Ólavsökan - 01.07.1943, Side 5
Ólavsökan.
„Ljósið rann, sum lívgar gleði,
Ijós, ið vann í myrkri megi,
Ijós, sum vert er lov og prís.“
Soleiðis sungu tey í Ólavsmessuni í miðjari
■old, og tey ívaðust ikki í, at komið var ljós
um landið, tá Guds orð fór at sigra á Ólavs
dögum. Tað er ivaleyst, at ljós kom út yvir
norrön lond og Föroya land, tá ið Guds tala
hoyrdist. Vit eiga at takka fyri, at hetta ljós
aldri síðani varð slökt. Kirkjulívið og kristin-
lívið í Föroyum hevur á mangan hátt verið
fátækt. Lítið vita vit av andligum stormonn-
um, sum hava vakt ríkt andligt lív. Ivaleyst
alt fingu vit fyrst úr Noreg og síðan úr Dan-
mörk, og vit takka fyri. Men kristinlívið í
Föroyum hevur kortini verið ríkt. Tá ið eg
hugsi um kirkjulív í Föroyum, er tað eitt bíl-
æti sum altið stendur mær fyrir sjón. Tað er
kirkjan á Nesi. Teimum, sum hava sæð kirkj-
ur í öðrum londum, má hon sýnast sera fátök.
Uttan er veggurin bræddur, og innan er alt
av ólitaðum viði, og lítil er hon. Men tá ið fólk
fyllir hana, og songurin ljóðar so tónandi, sum
ikki mangastaðni í ríkari guðshúsum, verður
tað borið frá hjarta til hjarta, og Guðs Andi
kennist nær. Men vit hava enntó at takka fyri.
Hvar er tað soleiðis sum í Föroyum í eldri tíð
til skjals, at Gud er við fólki sínum. Fáir vóru
prestarnir og stór vóru prestagjöldini. Mangir
andligir streymar, sum aðrastaðnir lívgaði
kirkjuakurin, komu ikki út um oyggjarnar, men
kortini goymdist gudslívið, og kirkjufólkið fann
sjálvt andliga nöring og styrki í stríði móti
stormi og bylgjum, neyð og vanda og sorg.
Tann, sum hevur verið sessaður í einum göml-
um föroyskum húsi, tá ið lestur varð lisin og
sálmar sungnir, hevur kent seg so uppbygdan,
sum hevdi hann hoyrt ein viðgítnan talara
röða. Vit hava nóg mikið at takka fyri, og vit
eiga at biða um, at Gud ikki vil flytja ljósa-
stakan frá okkum, men hjálpa okkum at goyma
tað, vit fingu í arv. Ljósið vísti seg eisini frá
fyrst í tí at Harrans lyndi vann fram, har sum
teg tóku við trúnni á hann. Tað byrjaði longu
tá Ólavur konungur var á dögum. í hansara lóg-
um var eitt rættvísi, sum sýndi at ljósið var
komið, og eitt spaklyndi, sum sýndi, at tann,
sum trýr, hevur ikki bræði. Hansara lógir lærdu
fólkið at virða tað lív, sum er Guds gáva. —
Leingi vardi, fyrenn heiðið sinni var horvið,
men Ólavur gav Harrans kirkjuliði góð kór, so
tað kundi liva kristið lív. Lat söguna um Ólavur
kong hin heilaga, altið minna okkum um tann
sannleika, sum vit hava lyndi at gloyma, at
tann sum vit bjargast, má avnokta seg sjálvan
og fylgja Jesusi.
Gudmund Brunn.
á brautinni í framfara- og sjálfstæðisátt, og
fundum margir sárt til þess. En sú meðvitund
varð til þess að örva og hvetja til baráttu, sem
heitstrengt var, að skyldi leiða til sigurs. Þeir
Færeyingar, sem íslenzkir námsmenn kynntust
þá á erlendri grund (þeir hafa ýmsir seinna
skarað fram úr með sinni þjóð), tóku flestir
undir þetta með einlægri samkennd og föstum
ásetningi um að halda sömu leið, eftir því sem
ástæður gætu leyft.
Islendingar komust fyrr á áfangann, hinn
langþráða en erfiða og ábyrgðarmikla vettvang
frjálsrar þjóðar í frjálsu landi. Færeyingar eru
nú einnig komnir út úr þokunni, þeirra draum-
ur á nú að vera kominn að endalokum, og vissu-
lega munu þeir nú standa allir sameinaðir í
þeirri ósk og von, að hann megi rætast með
þeim giftusamlegasta hætti fyrir aldna og ó-
borna, hvernig sem málin að öðru leyti skip-
ast. Þeir vita eins og vér, að öllum eðlilegum
tengslum við frændþjóðir vorar á Norðurlönd-
um, hvort sem eru menningarleg eða viðskipta-
leg, höldum vér bezt og öruggast í fullu frelsi
og að eigin vilja. Sjálfir eiga Færeyingar á sín-
um tíma að segja til um það, hvar þeir kjósa að
halla sér að í stjórnmálaefnum.
Vér íslendingar tökum undir allar þeirra
beztu óskir. Vér vonum, að þeir komist heilir
úr þeim mikla vanda, er nú grúfir yfir allri
jörð, — og enn styrkari en áður til þess að lifa
og starfa, til heilla og blessunar fósturjörð-
inni.
Ég flyt Færeyjum og Færeyingum hjartan-
lega kveðju Islands og íslendinga og árna
þeim gæfu og gengis nú og um alla ókomna
tíð.
ÓLAVS0KAN
5