Tíðindablaðið - 08.01.1975, Síða 7

Tíðindablaðið - 08.01.1975, Síða 7
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 8. januar 1975 4» m --------------------! Nú eru nøkur ár síðani at Føroyahúsið í Keypmannahaun var keypt. í húsinum nýta føroyingar nøkur høli til samkomur o.a. Tekningina her omanfyri av húsunum hevur Stefan Danielsen gjørt Føroyahúsið týðandi miðdepul fyri nógvar føroyingar Frá Sonna Smith. Keypmannahavn í januar. Føroyahúsið í Store Kongensgade 108 hevur annað at bjóða enn vanligar upp- slítandi drukkveitslur. Her eru skaptir aðrir møguleikar fyri føroyingar enn til- vildarlig vertshús í miljónbýnum Keyp- mannahavn. Tað hevur verið roynt at selja húsið í Store Kong- ensgade og í staðin keypa Barners Kollegium í Helg- olandsgade. Men enn er ilt at siga, um hetta verður í lagi. Tí má bøtast og hugnast um tað, sum er. Møblar eru fingnir til vega, og fleiri av teimum áður so køldu hølunum í húsinum eru málað. Húsið hevur fingið sang- kór, dansiring, bridgefelag og kvinnubólk, samstund- is sum Framin, Oyggja- skeggi og Meginfelag Før- oyska Studenta virka her. Hvønn sunnudag hevur Mentunargrunnur Stud- entafelagsins útsølu av bókum, sum felagið gevur út. stovuni i húsinum varð borðreitt við heimabakað- um køkum (við sukri í), kaffi og te. Jóannes Dalsgaard las upp søgu eftir Heðin Brú. Petur Ovi Betersen spældi guitar og sang millum annað fótbóltsvísuna eftir Tonglatummas, So vakrar Moyggjar, Per Jákup Mikal, og gestirnir sungu við. Tað rann væl saman millum ung og eldri. Gest- irnir spurdu um viðurskifti her og heima í Føroyum. Hetta var eitt kvøld, sum tey eldru vildu uppliva aftur. Tey vistu næstan ikki, hvat tey skuldu siga av gleði. vaksnu saman. Sangkórið uncjirhelt — vælupplagt, vælsyngjandi og vælskip- að. Tað var eisini ein sonn fragd at hoyra Kára Peter- sen syngja sínar egnu sosial-realistisku visur. Hann spældi sjálvur við einari guitar og einar munnharpu, ið var fest um hálsin. Laura Hentze og Heri Kragesteen framførdu sjónleikarkenda táttin «Magga og Mubbu» eftir Trónda Olsen, og Arn- bjørn Danielsen og Laura lósu upp yrkingar. í Svøríki Húsasangkórið við Christ- ian Wahl sum leiðara hev- ur nú um 25 limir. Um- framt føroyskar sangir og vísur er kórið farið undir at venja og framføra klassisk løg og spirituals. Eini 30 — 40 fólk lut- taka í dansiringinum. Bæði sangkórið og dansi- ringurin høvdu framførslur í Svøríki í 1974. í bridgefelagnum kapp- ast átta til níggju pør inn- anhýsis. Seinni er ætlanin at kappast móti øðrum fel- øgum. Kvinnubólkurin, sum í løtuni hevur 15 limir, varð stovnaður fyri hálvum øð- rum ári síðani. Tær hittast fyri at arbeiða við tí støðu, kvinnan hevur í samfelag- num. Tær hava lesiringar, sum viðgera kvinnuspurn- ingar, og tær hava tikið lut í blaðtjaki. Kvøld fyri eldri Seinasti november og des- ember vóru merkismánaðir fyri húsið. Kvinnubólkurin skipaði tann 26. november fyri einum kvøldi fyri eldri føroyingar i Keypmanna- havn. Hetta vóru føroy- ingar, sum lítið og onki hevur verið fjørt fyri sein- astu 30—40 árini. í tí nýumvældu seymi- Steffan Danielsen Eitt annað merkisvert og djarvt H’*-’: i húsinum var málnin imsýningin hjá Steffan uanielsen frá 8. til 20. desember. Longu fyrsta dagin vitjaðu eini 30 fólk framsýningina. Leygardagin 14. desem- ber komu 130 børn saman við foreldrum teirra til jól- atræ i húsinum. Um kvøldið komu tey Síða 7 BØKUR OG LIST Ein traditionel barnabók aftrat í desember mánað kom bókin hjá Maud Heine- sen «Marjun og tey». Beinleiðis ummæli hevur einki verið at sæð, men í onkrum blaði varð bókin kallað «gentubók» næstan illavorðið orð, nú vit seta á árið 1975, sum av ST er kannað kvinnu- sakini. Tó er ikki at lata seg ræða av hesum, tí bókin er ætlað øllum børnum og kanska vaks- num við, verður sagt á aftanstu siðu. Marjun er 10 ár og býr í Havn saman við mammu síni og systkin- unum Elini (14 ár), Pet- ur Kristian (12) og Guð- runi, 1—2 ár. Pápin er stýrimaður og siglir úti í verðini. Bókin er væl skrivað, og Maud hevur nýtt eitt lætt og gott mál; tað ger at bókin er løtt at skilja hjá børnum í øllum aldr- um. Gott er eisini, at tíð og stað er okkara (Havn 1974), tí ofta hoyrast børn finnast at, at før- oyskar barnabøkur eru «gamaldags». í bókini verður greitt frá, hvat Marjun og tey havast at. Marjun hugs- ar í hesum døgum mest um at hon skal leika prinsessa í sjónleikinum, sum skúlin skipar fyri til jólar. Men áðrenn vít koma so langt, hendir mangt og hvat. Marjun dettur og brýtur øsbeinið, og