Tíðindablaðið - 07.02.1975, Blaðsíða 1

Tíðindablaðið - 07.02.1975, Blaðsíða 1
Tíðindablaðið l\lr. 10 - 2. árg. - leysasøla 2,00 kr. Fríggjadagur 7. februar 1975 Telefon 1 48 49 1 HEBBSnflHKBH miimmmKmam WBBHMBH Norðurlendskur hondbóltur Føroyar gjørdust nr. 6 í = norðurlendsku hond- bóltskappingini. Norð- | urlanda meistari varð Svøríki. Tann seinasta dystin j spældi føroyska liðið í seinnapartin mikudagin ímóti Finlandi. Hetta var dystur um fimta plássið, og finlendingar vunnu við 28 málum móti 16. I hálvleikinum var støðan 14—9 til fin- lendingar. Fyri Føroyar gjørdi Kári Mortensen 8 mál, Hanus Joensen 3, Hilmar Joensen 2, Jóan Pætur Midjord, Finnur Helmsdal og Sverri Jacobsen gjørdu hvør sítt mál. Týskvøldið spældi før- oyska liðið ímóti íslend- ingum, og íslendingar vunnu 27 — 17. í hálv- leikinum var støðan 15 — 7. Tá gjørdi Hanus Joensen 5 mál, Kári Mortensen 4, Sverri Jacobsen og Hilmar Jo- ensen hvør síni trý mál og Jóan Pætur Midjord og Kári Thorsteinsson hvør sítt. Kappingin fór fram í Danmark. Finalan var millum Noreg og Svøríki mikukvøldið, og hóast Noreg lá á odda við 10 málum móti 7 í hálvleikinum, so vann Svøríki tó dystin við 17 — 15. Nr. 3 i kapping- ini var Danmark, nr. 4 ísland og nr. 5 Finland. Brúdleyp Leygardagin giftast í Havn Ebba Høj, ættað úr Klaksvík og Jens Andreasen úr Havn. Adr.: Hotel Hafnia. Leygardagin giftast Inger Olsen, Sørvágur, og Jógvan Jákup Johan- sen maskinmeistari i Sandavági. Adr.: Sand- avágur. I dag giftast í Havn Magnhild Jacobsen, Tvøroyri, og Hans Djur- huus, Porkeri. Adr.: Hotel Hafnia. Leygardagin giftast í Klaksvík Katrin Joensen Kollafjørður og Sigvard Steffensen, Árnafjørður. Adr.: Árnafjørður. Silvurbrúdleyp Í dag kunnu hjúnini Ásla og Jákup Jacobsen, Nólsoy, halda silvur- brúdleyp. Útróðrarmenn til Havnar við bátunum á fund næsta mikudag Hava biðið um loyvi at sleppa at leggja bátarnar á Eystaru vág Útróðrarfeløgini kring landið hava eftir áheitan frá Megin- felagnum havt fund um upp- skot landsstýrisins, sum varð samtykt á tingi í síðstu viku um størri prísstudning. For- maðurin í samráðingar- nevndini hjá Meginfelag- num, Adolf V. Hansen, sigur, at frá teimum fundum, sum hann hevurfrætt, hava menn verið sera illa nøgdir við tað lógina, sum tingið samtykti. I næstu viku skipar megin- felagið fyri einum stórum fundi í læraraskúlahøllini I Havn, og henda dagin koma væntandi nógvir útróðrarbát- ar til Havnar við fólki, sum skal á fundin, og har verður støðan hjá útróðrinum tikin upp til viðgerðar. Meginfel- agið hevur sent eitt skriv til tingið um loyvi at sigla gjøgnum Streymin og um størri skattafrádrátt. Síða 4 Fiskasølan hevur saltfiskareklamu í griksum sjónvarpi Tað er ringt at sleppa av við smáan saltfisk, sigur Birgir Danielsen Vanliga plagar altíð nakað av saltfiski at vera selt til Italia hesa tíðina á árinum, men fíggjarviðurskiftini í hes- um landi hava gjørt, at tað er ikki lætt at selja til Italia í dag. Fiskasølan hevur nakað av fiski á goymslu, sum teir fegin vildu selt til henda marknað. í Grikkalandi gongur nú ein reklamurøð í sjónvarpinum fyri saltfiski. Hon er gjørd í samarbeiði við íslendingar og við fiskakeypararnar í Grikkalandi. S.5 Birgir Danielsen Halgir Winther Poulsen, sakførarin hjá Z. Wang, kemur út úr dómhúsinum, eftir at dómurin er fallin Hevði grund at halda, at hann var í nevndini í sakarmálinum, sum Zak- arias Wang reisti móti val- evnum hjá tjóðveldisflokk- inum fyri skuldsetingar í- móti sær í útvarpinum og í 14. September fall dómur í Føroya rætti mikudagin. Av teimum átta sak- søktu fingu Erlendur Pat- ursson og Olavur Michel- sen 14 daga hefti hvør, meðan hini — Petur Rein- ert, Trygve Árting, Jákup í Jákupsstovu, Kjartan Mørkøre, Ingrid Dalsgarð og Vilhjálmur Patursson — vórðu dømd at gjalda 14 dagbøtur á 50 krónur ella hefti í 14 dagar. Sum sak- førarin hjá Zakarias Wang hevði kravt, vórðu tær skuldsetingar, sum vóru settar fram ímóti Zakarias Wang dømdar deyðar at vera. Tey saksøktu. skulđu afturat hesum rinda sak- armálskostnaðin. Ikki fals Rætturin sigur, at sak- søkjarin hevur havt grund til at halda, at hann var komin inn i nevndina i partafelagnum Blaðstarv i staðin fyri Ólav Michelsen. Sjálvt um tað kann finnast at saksøkjaranum, at hann gjordi sina egnu úrskrift úr gerðarbókini og broytti fráboðanina til partafel- agsskrásetingina, so kann hotta ikki sigast at vera íals. Um virðisbrøvini sigur rætturin, at saksøkjarin hevur rætt í, at yvirlýs- ingin í 14. September kann skiljast sum ein skuldset- ing um svik. Sambært tær mótstríðandi frágreiðingar í sakini, kann tað ikki sigast at vera prógvað, at tey umtalaðu virðisskjøl nakrantíð hava verið til, og tað er onki prógv fyri, at saksøkjarin hevur til- ognað sær partabrøvini ella onnur virðisbrøv. Brævið Um tey seks saksøktu, sum vórðu dømd til dag- botur, verðursagt, at av tí at tað mótsatta ikki er prógvað, má haldast, at hesi hava ikki havt kunn- leika til brævið, sum Ólav- urNyiichelsen skrivaði 20. mars í 1974, har hann sigur, at hann ikki var nevndarlimur i Blaðstarv. Harímóti kendu Erlendur Patursson og Ólavur Mic- helsen allar upplýsingar, tá s!;uldsetingin varð sett fram. sigur rætturin.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.