Tíðindablaðið - 07.02.1975, Síða 3
• TÍÐINPABLAÐIÐ fríggjadagin 7. februar 1975
Síða 3
LESARIN SKRIVAR
Bert lesarabrøv við navni undir koma i blaðið.
Fyrsta mistakið
Illa umhugsað í Tinganesi,
varð fyribilsloysnin av um-
støðum heimaveiðumanna.
Dagin eftir sum Føroya
landsstýri hevði lagt upp-
skot fyri løgtingið um nøk-
ur oyru í eykastudningi,
tók prisásetingarnevndin
fyri ráfisk hesi oyru av-
aftur prísinum. Kvøldið
fyri sum prísurin fall hesa
_ ferð ljóðaði, at dollar og
pundsvirðið vóru óvanliga
lág, og tí fall fiskaprísurin.
Bæði dagin eftir og annan
dagin eftir prísfallið hækk-
aði dollar og pundsvirðið
óvanliga nógv, men prís-
hækkan á ráfiski hoyrist
onki um. Av hesum kunđi
verið líkt til, at prísstudn-
ingur, eftir núgaldandi
skipan, ikki kemur fiski-
monnum tilgóðar, men er
beinleiðis inntøka hjá flak-
avirkjum og fiskasølu. Tað
er rætt sum Hilmar Kass
segði undir viðgerðini, at
uppskotið var eitt misfost-
ur. Ikki bert hetta upp-
skotið, men øll studnings-
skipanin í núverandi líki er
eitt misfostur, so leingi
<1 sum hon ikki leggur botn i
inntøku fiskimansins. í
fleiri ár hevur Klaksvíkar
útróðrarfelag søkt um at
fáa hesi oyru prístalsvið-
gjørd. Hetta hevði verið
frægari, men heldur ongin
loysn í kreppustøðu sum
nú.
Skal prísískoyti vera,
eigur tað at latast í seinra
enda til virkir og fiskasølu,
ikki sum nú, til fyrsta lið í
ketuni, og slættis ikki eftir
hesi skipan.
Tað harmar meg, at
landsstýrið í sínum út-
rokningum til hetta upp-
skotið blakar árið 1974
burtur og ístaðin tekur ár-
ið 1973 sum grundarlag.
\ø Burtur úr hesum kemur so
eitt heilt vilt úrslit við bert
7% í prísmuni á fiski. Át
ov fá tøl fyriliggja fyri
1974, skuldi sagt okkum,
at grundiga verður farið til
verka, og fullfíggjað er
uppskotið tá tað kemur,
men tíverri ber hetta boð
um tað mótsætta. Hvat
sigur skattadeildin, um vit
fiskimenn nýta sama mát-
a? Vit blaka rokningina
burtur fyri 1974, tí hetta
hóskar so ómetaliga væl
við okkara viðurskifti. Her
fáa vit nærum uppá oyra
aftur, tað vit hava mist av
prísfalli, og húsarhald og
livifótur okkara verður
nærum tann sami sum í
1974.
Eisini harmar meg øll
henda hjálp í bløðunum.
Hjálp, hjálpartiltøk, stud-
ningshjálp o.a. enntá í les-
* arabra:vi í Dimmu, undir-
skrivað útróðrarmaður,
stendur hjálp. Tá maður
kemur aftur av veiðuferð
og letur tey 8 fólkini, sum
eftir samfelagsskipanini
eiga part í veiðu hans, fáa
burturav, til so lítið er
eftir, at hann ikki fær seg
mettan sjálvur, og tann, ið
mest hevur fingið, blakar
honum eitt sporl aftur av
einum fiski í sinari teggju,
so er hetta hjálp til veiðu-
mannin, tað er klárt sum
blekk. Tá tann parturin,
sum veiðumaðurin letur til
samfelagið, er vorðin so
stórur, at hansara egni
partur ikki røkkur til at
halda lív í honum sjálvum,
so er tað hjálp, um hesi
viðurskifti verða broytt,
tað er sjálvandi klárt sum
blekk.
Setið prísin so mikið
upp, at veiðumenn kunnu
liva av sini inntøku. Slepp-
ið hesi hugsan, at veiðu-
menn púrt onki skil hava á
sínum egnu viðurskiftum,
og at teir eru uppreistrar-
menn, tá teir tosa um síni
áhugamál. Setið so prís-
studning á seinna enda,
um tað tørvar. Hetta
krevur sjálvandi alment
eftirlit á vissum økjum,
men tað má Gud hjálpi
mær eisini treingja til.