tí er ivingarsamt um tað fer at eydnast henni at vera við í sjónleikinum. Men hon verður tó so fræg at hon kann spæla, og sjónleikurin eydnast væl. Marjun hevur fleiri vinkonur, og sum vera man keglast tær við hvørt og blíðkast aftur. Men hvat tær gera, sig- ur søgan lítið um. Marj- un gongur mammuni til handar, hevur Guðruna fyri hana o.tíl. Hon klandrast við eldru systrina og er megin- partin av tíðini saman við vinkonunum. Men tær spæla ikki nógv og eru ikki víðgongdar. Men Petur Kristian harafturímóti — hann livir i eini spennandi dreingjaverð. «Var hann ikki í onkrum bili, so var hann umborð á onkrum báti ella skipi. Hann reikaði runt um allan býin.» Greitt verður frá, hvussu hann saman við øðrum dreingjum kemur í neyð á fjørðinum, og teir verða eftirlýstir í út- varpinum. Einaferð finna teir ein skølt, sum teir goyma at ganga grýlu við og spøkja eftir gentum við. Teir eru eingir gentulók- ar, men rættilig mann- fólk. Petur Kristian heldur tað vera ómans- ligt at spæla við gentur, men tá á stendur og aðrir dreingir gera Marjuni ó- náðir, verjir og hevnir hann hana. Børnini skilja nágrein- iliga millum hvat sømir seg fyri ávikavist gentur og dreingir at spæla og gera. Einki verður nevnt um at Petur Kristian tekur sær av Guðruni ella hjálpir til innandura — hann er tann sum kemur heim og vil hava drekka og fær alt borið upp í hendurnar. Alla- staðni gongur tað í- gjøgnum, at genturnar eru spakar, góðar at hava við at gera og ræddar, meðan dreingir eru braneggjaðir, fyri- takssamir, raskir og djarvir — um ikki altíð fyri tað góða. Dømini eru nógv, eitt nú tann dagin genturnar eru farnar at keypa jóla- gávur i bókhandlinum. Tær verða varar við, at tveir dreingir eru í ferð við at stjala leikutoy, men ikki tora tær sjálvar at tala at, men venda sær til eina handils- gentu. Tó, hon torir heldur ikki, men kallar stjóran til. Búrkroppar- nir verða avdúkaðir, og genturnar verða løntar við góðum orðum og 10 kr., sum tær brúka at keypa klæðir til manne- quin-dukkurnar fyri! Sum tað skilst er mamman einsamøll um at uppala børnini, av tí at pápin er heimanífrá meginpartin av árinum, og tað tykist at ganga hampuliga væl hjá henni at halda skil á børnun- um. Hon kann vera strong og tykta tey, men góð er hon við tey og roynir at vera tolin og lagalig við Elina, sum er í pubertetsaldrinum. Hóast hon tosar v«ð børnini um mangt og hvat, tykist hennara sjónarringur rættuliga trongur. Nomið verður við spurningar so sum hvat Marjun skal læra, tá hon verður stór, og mamman ræður henni til at verða sjúkrasystir. Tá børnini spyrja hví neyð og fátækradømi er úti í verðini, sum pápin skrivar heim um, svarar mamman, «at soleiðis er tað bara». í brævi til Marjuna greiðir pápin frá, at ein smádrongur i Singapore hevur biðið um pengar so mamma hansara kundi fáa lækn- ahjálp, men hann helt seg einki kunna gera, tí hann væntaði at pengar- nir fóru til okkurt annað endamál. — Marjun for- telur søguna fyri hinum børnunum, og tað er skiljandi, at hon tekur undir við pápanum og verjir hansara undan- førslu, tá hini børnini spyrja. Men hví tekur Maud hesa hending fram uttan at lata Marjun hugsa og grunda um hetta, áðrenn hon góðtekur støðu páp- ans. Gentan er jú 10 ár, og í tí aldrinum eru børn von at spyrja, ivast og finnast at — eisini for- eldrum. Men ikki Marj- un, hon gevur seg til tols við at soleiðis má tað vera, tí tað sigur mamm- a, og mamma veit alt. Ein vinkona Marjun- ar, Hervør — so ung hon er — hevur eina hóming av hvat loysir seg best fyri hana: heldur enn at fara undir nakran lesnað ella útbúgving hevur hon sett sær sum mál at giftast við ríkum manni og gerast hægst í handl- inum! Við øðrum orðum skilir hon hvussu hon skal útnytta kvinnuroll- una soleiðis sum «sys- temið» er og virkar. Á ein hátt er bókin realistisk. Býtið millum gentu- og dreingjaspøl og uppaling er sum í heimum flest. Men eg haldi næstan ikki, at henda uppaling glíður so væl niðurum hjá øllum gentum sum hjá Marj- un. Hon góðtekur sina støðu — einaferð letur hon seg keypa fyri 85 oyru at halda seg burtur frá teimum spennandi dreingjunum, og hon er ikki øvundsjúk og skeld- ar ikki inn á dreingirnar, sum gentur vanliga ger- a. Samanlagt kann sig- ast, at bókin hevur litið at geva børnum. Hon kemur ikki við nøkrum, ið fær tey at hugsa sjálvi. Gentu- og dreingjarollur eru settar hart upp — og á tann hátt er bókin traditio- nell. Hvat Maud vil við bókini, veit eg ikki. Randi Jacobsen

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.