Tíðindablaðið - 08.01.1975, Page 2
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 8. januar 1975
Tíðindablaðið
L/tgevari og blaðstjórn:
Finnbogi Isaksen (ábyrgd)
Ámi Absalonsen »
Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49
Leysasøluprisur 2,00 kr. eintakið. Prent:
Tíðindablaðið og Dimmalætting.
Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum.
Skúli, framburður
og stættarstríð
Skeiðið
Tað er hundalív at vera veljari í
Føroyum. Fyrst at hoyra allar valrøður-
nar og lesa allar valgreinamar uppundir
løgtingsval í november. Síðani býráðs- og
bygdaráðsval i desember. Og nú fólka-
tingsval í januar. Um tvey ár verður so
aftur býráðs- og bygdaráðsval. Og nær
fólkatingsval verður av nýggjum, kann
ongin meta um. Tey hava verið títt í sein-
astuni.
Eitt fólkatingsval skuldi verið óneyð-
ugt nú. Kanska ikki í Danmark, har tey
politisku og búskaparligu viðurskiftini
hava verið so fløkt og ótrygg. Men í Før-
oyum er eitt fólkatingsval óneyðugt.
Okkara umboðan í fólkatinginum
hevur onki beinleiðis samband við dansk-
an politikk. Tann ávirkan, sum Glistrup,
ring búskaparstøða, Erhard Jacobsen og
viðurskiftini hjá donskum sethúsaeigar-
um hava á ta politisku støðuna í Dan-
mark, henda ávirkan nýtist ikki at hava
týdning fyri okkum.
Teir føroysku — og ivaleyst eisini
grønlendsku — fólkatingssessimir geva
hesum báðum tjóðum møguleika at føra
síni sjónarmið fram á danatingi. Annan
týdning hava teir ikki.
Tað skuldi tí einki verið til hindurs
fyri, at okkara umboðsmenn sótu í ávísa
tíð, og at fólkatingsval var í Føroyum
t.d. fjórða hvørt ár. So kundu danir havt
val, tá teir hildu tørv vera á tí — kanska
fleiri ferðir inn ímillum, at fólkatingsval
var í Føroyum.
í orðaskiftinum um før-
oyskan skúlaskap er tann
hugsan sett fram frá fleiri
síðum, at skúlin sum heild
átti at lagt størri dent á at
givið næmingunum kunn-
leika, ið teir fingu brúk fyri
í føroyska vinnulívinum.
Víst hevur verið á, at tey
tilboð um framhalds- og
yrkisútbúgving, ið higartil
hava staðið næmingunum
í boði, einvíst hava roynt
at beina næmingarnar inn
á útbúgvingarræsur, ið
leiða teir burtur úr før-
oyska vinnulívinum og so-
statt eisini í stórt mát
burtur úr føroyska samfel-
agnum.
Hesar hugsanir tykjast
helst teim flestu so innlýs-
andi rættar, at fáur hevur
mótmælt, hóast ein væl
kundi hugsað sær, at t.d.
praktiskt virkandi skúla-
menn kundu peika á nógv-
ar trupulleikar við at seta
slikar ábøtur í verk.
Men í Dagsins máh í
Tiðindablaðnum hin 6. de-
sember trein so ein stud-
entaskúlanæmingur,
Tummas í Dali, fram, og
hevði hug at andøva ímóti.
Hetta er kanska áhuga-
vert í sjálvum sær, men
tað, ið eg kundi havt hug
at gjørt eitt sindur við er
sjálvur argumentatións-
hátturin, ið nýttur varð, tí
at hann er rættuliga eyð-
kendur fyri studentar víða
hvar tey seinastu árini, og
vit fara óivað at møta
honum alt oftari, sum frá-
liður.
Tað er t.d. eyðkent og
vert at geva gætur, at
spumingurin um tað sam-
felagsgagnliga í tiltakinum
als ikki verður umrøtt. Tað
tykist vera uttan áhuga tá
Árni Olafsson, cand. polit.
skrivar í hesi grein, at
samfelagið sum heild við-
urkennir, at tann týdning-
armesta framleiðslukraftin
ikki er nøgdin av fram-
leiðslutólum, men dygdin
hjá teimum fólkum, ið
virka í vinnuni.
ið ein skoðar heimin við
hesum «marxistisku» ella
«nýmarxistisku» brillum.
