikur Missiónsvika er í Sand- avági frá 7. til 12. í hesum, í Hósvík frá 7. til 13. og á Viðareiði frá 8. til 12. januar. Møtir Møti verður í Missións- húsinum við Landaveg- in í kvøld kl. 20. Systramissión verður í Filadelfia, Landavegi 12, í kvøld kl. 20. Tele- fonandakt á 1.4880. Frelsunarherurin hevur ungdómsmøti í kvøld kl. 20.30, soldát- armøti (Bíbliugransk- ing) fríggjakvøldið kl. 20 og møti á Vaglinum kl. 21.45. Møti verður í Eben- ezer í kvøld kl. 20. Tríggir listar færri til Krossorð í seinasta blað fyri jól høvdu vit krossorða- gátu við 300 kr. í vinn- ingi, sum ein av inn- sendarunum fær. Loys- ningar uppá krossorða- gátuna mugu vera okk- um í hendi í seinasta lagi í morgin, 9. januar. 2 generalar lótu lív Eitt argentinskt hem- aðarflogfar er dottið niður har norðuri í land- inum, og øll tey 13 fólkini, sum við vóru, lótu lív, teirra millum vóru tveir generalar. Flogfarið datt niður í einum fjallalendi. Myndugleikarnir siga, at tað var illveður, tá flogfarið datt niður, men annars siga teir onki um grundina til, at tað datt niður. Viðurskiftini batnað Franski forsætisráð- harrin, Chirac, hevur sagt, at vitjanin í Frak- landi av australska for- sætisráðharranum, Whitlam, kann føra til eitt gott samarbeiði millum tey bæði londini á nógvum økjum. Hann segðl, at Frakland ynskir at vera eitt av vinarlondunum hjá Australia. Whitlam nevndi, at viðurskiftini hava verið spent mill- um Frakland og Aus- tralia orsakað av fronsku kjarnorku- royndunum í Kyrrahav- inum. valið hesaferð Ovissa millum manna um, hvat úrslitið av fólkatings- valinum verður í morgin er aftur fólka- tingsval — bert eitt gott ár eftir at val var seinast. I Danmark hendu heilt stór- ar broy tingar til valið sein- ast, tá sosialdemokratar- nir gingu nógv aftur, men kortini hjldu støðuna sum størsti flokkur. Tann nýggi framburðsflokkurin hjá Mogens Glistrup gjørdist næststørstur á fólkatingi, og centrums demokratarnir hjá Erhard Jacobsen — eisini nýggir — fingu heilar 14 mans. Roknað verður við, at í Danmark fara eisini hesa Hákun Djurhuus verður ikki valdur til fólkatings- mann hesaferð. Hann hev- ur ikki stillað upp aftur. Hákun kom fyrstu ferð á fólkating í 1957 fyri Thor- stein Petersen, og hann hevur verið fólkatingsmað- ur í tilsamans 9 ár. ferð at henda stórar broyt- ingar, m.a. visa Gallup- kanningar, at stjórnar- flokkurin Vinstra fer at tvifalda tingmannatalið. Her heima Tað vóru sjey listar til fólkatingsvalið í Føroyum seinast. Allir teir politisku flokkarnir stillaðu upp, tjóðveldisflokkurin fyri fyrstu ferð beinleiðis. Har- aftrat kom so ein uttan- flokkalisti, sum Knút Pet- ur í Gong gjørdi. Uttanflokkalistin fekk heilt fáar atkvøður og lut- tekur ikki hesaferð. Heldur ikki hava tveir av teimum politisku flokkunum, sjálvstýrisflokkurin og framburðsflokkurin, stillað upp. Eftir eru so bert teir fýra stóru flokkamir. Atkvøðurnar Javnaðarflokkurin fekk — eins og tey seinastu valini frammanundan — flestar atkvøður. Tær vóru 3773. Tjóðveldisflokkurin kom næstur við 3312, siðani fólkaflokkurin við 2709 og sambandsflokkurin við 2536 atkvøðum. Teir báðir flokkarnir, sum fingu mann valdan, lógu tá nakað væl fremri Hetta er fyrstu ferð, Atli Dam stillar upp til fólka- tingsval _ og kann gera eina meting av, hvussu ngvar atkvøður hann kann fáa uttan fyri Suðuroynna. enn hinir. Javnaðarflokk- urin hevði 461 atkvøður meir enn tjóðveldisflokk- urin, og hesin hevði so aftur 603 atkvøður meira enn fólkaflokkurin. Og fólkaflokkurin hevði 173 atkvøður meir enn sam- bandsflokkurin. Ávirkar samgongan? Tað sæst, at bert ein lítil broyting krevst til, at sambandsflokkurin fer fram um fólkaflokkin, meðan sambandsflokkurin ella fólkaflokkurin mugu fáa 6—700 atkvøður aftrat fyri at taka tjóðveldis- flokkin. Millum manna verður spurt, um úrslitið av fólka- tingsvalinum i ár man fara at fylgja somu gongd sum við seinasta val, ella um broytingar av týdningi fara at henda. í hesum sambandi verður nevnt, at skipanin av einum nýggj- um' landsstýri, sum ikki fyrr hevur verið roynt, kann koma at hava sína á- virkan. Tað kann hugsast, at javnaðarflokkurin, nú hann ætlar sær saman við tjóðveldisflokkinum, fer at missa nakrar av sínum sambandssinnaðu atkvøð- um til sambandsflokkin. Javnaðarflokkurin kann eisini til hetta valið koma at missa av tí, at hann ætl- ar at ganga saman við sínum gamla fígginda, fólkaflokkinum. Somuleiðis verður sagt, at fólkaflokkurin kann fara at missa atkvøður av ein- ari samgongu við javn- aðarflokkin. Men alt hetta fáa vit at vita hóskvøldið. Tíggju teir bestu Tað verða bert valdir tveir fólkatingsmenn i Føroy- um, t.v.s. at í mesta lagi tveir av teimum fýra list- unum kunnu fáa mann valdan. Áhugin fyri teim- um persónligu atkvøðun- um er stórur, og vit skulu tí her nevna teir 10, sum fingu flestar persónligar atkvøður til seinasta fólka- tingsval: Jóhan Nielsen 2601, Er- lendur Patursson 1779, Hákun Djurhuus 1346, Jógvan Sundstein 920, Pauli Ellefsen 632, Finn- bogi Isaksen 558, Jóhann- es Olsen 428, Andrias Djurhuus 338, Eli Nolsøe 308 og Petur Reinert 305. Her koma nakrar broyt- ingar at henda. Hákun Djurhuus hevur ikki stillað upp aftur, og tað kann tí væntast, at Jógvan Sund- stein (ella møguliga Knút Wang) fer at fáa flestar atkvøður á fólkaflokslista- num. Á javnaðarlistanum er tann broyting, at Atli Dam løgmaður er stillaður upp, og fólk eru spent eftir at fáa at vita, antin hann ella Jóhan Nielsen verður sigursharri. Á hinum báðum listun- um skal ikki roknast við stórvegis broytingum — har fáa Erlendur Paturs- son og Pauli Ellefsen væntandi flestar atkvøður. * » «•

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.