Hvat líkist enn í 1975 at
hava miljónahandilsfyri-
tøku at selja fisk og enntá
við einkarrætti á fleiri økj-
um. Vit hava sjálvandi
brúk fyri dugnaligum og
vælløntum fólki, eins og
nú, til at selja fiskavørur,
men tann peningur, sum
fer uppum lønina til hesi
fólk, og sum verður nýttur
til annað endamál t.d.
byggjan av langum rekkj-
um av veiðuførum, eru
pengar, sum fiskimenn fáa
ov lítið í prísi. Hvat líkist
at vit keypa 2 ára gamlan
makrel til agn fyri 3.25 kr.
f. kg., meðan nótabátar-
nir, teir føroysku, landa
feskan makrel á Fuglafirði
fyri 0,56 kr. f.kg., bert fyri
ikki at skerja einkarrætt-
in. Hyat Jíkist, at Trygg-
ingarsambandið setur i
lánigrunn 15 milj. kr. til
kommunur, og samstundis
setur gjaldið upp við 15%
hjá skipum? Hvat líkist, at
yvirhøvur onki eftirlit er
við prisi á tí, sum skal
umborð á eitt skip, meðan
eftirlitið er so framúrskar-
andi við ti, sum kemur
uppá land úr sama skipi?
Nú kann hetta tykjast
sum tann revsandi røddin
ella tann stóri kværulant-
urin. men hugsanin var
bert at prika í onkran av
svullunum, sum tíverri eru
nógvir, gulir og væl bún-
aðir í okkara samfelag.
Heldur ikki eri eg tilhang-
ari av at slípa, brýna og
pakka inn sannleikan, so
hann kemur sum vattkúla,
men tosað verður frá livr-
ini, sum vanligt er millum
fiskimenn, og sannleikin
verður ikki ringari av ti.
Vit fiskimenn hava
mangan ringan fiskidag,
og eg fari at meta hetta
studningsuppskotið sum
ein ógvuliga vánaligan
fiskidag, men vit liva í
vónini um tann stóra fong-
in, og hetta verður vónin
um heildarloysnina fyri
feskfiskaveiðuflotan um
tveir mánar. Støðan má
bert ikki undirmetast.
45% prísfall á fiski gevur
eisini 45% minni inntøku
til fiskimenn. Hetta sæst
skilliga nú, tá tey oyru,
landsstýrið skjýtur upp
sum eykastudning, verða
tikin av prísinum, áðrenn
uppskotið er samtykt á
løgtingi, og prísurin fer
niður, tá pengavirðið er
niðurgangandi i keypara-
londum, men ikki hækkar
aftur, tá peningavirðið er
uppgangandi. Eru tølini
røtt, sum prísásetingar-
nevndin fyri ráfisk fær at
arbeiða eftir, so koma tær
miljónir krónur, sum hesi
45% geva minni til fiski-
menn, eisini framaftur
sum minkandi tjóðarinn-
tøka fyri 1975, tí vit kunnu
ikki rokna við, at búskap-
urin í keyparalondunum
verður rættaður so skjótt
upp, at tey fáa yvirskot av
peningi, og vit harav topp-
prísir aftur í bræði. Vit
hava heldur ikki loyvi at
rokna við størri fiskanøgd í
1975 enn í 1974, heldur
tvørturímóti, so vit verða
noyddir at gera sparitiltøk
og spenna reimina inn, tað
má vera hvørji menniskju
greitt, sama hvat hon hev-
ur fingið í vøggugávu.
Tann spariháttur, sum
higartil er nýttur síðan
prísfallið byrjaði, at á-
leggja teim umleið 2.000
monnunum, sum landa
feskfisk, at bera alt tað,
sum tjóðarinntøkan verður
minni í 1975, kann ikki
nýtast. Fiskimenn kunnu
ikki bera hetta, samstund-
is sum livikostnaður og
aðrar lønir alsamt ganga
upp.
Her má øll Føroya tjóð
vera við. Her eru versn-
andi livikor, sum vit nær-
um onga skyld hava í
sjálvir, kroyst inn á okk-
um uttaneftir, so reimin
má spennast inn hjá øllum,
og fiskimenn mugu taka
sín part. Her er nakað at
tríva í hjá okkara nývaldu
løgtings- og landsstýris-
monnum. Her eigur ikki at
drálast og tingast og
stjórnarskiftast, eins og
gjørt verður í Danmark.
Her eru tiltøk, sum mugu
gerast, og sama er at leypa
í eldin sum at krúpa. Gott
hevði verið, um vit, eins og
vit lesa um, at gjørt verður
í øðrum londum, høvdu
sæð fyridømi í, at spenna
reimina inn, frá teim
hægstløntu her á landi,
ella hvør sigur, at hundr-
aðtúsund kr. skulu vera í
lønarmuni millum tann,
sum hevur verið á Harvard
ella aðrastaðni og lisið seg
burtur úr kroppslitinum og
so tann, sum leggur kropp
til tað grova arbeiðið, sum
má og skal gerast fyri at
samfelagið kann mala?
Hevði ikki hetta lætt um
samfelagsbyrðuna hjá
teimum lágtløntu?
Einki er, sum elvir so til
illvilja og illstøðu sum nið-
urgangstíðir, tí er ógvuliga
umráðandi at rætt verður
atborið, og úrslitini verða
til bata har tað krevst bati.
