Tíðindablaðið - 08.01.1975, Page 5
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 8. januar 1975
Síða 5
Onki frætt, hvat
íslendingar ætla
at føra fram
Ætlanin var altíð at samráð-
ingar skuldu verða aftur við
íslendingar um loyvi at veiða
innanfyri
í næsta mána verða sam-
ráðingar í Reykjavík mill-
um íslendingar og føroy-
ingar um føroysku fiski-
rættindini innanfyri ís-
lendska 50-fjórðinga mark-
ið.
Tann galdandi sáttmálin
varð gjørdur í 1972, og
hann gevur føroysku snell-
u- og linuskipum loyvi at
veiða innanfyri 50-fjórð-
inga markið. Umframt tað
hava eisini 10 føroyskir
trolarar loyvi at veiða har.
Sáttmálin er ikki upp-
sagdur, men hann kann
sigast upp við 6 mána á-
varing.
Saltfiska-
trolararnir
Atli Dam løgmaður sigur,
at sáttmálin, sum varð
gjørdur, tá íslendingar
fluttu fiskimarkið út, var
bert fyribils, og tað var
altíð ætlanin at samráðast
víðari, tá fiskimarksspurn-
ingurin var meira avklár-
aður. Landsstýrið hevur
ikki fingið nøkur boð um,
hvat tað er íslendingar
ætla at føra fram undir
teimum komandi samráð-
ingunum, sum byrja 21.
februar, t>eint eftir norður-
landa fundin, sum verður i
Reykjavík í ár.
Tað hevur fyrr verið
a’tlað, al samráðingarnar
millum íslendingar og før-
oyingar skuldu verða um
miðjan henda mánan, men
nú er avgjørt at útseta tær
til næsta mána.
Hóast íslendingar ikki
hava boðað landsstýrinum
frá, hvat teir ætla at føra
fram undir samráðingun-
um, so er ongin ivi um, at
veiðuloyvið hjá teimum
føróysku saltfiskatrolarun-
um er ein høvuðsspurning-
ur, ti tað hevur ljóðað, at
íslendingar eru misnøgdir
við, at teir føroysku salt-
fiskatrolararnir hava fisk-
að so nógv innanfyri 50-
fjórðinga markið hjá teim-
um.
Framhald av bls. 3
ongantíð fóru á sjógv,
ongantíð gjørdust skipar-
ar, so haldi eg ikki, at nøk-
ur ólukka stendst av tí.
Lærdómurin er lættur at
bera. Hvat vita vit um,
hvussu nógvur av teimum,
ið úr skúlanum fóru til
skips, og ætlaðu at gerast
skiparar, ikki blivu tað, tí
teir, av eini ella øðru orsøk
ongantíð komu á skúla?
Kanningar.
Tað hevði verið áhuga-
vert og týdningarmikið at
fingið eina kanning, ið
vísti, hvussu nógvir føroy-
ingar hava tikið nautisk
prógv, og samstundis fing-
ið at vita, hvussu nógvir
tilkomnir menn høvdu ætl-
að at tikið eitt tílikt, men
ikki fingu gjørt álvara av,
og hví brast ætlan?
Allir tilkomnir menn
áttu at komið við í eini
tilíkari kanning — Hvat
ætlaði tú? Brast ætlan? og
hví?
Saman við hesum kann-
ingum skuldu tey ungu
verið spurd, hvat tey
droyma um at fáa til yrki,
tá tey koma til.
Hvør skuldi skipað fyri
tílikum kanningum? Fróð-
skaparsetrið, kommunu-
felagið ella hvør?
Fyri sámfelagið, fyri út-
bygging av skúlaviður-
skiftum og fyri einstak-
lingin kann ein tílik kann-
ing fáa stóran týdning.
Tað, at tann ungi, drongur
ella genta, kann útbúgvast
til og seinri koma til at
virka innan tað yrki, ein
hevur glett seg til, er av al-
stórum týdningi.
At starvast í einum
yrki, sum ein ikki hevur
hug til er í sjálvum sær ein
sorgarleikur.
Fischer Heinesen
Tíðinda-
blaðið
Kunngerð
Eygnalækni Niels Willumsen hevur viðtalu á
Landssjúkrahúsinum (Tórshavn tlf. 1 3540) frá
mánadegi 3/2 til og við fríggjadegi 14/2 og frá
hósdegi 20/2 til og við fríggjadegi 28/2 1975, og á
Suðuroyar Sjúkrahúsi í døgunum mánadag 17/2
til og við mikudag 19/2 1975.
Sjúklingarnir mugu sjálvir ringja framman-
undan til sjúkrahúsini og biðja um tíð.
Av ti at tíðin verður so knøpp, ber bara til at
taka fólk, sum hava fingið ávising frá lækna sín-
um (børn frá skúlalæknanum).
Eygnalæknin er settur við rætti til privatkon-
sultatión, t.v.s. at sjúklingarnir mugu gjalda fyri
viðtaluna til læknan sjálvan og ikki sum vant í
«Leiðbeining». Ein partur av útreiðslunum verður
afturgoldin av sjúkrakassanum.
Telefon
1 48 49
Skrivstovumaður
Skrivstovumaður søkist til ítróttasambandið
skjótast gjørligt. Roknskaparkønur hevur fyri-
mun. Løn sambart Starvsmannafelagssáttmálan.
