Tíðindablaðið - 07.02.1975, Qupperneq 1
Tíðindablaðið
l\lr. 10 - 2. árg. - leysasøla 2,00 kr.
Fríggjadagur 7. februar 1975
Telefon 1 48 49
1
HEBBSnflHKBH
miimmmKmam
WBBHMBH
Norðurlendskur
hondbóltur
Føroyar gjørdust nr. 6 í =
norðurlendsku hond-
bóltskappingini. Norð- |
urlanda meistari varð
Svøríki.
Tann seinasta dystin j
spældi føroyska liðið í
seinnapartin mikudagin
ímóti Finlandi. Hetta
var dystur um fimta
plássið, og finlendingar
vunnu við 28 málum
móti 16. I hálvleikinum
var støðan 14—9 til fin-
lendingar. Fyri Føroyar
gjørdi Kári Mortensen 8
mál, Hanus Joensen 3,
Hilmar Joensen 2, Jóan
Pætur Midjord, Finnur
Helmsdal og Sverri
Jacobsen gjørdu hvør
sítt mál.
Týskvøldið spældi før-
oyska liðið ímóti íslend-
ingum, og íslendingar
vunnu 27 — 17. í hálv-
leikinum var støðan
15 — 7. Tá gjørdi Hanus
Joensen 5 mál, Kári
Mortensen 4, Sverri
Jacobsen og Hilmar Jo-
ensen hvør síni trý mál
og Jóan Pætur Midjord
og Kári Thorsteinsson
hvør sítt.
Kappingin fór fram í
Danmark. Finalan var
millum Noreg og Svøríki
mikukvøldið, og hóast
Noreg lá á odda við
10 málum móti 7 í
hálvleikinum, so vann
Svøríki tó dystin við
17 — 15. Nr. 3 i kapping-
ini var Danmark, nr. 4
ísland og nr. 5 Finland.
Brúdleyp
Leygardagin giftast í
Havn Ebba Høj, ættað
úr Klaksvík og Jens
Andreasen úr Havn.
Adr.: Hotel Hafnia.
Leygardagin giftast
Inger Olsen, Sørvágur,
og Jógvan Jákup Johan-
sen maskinmeistari i
Sandavági. Adr.: Sand-
avágur.
I dag giftast í Havn
Magnhild Jacobsen,
Tvøroyri, og Hans Djur-
huus, Porkeri. Adr.:
Hotel Hafnia.
Leygardagin giftast í
Klaksvík Katrin Joensen
Kollafjørður og Sigvard
Steffensen, Árnafjørður.
Adr.: Árnafjørður.
Silvurbrúdleyp
Í dag kunnu hjúnini
Ásla og Jákup Jacobsen,
Nólsoy, halda silvur-
brúdleyp.
Útróðrarmenn
til Havnar við
bátunum á fund
næsta mikudag
Hava biðið um loyvi at sleppa
at leggja bátarnar á Eystaru vág
Útróðrarfeløgini kring landið
hava eftir áheitan frá Megin-
felagnum havt fund um upp-
skot landsstýrisins, sum varð
samtykt á tingi í síðstu viku
um størri prísstudning. For-
maðurin í samráðingar-
nevndini hjá Meginfelag-
num, Adolf V. Hansen, sigur,
at frá teimum fundum, sum
hann hevurfrætt, hava menn
verið sera illa nøgdir við tað
lógina, sum tingið samtykti.
I næstu viku skipar megin-
felagið fyri einum stórum
fundi í læraraskúlahøllini I
Havn, og henda dagin koma
væntandi nógvir útróðrarbát-
ar til Havnar við fólki, sum
skal á fundin, og har verður
støðan hjá útróðrinum tikin
upp til viðgerðar. Meginfel-
agið hevur sent eitt skriv til
tingið um loyvi at sigla
gjøgnum Streymin og um
størri skattafrádrátt. Síða 4
Fiskasølan hevur
saltfiskareklamu í
griksum sjónvarpi
Tað er ringt at sleppa av við smáan
saltfisk, sigur Birgir Danielsen
Vanliga plagar altíð nakað av saltfiski
at vera selt til Italia hesa tíðina á
árinum, men fíggjarviðurskiftini í hes-
um landi hava gjørt, at tað er ikki lætt
at selja til Italia í dag. Fiskasølan hevur
nakað av fiski á goymslu, sum teir
fegin vildu selt til henda marknað. í
Grikkalandi gongur nú ein reklamurøð
í sjónvarpinum fyri saltfiski. Hon er
gjørd í samarbeiði við íslendingar og
við fiskakeypararnar í Grikkalandi.
S.5
Birgir Danielsen
Halgir Winther Poulsen, sakførarin hjá Z. Wang, kemur
út úr dómhúsinum, eftir at dómurin er fallin
Hevði grund
at halda,
at hann var
í nevndini
í sakarmálinum, sum Zak-
arias Wang reisti móti val-
evnum hjá tjóðveldisflokk-
inum fyri skuldsetingar í-
móti sær í útvarpinum og í
14. September fall dómur í
Føroya rætti mikudagin.
Av teimum átta sak-
søktu fingu Erlendur Pat-
ursson og Olavur Michel-
sen 14 daga hefti hvør,
meðan hini — Petur Rein-
ert, Trygve Árting, Jákup
í Jákupsstovu, Kjartan
Mørkøre, Ingrid Dalsgarð
og Vilhjálmur Patursson
— vórðu dømd at gjalda 14
dagbøtur á 50 krónur ella
hefti í 14 dagar. Sum sak-
førarin hjá Zakarias Wang
hevði kravt, vórðu tær
skuldsetingar, sum vóru
settar fram ímóti Zakarias
Wang dømdar deyðar at
vera. Tey saksøktu. skulđu
afturat hesum rinda sak-
armálskostnaðin.
Ikki fals
Rætturin sigur, at sak-
søkjarin hevur havt grund
til at halda, at hann var
komin inn i nevndina i
partafelagnum Blaðstarv i
staðin fyri Ólav Michelsen.
Sjálvt um tað kann finnast
at saksøkjaranum, at hann
gjordi sina egnu úrskrift úr
gerðarbókini og broytti
fráboðanina til partafel-
agsskrásetingina, so kann
hotta ikki sigast at vera
íals.
Um virðisbrøvini sigur
rætturin, at saksøkjarin
hevur rætt í, at yvirlýs-
ingin í 14. September kann
skiljast sum ein skuldset-
ing um svik. Sambært tær
mótstríðandi frágreiðingar
í sakini, kann tað ikki
sigast at vera prógvað, at
tey umtalaðu virðisskjøl
nakrantíð hava verið til,
og tað er onki prógv fyri,
at saksøkjarin hevur til-
ognað sær partabrøvini
ella onnur virðisbrøv.
Brævið
Um tey seks saksøktu,
sum vórðu dømd til dag-
botur, verðursagt, at av tí
at tað mótsatta ikki er
prógvað, má haldast, at
hesi hava ikki havt kunn-
leika til brævið, sum Ólav-
urNyiichelsen skrivaði 20.
mars í 1974, har hann
sigur, at hann ikki var
nevndarlimur i Blaðstarv.
Harímóti kendu Erlendur
Patursson og Ólavur Mic-
helsen allar upplýsingar,
tá s!;uldsetingin varð sett
fram. sigur rætturin.