Tíðindablaðið - 07.02.1975, Qupperneq 3

Tíðindablaðið - 07.02.1975, Qupperneq 3
• TÍÐINPABLAÐIÐ fríggjadagin 7. februar 1975 Síða 3 LESARIN SKRIVAR Bert lesarabrøv við navni undir koma i blaðið. Fyrsta mistakið Illa umhugsað í Tinganesi, varð fyribilsloysnin av um- støðum heimaveiðumanna. Dagin eftir sum Føroya landsstýri hevði lagt upp- skot fyri løgtingið um nøk- ur oyru í eykastudningi, tók prisásetingarnevndin fyri ráfisk hesi oyru av- aftur prísinum. Kvøldið fyri sum prísurin fall hesa _ ferð ljóðaði, at dollar og pundsvirðið vóru óvanliga lág, og tí fall fiskaprísurin. Bæði dagin eftir og annan dagin eftir prísfallið hækk- aði dollar og pundsvirðið óvanliga nógv, men prís- hækkan á ráfiski hoyrist onki um. Av hesum kunđi verið líkt til, at prísstudn- ingur, eftir núgaldandi skipan, ikki kemur fiski- monnum tilgóðar, men er beinleiðis inntøka hjá flak- avirkjum og fiskasølu. Tað er rætt sum Hilmar Kass segði undir viðgerðini, at uppskotið var eitt misfost- ur. Ikki bert hetta upp- skotið, men øll studnings- skipanin í núverandi líki er eitt misfostur, so leingi <1 sum hon ikki leggur botn i inntøku fiskimansins. í fleiri ár hevur Klaksvíkar útróðrarfelag søkt um at fáa hesi oyru prístalsvið- gjørd. Hetta hevði verið frægari, men heldur ongin loysn í kreppustøðu sum nú. Skal prísískoyti vera, eigur tað at latast í seinra enda til virkir og fiskasølu, ikki sum nú, til fyrsta lið í ketuni, og slættis ikki eftir hesi skipan. Tað harmar meg, at landsstýrið í sínum út- rokningum til hetta upp- skotið blakar árið 1974 burtur og ístaðin tekur ár- ið 1973 sum grundarlag. \ø Burtur úr hesum kemur so eitt heilt vilt úrslit við bert 7% í prísmuni á fiski. Át ov fá tøl fyriliggja fyri 1974, skuldi sagt okkum, at grundiga verður farið til verka, og fullfíggjað er uppskotið tá tað kemur, men tíverri ber hetta boð um tað mótsætta. Hvat sigur skattadeildin, um vit fiskimenn nýta sama mát- a? Vit blaka rokningina burtur fyri 1974, tí hetta hóskar so ómetaliga væl við okkara viðurskifti. Her fáa vit nærum uppá oyra aftur, tað vit hava mist av prísfalli, og húsarhald og livifótur okkara verður nærum tann sami sum í 1974. Eisini harmar meg øll henda hjálp í bløðunum. Hjálp, hjálpartiltøk, stud- ningshjálp o.a. enntá í les- * arabra:vi í Dimmu, undir- skrivað útróðrarmaður, stendur hjálp. Tá maður kemur aftur av veiðuferð og letur tey 8 fólkini, sum eftir samfelagsskipanini eiga part í veiðu hans, fáa burturav, til so lítið er eftir, at hann ikki fær seg mettan sjálvur, og tann, ið mest hevur fingið, blakar honum eitt sporl aftur av einum fiski í sinari teggju, so er hetta hjálp til veiðu- mannin, tað er klárt sum blekk. Tá tann parturin, sum veiðumaðurin letur til samfelagið, er vorðin so stórur, at hansara egni partur ikki røkkur til at halda lív í honum sjálvum, so er tað hjálp, um hesi viðurskifti verða broytt, tað er sjálvandi klárt sum blekk. Setið prísin so mikið upp, at veiðumenn kunnu liva av sini inntøku. Slepp- ið hesi hugsan, at veiðu- menn púrt onki skil hava á sínum egnu viðurskiftum, og at teir eru uppreistrar- menn, tá teir tosa um síni áhugamál. Setið so prís- studning á seinna enda, um tað tørvar. Hetta krevur sjálvandi alment eftirlit á vissum økjum, men tað má Gud hjálpi mær eisini treingja til. Hvat líkist enn í 1975 at hava miljónahandilsfyri- tøku at selja fisk og enntá við einkarrætti á fleiri økj- um. Vit hava sjálvandi brúk fyri dugnaligum og vælløntum fólki, eins og nú, til at selja fiskavørur, men tann peningur, sum fer uppum lønina til hesi fólk, og sum verður nýttur til annað endamál