Tað, sum verður hildið at
hava týdning er, at tað er
fiskasølustjórin, ið verður
uppfataður sum talsmað-
urin hjá føroysku kapital-
ismuni, ið hevur verið tann
ídnasti forsprákarin fyri
broytingum. Og, at tað
samband ímillum skúla og
vinnulív, ið henda umskip-
an førir við sær fer at geva
vinnulivinum, og tað verð-
ur útlagt í kapitalinum,
størri ávirkan á skúlaskap-
in. Einasti spumingurin er
sostatt, um tey uppskotnu
tiltøkini gagna kapitalin-
um. Svarið er ja, og niður-
støðan kemur — við somu
presisión sum úr eini data-
maskinu: Tiltakið er skaði-
ligt! burtur við tí!
Tað, sum eg nú vil peika
á er, hvørjar fylgjur tað
fær, um øll uppskot til á-
bøtur í samfelagnum fyri
framtíðina skulu dømast
út frá hesum málinum og
bert tí.
Lat okkum brúka skúla-
skipanina sum eitt dømi.
Tað, ið kundi hugsast at
komið burtur úr er, at
skúlin verður meira fjøl-
broyttur. Minkað verður
um snobbaríið fyri teoret-
iskum bóklærdómi, tey, ið
hava hug og hegni til
praktiskt virksemi fáa
fleiri tilboð, ið hóva teim-
um. Innan yrkisútbúgv-
ingina sleppa t.d. eisini
teir, ið kundu hugsað sær
at gjørst dugnaligir fiski-
mennupp í part. Ja, enntá
á studentaskúlanum kundi
ein hugsað sær at møgu-
leikar vórðu skaptir fyri
faksamansetingum, ið
kundu komið fólki til
gagns, um tey ikki vildu í
holt við eina akademiska
karrieru aftaná. Alt i alt
skuldi hetta ført til, at
fleirtalið av næmingunum
fekk meira burturúr. Færri
høvdu smokkað «niðurúr»
vegna tørvandi hug og
evni til tað bókliga, og
færri høvdu kent seg
troðkaði upp í eina lestrar-
karrieru, ið tey ikki høvdu
gávur til. (Og sum uni-
versitetslærari má eg siga,
at teimum sært tú ikki so
fá av í dag). Sum búskap-
arfrøðingur havi eg sjálv-
andi áhuga fyri teimum
gagnligu búskaparligu
fylgjum, ið hetta kann fáa.
Tann vinna, ið av nátúr-
givnum orsøkum má halda
Landsstýrið
Um samráðingarnar at
skipa eitt nýtt landsstýri
millum javnaðarflokkin,
tjóðveldisflokkin og fólka-
flokkin skrivar 14. Sep-
tember:
Tað er einki at taka seg
aftur í, at gongur henda
ætlan flokkanna út og
verður hon sett í verk,
kemur hetta at merkja tíð-
arhvarv í føroyskum poli-
tikki. Tað er óneyðugt at
nevna øll tey mongu stór-
mál, ið eru uppi hjá okkum
her í Føroyum — mál, ið
vit mugu fara undir at
SJÓNARMIÐ
loysa so ella so — bæði
mál, ið venda út eftir, og
so tey mongu innanhýsis
mál. Rætt er tað, at ó-
semja millum hesar triggj-
ar nevndu flokkar hevur
almikið darvað hesum mál-
um.
Tað verður einki tjóð-
veldislandsstýri, ið vit fáa.
Hetta mugu tjóðveldisfólk
lata sær lynda. Tað verður
einki javnaðarlandsstýri,
ið vit fáa. Hetta mugu
javnaðarfólk lata sær
lynda. Tað verður ei heldur
nakað fólkaflokslandsstýr-
i, ið vit fáa. Og hetta mugu
fólkaflokksfólk lata sær
lynda. Vit mugu heldur
royna at síggja tað besta í
hvørjum av hesum trimum
flokkunum.
Hetta merkir tíðarhvarv
í føroyskum politikki og
føroyskum samfelagslívi
yvirhøvur. Vit eiga at
fegnast um hetta tíðar-
hvarv.
