Ólavsökan


Ólavsökan - 01.07.1943, Blaðsíða 21

Ólavsökan - 01.07.1943, Blaðsíða 21
aftur og aftur so leingi sæla og ósæla, hiti og kuldi kynana millum standa við. Eitt annað konufólk, sum var meira heppið enn Olevina at nýta gávur, givnar eru kvinnuni at töla menn, bæði giftar og ógiftar, ungar og gamlar. Tað vorði ongar sannar kvinniligar dygdir, sum t. d. smæðni og annað vert er at lovprísa, ið vóru aðalmerkir hjá hesum nýggja persóninum. Men er tað altíð slíkt, ið farið verður eftir? Er tað ikki heldur skapilsi, sum vanskaplast av tíðini, klæðnadrakt, snákað andlit og hár, ið fáa menn bæði úr bygd og bý at taka skali fyri vali. „Ein smurð og klínd ólukka við skjurtunum uppi á hálvum lörunum, so tað er andstiggiligt at sígja“, helt Olevina fyri og mundi síggja figg- indan í hesari fremmindu. „Sovorðið skuldi ver- ið innistongt og ikki sloppið at gingið sum ódygdir uppi á jörðinni." Og Jens Jákub tók undir við Olevinu". „Vederstyggiligt“, segði hann og tongdi hetta nóg merkjandi orð út. „Eg fái andstykt av at síggja konufólk sovorðu klædd: kjólin um mjaðnirnar og hesar sokkarnar, sum eru eins og tað bara kjöt, hví ganga teg ikki skóleys. Eg mátti venda mær burtur, tá ið tað kom niður í bátin.“ „Húshaldirskan“ kendi seg styrktan og sýndi bæði í orði og verki at hon ætlaði að styðja húsbonda móti slíkum freistingum. Men henda verð er so lögin. Einki og eingin eru á líta á, og verk og ætlan tín kunnu sindrast sum fán fyri vindi tilviljans. Jens Jákub gekk seg fastan av sjálvs ávum og lat seg skammiliga dára. — Hann var stokkin inn á gólv, har freistingin hevði tilhald og har varð hann sitjandi mest sum allan dagin; fleiri ferðir hövdu boð verið eftir honum, at dögurðin stóð og kólnaði á gólv- inum, men eingin maður kom fram. Tí umframt ljós bein og pyntað hár hevði konufólkið óföran munn og visti at siga tíðindi, bæði úr eystri og úr vestri. Og ikki varð hetta seinasta ferðin, Jens Ják- ubsa dögurði ella náttverði stóðu kaldir, lampan niðurskrúvað, og Olevina farin upp á loft at leggj a seg. Hon kendi ættarskifti og fór at sýna síni vónbrot. Mól hart um hurðirnar og hugdi óvinaliga at Jens Jákubi, tá ið hon gav hon- um mat. Onkur segði, hon ætlaði at rýma og hevði tosað um skálkar, sum ikki hildi tað, teir lovaðu. Enn var kortini eingin sjónligur vitnis- burður um, at hann hevði svikið hana, sum hevði verið honum góð, tá ið hann hevði tað trupult og lá einsamallur. Men so kom hending, ið bar alt upp í ljósmála og sýndi, hvussu veikt mannfólkið er og hvussu lætt tað fer eftir virðisligum glitri. Brúðleyp skuldi vera og nógv fólkið var boðið, og stórur brúðarskarið skuldi verða havdur. Jens Jákub og Olevina vóru biðin til brúðfólk; Olevina fekk nýggja vón bæði tí at vertsskapstíðir skapar fröi í fólk, og tí at tað var sjálvandi, at hon og hann fóru at leiðast, og var tað ikki væntandi at veitslan fór að hita kenslur hansara at henni upp aftur og minna hann á hana. — Nú eisini, hann fór at síggja onnur leiðast og ganga seg saman í satt hjúna- band ? Ekki var tað heldur eigasört, ið hon hevði gjört við útsjón sína. — Enntó hennara „prin- cippur“ lóga langt frá tí að virka „kunstigt“ uppá nakkran mann. — Nýggjan kjóla mátti hon hava — stórpuntutoy, sum ikki fall at lim- unum, sum stóð út frá sum firnaðist tað at nærkast Olevinu. Og loynliga hevði hon biðið seymikonuna stytta sær kjólan eitt lítið sindur. — Men hvat hendir tá ikki, tá ið öll eru saman komin, brúðfólkini, növnini verða upprópt, og parað verður saman, og hon sjálv verður hongd afturat einum, sum var tiltikið á hvörjum brúð- leypi, longu hevði gingið fult, og eingin vildi leiðast við. Var tað ikki fyri skamm skyld hevði hon nokta ella rýmt heim til húsa aftur. Men hon noyddist at halda tað út og ganga og síggja hvussu Jens Jákub leiddist við hesum, sum var meira vanskeplað og keiput enn nakran tí áður. Hetta fór at verða henni ein herviligur stutt- ÖLAVS0KAN 21

x

Ólavsökan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ólavsökan
https://timarit.is/publication/1879

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.