t.d. byggjan av langum rekkj- um av veiðuførum, eru pengar, sum fiskimenn fáa ov lítið í prísi. Hvat líkist at vit keypa 2 ára gamlan makrel til agn fyri 3.25 kr. f. kg., meðan nótabátar- nir, teir føroysku, landa feskan makrel á Fuglafirði fyri 0,56 kr. f.kg., bert fyri ikki at skerja einkarrætt- in. Hyat Jíkist, at Trygg- ingarsambandið setur i lánigrunn 15 milj. kr. til kommunur, og samstundis setur gjaldið upp við 15% hjá skipum? Hvat líkist, at yvirhøvur onki eftirlit er við prisi á tí, sum skal umborð á eitt skip, meðan eftirlitið er so framúrskar- andi við ti, sum kemur uppá land úr sama skipi? Nú kann hetta tykjast sum tann revsandi røddin ella tann stóri kværulant- urin. men hugsanin var bert at prika í onkran av svullunum, sum tíverri eru nógvir, gulir og væl bún- aðir í okkara samfelag. Heldur ikki eri eg tilhang- ari av at slípa, brýna og pakka inn sannleikan, so hann kemur sum vattkúla, men tosað verður frá livr- ini, sum vanligt er millum fiskimenn, og sannleikin verður ikki ringari av ti. Vit fiskimenn hava mangan ringan fiskidag, og eg fari at meta hetta studningsuppskotið sum ein ógvuliga vánaligan fiskidag, men vit liva í vónini um tann stóra fong- in, og hetta verður vónin um heildarloysnina fyri feskfiskaveiðuflotan um tveir mánar. Støðan má bert ikki undirmetast. 45% prísfall á fiski gevur eisini 45% minni inntøku til fiskimenn. Hetta sæst skilliga nú, tá tey oyru, landsstýrið skjýtur upp sum eykastudning, verða tikin av prísinum, áðrenn uppskotið er samtykt á løgtingi, og prísurin fer niður, tá pengavirðið er niðurgangandi i keypara- londum, men ikki hækkar aftur, tá peningavirðið er uppgangandi. Eru tølini røtt, sum prísásetingar- nevndin fyri ráfisk fær at arbeiða eftir, so koma tær miljónir krónur, sum hesi 45% geva minni til fiski- menn, eisini framaftur sum minkandi tjóðarinn- tøka fyri 1975, tí vit kunnu ikki rokna við, at búskap- urin í keyparalondunum verður rættaður so skjótt upp, at tey fáa yvirskot av peningi, og vit harav topp- prísir aftur í bræði. Vit hava heldur ikki loyvi at rokna við størri fiskanøgd í 1975 enn í 1974, heldur tvørturímóti, so vit verða noyddir at gera sparitiltøk og spenna reimina inn, tað má vera hvørji menniskju greitt, sama hvat hon hev- ur fingið í vøggugávu. Tann spariháttur, sum higartil er nýttur síðan prísfallið byrjaði, at á- leggja teim umleið 2.000 monnunum, sum landa feskfisk, at bera alt tað, sum tjóðarinntøkan verður minni í 1975, kann ikki nýtast. Fiskimenn kunnu ikki bera hetta, samstund- is sum livikostnaður og aðrar lønir alsamt ganga upp. Her má øll Føroya tjóð vera við. Her eru versn- andi livikor, sum vit nær- um onga skyld hava í sjálvir, kroyst inn á okk- um uttaneftir, so reimin má spennast inn hjá øllum, og fiskimenn mugu taka sín part. Her er nakað at tríva í hjá okkara nývaldu løgtings- og landsstýris- monnum. Her eigur ikki at drálast og tingast og stjórnarskiftast, eins og gjørt verður í Danmark. Her eru tiltøk, sum mugu gerast, og sama er at leypa í eldin sum at krúpa. Gott hevði verið, um vit, eins og vit lesa um, at gjørt verður í øðrum londum, høvdu sæð fyridømi í, at spenna reimina inn, frá teim hægstløntu her á landi, ella hvør sigur, at hundr- aðtúsund kr. skulu vera í lønarmuni millum tann, sum hevur verið á Harvard ella aðrastaðni og lisið seg burtur úr kroppslitinum og so tann, sum leggur kropp til tað grova arbeiðið, sum má og skal gerast fyri at samfelagið kann mala? Hevði ikki hetta lætt um samfelagsbyrðuna hjá teimum lágtløntu? Einki er, sum elvir so til illvilja og illstøðu sum nið- urgangstíðir, tí