Tíðirnar
Um sama mál skrivar Sos-
ialurin:
Ein orsøkin til hesar
drúgvu samráðingar man
helst eisini botna í tí ó-
tryggleika, sum ræður utt-
an um okkum, og sum vit
megu vænta eisini koma at
raka okkum, bæði orsakað
av hækkandi prisum á
teim vørum, vit skulu
keypa, og trupulleikar á
sølumarknaðum okkara.
Vit vænta, at tað fer at
eydnast at skipa eitt
landsstýri, at vit eisini á
hesum sinni verða førir fyri
at skipa okkara samfelag.
Eitt sterkt landsstýri,
eitt stýri, sum kennir á-
byrgd sína, er tað, vit
hava brúk fyri.
Ongin skriða
Summi fólkafloksfólk
halda, at tann nýggja sam-
gongan er ein skriða í før-
oyskum politikki, men so
er ikki, skrivar Dimma-
lætting:
Tað er minni sjálv sam-
ansetingin av einum føroy-
skum landsstýri, sum er
avgerandi fyri veljaramar,
harafturímóti í stóran mun
úrslitið av tí politisku
samvinnu, sum byrjar, ið
kemur at telja í seinasta
umfari. Teir, sum halda
seg hava skil á viðurskift-
unum, meta ikki, at stutt-
ligar tíðir eru fyri stavn;
men er tann rætti andin og
handalagið til staðar, so
verður altíð nóg mikið av
annars vónsviknum veljar-
um, sum eru til reiðar at
fyrigeva, hvat atkvøða
teirra er blivin brúkt —
ella misbrúkt til.
Politiskir
flokkar
Vallógin í Grønlandi er
broytt síðani seinasta fólk-
atingsval. Um hetta skriv-
ar Grønlandsposten:
Hereftir er tað liðugt við
einmansuppstilling. Tann
nýggja vallógin noyðir val-
evni — ikki minst til fólka-
tingið — at samarbeiða.
fram við at vera høvuðs-
vinnan í hvussu er hesa
øldina út, fiskivinnan,
kann fáa tilgongd av væl-
lærdum fólki, og ikki sum
annars bert av teimum, ið
skúlin tveitir frá sær sum
«sibbar» ella «ótangar».
(Hesir vísa seg tó ofta
seinri at vera skilamenn,
sum antin tiðliga í skúla-
gongdini hava rent seg
fastar, tí teir ikki vóru so
væl.í øgn við bókstavin,
ella hava kett seg, tí at
virkisfýsnið var størri enn
rammur skúlans loyvdu.)
Eisini aðrir næmingar, ið
annars kanska høvdu kent
seg noyddar at farið í holt
við eina ivingarsama lestr-
arkarrieru, høvdu heldur
valt at nýtt evnini hjá sær
i útbygging av einum fjøl-
broyttari føroyskum vinn-
ulívi.
Búskaparliga úrslitið;
Størri fólkatal, størri fram-
leiðsla, størri úrtøka — til
allar partar.
Men tað ber ikki til at
avnokta, at um føroyingar
til ta tíð framvegis ynskja
eina kapitalistiska samfel-
agsskipan, so vería kapit-
alistarnir, t.e. teir, ið eiga
framleiðslutólini, helst eis-
ini at fáa meira burturúr.
Og halda menn hetta vera
nóg góða orsøk til at mót-
arbeiða slíkum tiltøkum,
ja, so mugu teir heldur
gera tað. Men, tað ið om-
anfyri er sagt, vísir greitt,
at á tann hátt koma menn
ofta at berjast imóti at
royna at køva nakað, ið
kann verða til minst líka
nógv gagn fyri løntakarar-
nar. Hvussu ein inntøku-
vøkstur , verður býttur
framhald á bls. 9
Tann nýggja lógin tykist
at koma ti gamla siðinum
heilt tvørs fyri, at ein mað-
ur stillar upp. Hetta skilst
av tiðindunum um, at
Knud Hertling og Nikolaj
Rosing nú hava gjørt lista-
samband.
Tað er óheppið, at tann
nýggja vallógin skal noyða
fólk av ymiskari politiskari
áskoðan at ganga saman
fyri at vinna veljarar fyri
seg. Ein slík samanseting
hevði verið óhugsandi í
Danmark.
Tann nýggja vallógin
má merkja, at politiskir
flokkar verða skipaðir i
Grønlandi skjótast gjør-
ligt. Tann núverandi støð-
an fer bert at ørkymla
veljararnar.
*