Nærri upplýsingar fáast á skrivstovuni mána-
kvøld kl. 20.00 til 22.00.
Ítróttarsamband Føroya
tlf. 1 2606
Sjónleikurin »ORDET«
av skaldaprestinum Kaj Munk, við Sam Besekow sum leik-
stjóra og við sjónleikarunum Preben Lerdorff Rye, Lars
Lunøe, Hardy Rafn, Anna Louise Lefóvre, Miskow Mark-
warth, Alice Sterup-Hansen, Henrik Wiehe, Nina Weiss,
Lisbeth Markwarth, Harald Jørgensen og Poul Christen-
sen, hevur iframførslu:
mikudagin 8. januar 1975 kl. 20 i samkomuhúsinum i Vági
hósdagin 9. januar 1975 kl. 19 á ellisheiminum f Vagum
friggjadagin 10. januar 1975 kl. 20 i skúlahøllini i Vestmanna
leygardagin 11. januar 1975 kl. 16 og 20 á læraraskúlanum í Tórshavn.
Allar framførslur hava forsølu av atgongumerkjum vlð inngongdina frá 3
korterum undan framsýningini.
Harumframt í Klaksvik f Fotobúðini hjá Eller og i Tórshavn I Fotobúðini á
Áarvegnum frá hósdegi 2. januar.
Atgongumerkir kr. 20,- (fyri børn saman við vaksnum kr. 5,-).
Tó skal viðmerkjast, at sjónleikurin er óegnaður fyri smærrl børn.
TIÐINDI
UR
NORÐOYUM
Nýggjur stjóri á
sjómansskúlan
Landsstýrið hevur sam-
tykt at seta Erik Dani-
elsen sum stjóra á
Klaksvíkar sjómans-
skúla. Fischer Heine-
sen, sum hevur verið
stjóri á hesum skúla
síðani hann varð stovn-
aður í 1947, er nú 73 ára
gamal. Erik Danielsen,
ið er ættaður úr Klaks-
vík, hevur undirvíst á
Klaksvíkar sjómans-
skúla síðani 1966. Hann
er 36 ára gamal.
Á skúlanum byrjaði
kokkaskeið í gjár.
Hetta skeiðið varar í
fimm mánar, og luttak-
ararnir eru 13 í tali, har-
av eru tríggjar gentur.
Átta av næmingunum
fáa innivist á skúlan-
um.
Umframt kokkaskeið
hevur skúlin eisini eitt
lið við skiparum og eitt
við telegrafistum. Tele-
grafistarnii', sum byrj-
aðu í oktober mána, eru
4 í tali. Teir ganga í
skúla í 18 mánar. Skeið-
ið við skiparum varar í
11 mánar, tað byrjaði í
august, og har eru 12
næmingar.
Nýggjan túr
Teir báðir trolararnir
hjá pf. Kjølbro, Sunda-
berg og Sjúrðarberg,
fóru nýggjan saltfiska-
túr leygarnáttina. Teir
fóru vestureftir, men
tað var ikki avgjørt, um
teir skuldu til Grøn-
lands ella Cape Bretton
at royna. Teir høvdu
vánaligt veður í fyrst-
uni eftir, at teir vóru út-
farnir.
Línubátarnir Jákup
B, Klakkur og Polar-
stjørnan eru farnir
nýggjan túr til íslands.
Meðan hon var heima
hevur Polarstjørnan
staðið uppi á beding og
fingið nýtt ekkolodd í-
sett. Hetta er eitt ekko-
lodd, sum var tikið úr
Skálaberg, áðrenn hann
var seldur.
Til ísfisk
Borgarin fór seinasta
hósdag undir ísland á
ísfiskaveiðu. Hann skal
landa til Dávavirkið og
kemur heim um einar 14
dagar.
Borgarin kom fyri jól
frá Labrador av svart-
kalvaveiðu. Teir vóru í
Hirtshals við lastini,
sum vigaði 116 tons.
Landar
Norðaldan landar nú í
Klaksvík. Teir komu
heim undan Grønlandi
jólaaftan og meta seg at
hava 285 tons av salt-
fiski, 20 tons av fryst-
um fiski og 20 tons av
lýsi. Toskurin og smá-
fiskurin verður pakkað-
ur beinanveg, meðan
millumfiskurin verður
stakkaður. Norðaldan
verður liðug at landa
fríggjakvøldið.
Úr Klaksvík verður
sagt, at skipini, sum
hava verið heima á
jólum, gera nú til at
fara avstað aftur. Norð-
ingur skuldi fara í gjár.
Ognarskifti
Hans Pauli Simonsen
hevur selt Jógvani Sim-
onsen í Hvannasundi
eini hús fyri 80.000 kr.
Ansgar Olsen hevur
selt Torbjørn Justesen í
Norðdepli eitt grund-
stykki fyri 8.000 kr.
Pauli Sivertsen hevur
selt Fríðriki Justesen í
Norðdepli eitt grund-
stykki fyri 14.750 kr.
Joensen & Olsen hev-
ur selt Jógvani Vágs-
heyg í Klaksvík eitt
stykki fyri 12.360 kr.
John Mikkelsen hev-
ur selt Jóhannes á For-
unum í Klaksvík eina
ogn fyri 50.000 kr.
Hentzar Rasmussen í
Klaksvík hevur selt
Hanus G. Johansen eini
hús fyri 145.000 kr.