er ógvuliga umráðandi at rætt verður atborið, og úrslitini verða til bata har tað krevst bati. Tann tiltikna fasta hondin er so til staðar, í tí sterku samgongu, vit nú hava, so møguleikarnir eru góðir, bert viljin er. Almenning- urin skal upplýsast um sølumál av fiskavørum. Nakað so stendur í sam- gongusáttmálanum. Und- irritaði bíðar ógvuliga spentur eftir hesum upp- lýsningum. Tað er ikki sagt, at hetta munar so lítið í teimum sparitil- tøkum, sum liggja fyri. Við vón um góða heild- arloysn. Isak Matras Handilslærlingur Søkt verður eftir lærlingi til handil okkara. Svend Krosstein tlf. 14600 c) y<5 h~ ð zi- £> \ £ Klokkaragøta 19 3800 Tórshavn TLF.14849 95 ár Sunnudagin 9. februar fyllir Andreas Poulsen á Strondum 95 ár. An- dreas fór til skips á ungum árum og var burtur líka til 1932, tá hann tók við festinum eftir faðir sín. Árini frá 1898 til 1916 var hann til lands í íslandi við stórakompagní. Av teimum, sum vóru við í stórakompagní liva eft- ir í dag umframt An- dreas: Símun Johanne- sen, Strendur, og brøð- urnir Drias og Líggjas Huusgárd í Gøtu. Tað mesta, teir fingu burt- urúr eini slíkari ferð var 300 krónur, teir fingu t.d. okkurt árið 11 oyru fyri kg av stórum og 9 oyru fyri kg av smáum klippfiski. í 1932 legðist Andre- as heima, tá hann tók við festinum eftir faðir sín. Hann sat við fest- inum til 1952, tá hann læt tað til elsta sonin, Edvard. Men eftir at hann var givin at vera burtur, fekst hann nógv við útróður. Hann e: framvegis raskur og klárur og er fyrsti mað- ur á støð, tá ein bátur hevur verið á floti. Kona hansara, Jó- hanna, var eisini ættað av Strondum. Hon doyði fyri 20 árum síð- ani. Børnini eru: Ed- vard, Poul Jóhannes (Ginni), Jógvan, Ras- mus (Jassi), Einar, Gitta, Sanna og Han- sina. Tey búgva øll á Strondum. Ein dóttur, Tinna, er deyð. 75 ár Mánadagin 10. februar fyllir Elsuba Justinus- sen í Lorvík 75 ár. Elsuba er ættað av Fløtunum í Lamba og var gift við Tummas Justinussen. Hann doyði í 1968. Tummas var sjómaður og róði eisini út tey seinastu árini. Børnini eru: Ei- rikur, Lisabeth og El- nar í Lorvík, Jóan Jakku og Marita í Es- NÝTT UM NØVN bjerg, Jógvan í Keyp- mannahavn, Birtha í Runavík, Justinus í Gøtu og Osmundur í Havn. Andlát Mánadagin 3. februar andaðist Holger Bs - entsen, fyrrv. skúla- stjóri í Havn, 69 ára gamal. Holger Bærent- sen tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla i 1926 og var eisini á læraraháskúlanum tvey ár seinni. Síðani var hann lærari á ymiskum plássum til hann i 1933 var settur sum lærari við kommunuskúlan i Havn, har hann var, til hann í 1972 fór frá vegna aldur. Holger Bærentsen var eisini lærari við handilsskúl- an í Havn frá 1937, og í 1951 var hann settur sum fyristøðumaður við skúlan. Holger Bærent- sen tók við starvinum sum skúlastjóri við Tórshavnar kommunu- skúla í 1961. Mánadagin doyði Karl Kjærbæh úr Sumba av óhappi umborð á norsk- a trolaranum Ole Sæt- ermyr, meðan hann lá víð bryggju í Álesund. Karl Kjærbæk var 42 ára gamal. Mikudagin doyði eis- ini Bjarni Øster úr Por- keri av sama óhappi. Hann var 24 ára gamal. Teir høvdu saman við øðrum monnum verið niðri í eini reiðskaps- goysmlu, og menninir fullu í óvit, av tí at ov litið súrevni var í rúm- inum. Mánadagin doyði Erik Johansen av Tvøroyri, vanliga nevndur Erik á Eiði, 80 ára gamal. Týsdagin 4.2. doyði Elly Jensen f. Egholnf? ættað úr Hvalvík. Hon andaðist á sjúkrahúsi í Glostrup. Mikudagin andaðist Hans Pauli Thomasen, vanliga nevndur Hans Pauli hjá jarðamóðrini av Tvøroyri, 79 ára gamal.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.