Tann tiltikna fasta hondin
er so til staðar, í tí sterku
samgongu, vit nú hava, so
møguleikarnir eru góðir,
bert viljin er. Almenning-
urin skal upplýsast um
sølumál av fiskavørum.
Nakað so stendur í sam-
gongusáttmálanum. Und-
irritaði bíðar ógvuliga
spentur eftir hesum upp-
lýsningum. Tað er ikki
sagt, at hetta munar so
lítið í teimum sparitil-
tøkum, sum liggja fyri.
Við vón um góða heild-
arloysn.
Isak Matras
Handilslærlingur
Søkt verður eftir lærlingi til handil okkara.
Svend Krosstein
tlf. 14600
c) y<5
h~ ð
zi- £>
\ £
Klokkaragøta 19
3800 Tórshavn
TLF.14849
95 ár
Sunnudagin 9. februar
fyllir Andreas Poulsen
á Strondum 95 ár. An-
dreas fór til skips á
ungum árum og var
burtur líka til 1932, tá
hann tók við festinum
eftir faðir sín. Árini frá
1898 til 1916 var hann
til lands í íslandi við
stórakompagní. Av
teimum, sum vóru við í
stórakompagní liva eft-
ir í dag umframt An-
dreas: Símun Johanne-
sen, Strendur, og brøð-
urnir Drias og Líggjas
Huusgárd í Gøtu. Tað
mesta, teir fingu burt-
urúr eini slíkari ferð var
300 krónur, teir fingu
t.d. okkurt árið 11 oyru
fyri kg av stórum og 9
oyru fyri kg av smáum
klippfiski.
í 1932 legðist Andre-
as heima, tá hann tók
við festinum eftir faðir
sín. Hann sat við fest-
inum til 1952, tá hann
læt tað til elsta sonin,
Edvard. Men eftir at
hann var givin at vera
burtur, fekst hann nógv
við útróður. Hann e:
framvegis raskur og
klárur og er fyrsti mað-
ur á støð, tá ein bátur
hevur verið á floti.
Kona hansara, Jó-
hanna, var eisini ættað
av Strondum. Hon
doyði fyri 20 árum síð-
ani. Børnini eru: Ed-
vard, Poul Jóhannes
(Ginni), Jógvan, Ras-
mus (Jassi), Einar,
Gitta, Sanna og Han-
sina. Tey búgva øll á
Strondum. Ein dóttur,
Tinna, er deyð.
75 ár
Mánadagin 10. februar
fyllir Elsuba Justinus-
sen í Lorvík 75 ár.
Elsuba er ættað av
Fløtunum í Lamba og
var gift við Tummas
Justinussen. Hann
doyði í 1968. Tummas
var sjómaður og róði
eisini út tey seinastu
árini. Børnini eru: Ei-
rikur, Lisabeth og El-
nar í Lorvík, Jóan
Jakku og Marita í Es-
NÝTT
UM NØVN
bjerg, Jógvan í Keyp-
mannahavn, Birtha í
Runavík, Justinus í
Gøtu og Osmundur í
Havn.
Andlát
Mánadagin 3. februar
andaðist Holger Bs -
entsen, fyrrv. skúla-
stjóri í Havn, 69 ára
gamal. Holger Bærent-
sen tók læraraprógv á
Føroya Læraraskúla i
1926 og var eisini á
læraraháskúlanum tvey
ár seinni. Síðani var
hann lærari á ymiskum
plássum til hann i 1933
var settur sum lærari
við kommunuskúlan i
Havn, har hann var, til
hann í 1972 fór frá
vegna aldur. Holger
Bærentsen var eisini
lærari við handilsskúl-
an í Havn frá 1937, og í
1951 var hann settur
sum fyristøðumaður við
skúlan. Holger Bærent-
sen tók við starvinum
sum skúlastjóri við
Tórshavnar kommunu-
skúla í 1961.
Mánadagin doyði Karl
Kjærbæh úr Sumba av
óhappi umborð á norsk-
a trolaranum Ole Sæt-
ermyr, meðan hann lá
víð bryggju í Álesund.
Karl Kjærbæk var 42
ára gamal.
Mikudagin doyði eis-
ini Bjarni Øster úr Por-
keri av sama óhappi.
Hann var 24 ára gamal.
Teir høvdu saman við
øðrum monnum verið
niðri í eini reiðskaps-
goysmlu, og menninir
fullu í óvit, av tí at ov
litið súrevni var í rúm-
inum.
Mánadagin doyði Erik
Johansen av Tvøroyri,
vanliga nevndur Erik á
Eiði, 80 ára gamal.
Týsdagin 4.2. doyði
Elly Jensen f. Egholnf?
ættað úr Hvalvík. Hon
andaðist á sjúkrahúsi í
Glostrup.
Mikudagin andaðist
Hans Pauli Thomasen,
vanliga nevndur Hans
Pauli hjá jarðamóðrini
av Tvøroyri, 79 ára
gamal.