Ólavsökan - 01.07.1943, Blaðsíða 18
higartil tær skiltust heilt í 1918. íslendingar
tóku sína egna frælsiskós, meðan Föroyingar —
ja, tað kenna vit.
Men nú hava sum sagt aftur hesar báðar
tjóðirnar hittst á máli. Hvat av smátjóðunum
verður aftana ófriðin vita vit lítið um, men vit
kunnu spyrja okkum sjálvi, um tað ikki var
eftirynskjandi, at vit royndu at nöra um sam-
bandið Föroyar — ísland. Hjá Föroyingum átti
hetta ikki at verið ivingamál. Tað gagn vit
kundu haft av slíkri samvinnu í nærsagt öllum
málum er so eyljóst, at vit nýtast ikki at orða
um tað her. Bert við at nevna sovorðin mál teir
nú hava tingast um: Vinnu og handilsmál, fáa
vit ein varhuga av hvat vit kunndu vunnið.
Grundarlagið hevur altíð verið fyri slíkri sam-
gongu — og verður tað eisini aftaná ófriðin.
Tað er víst. Men hvörjar aðrar treytir eru
fyri at hetta kann koma í lag? Vit sóu hvussu
tey mærkaðust aftur: Föroyingar vóru loystur
úr haftinu so mikið, at teir sjálvir kundu hitta
íslendar. Tað er eyðvitað óhugsandi, at Islend-
ingar og Föroyingar kunnu ganga saman uttan
teir standa javnbjóðis hvörjir öðrum — og ó-
heftir av öðrum. Tað er heldur ikki lætt at
síggja hvussu eitt amt og eitt sjálvstöðugt ríki
kunnu arbeiða saman. Tá bæði londini eru sjálv-
stöðug er möguleikin skaptur fyri samgongu.
Föroyingar hava tíverri start ovnógv í land-
synning. Um teir vendu sær eisini aðrir vegir,
fyrst og fremst til Islands, kundu teir vunnið
nógv aftur av sínum egna, teir hava mist og
eisini lært nógv nýtt, sum hóskar við teirra land.
„Föx’oymgafelagið6,
í Reykjavík.
/ stríðsárinum 19^3 varð tað stovna, felagið
fyri Föroyingar og teirra vinur. Tað hevur
leingi veri törvar á slíkum felag í hesum landi,
hvar Föroyingar virka og ferðast einamest. —
Hin 15 mai er stovningardagur felagsins, tá
fór fram i Odd-Fellow-húsinu virðilig samkoma,
ið boðaði um vónir fyri áræði felagsins. Á stovn-
andi fundi vóru um hálvthundrað fólk og í
nevnd vóru kosin: Herborg av Heygum Sigurðs-
son, formaður, Peter Wigelund, næstformaður,
Maria Ólafsson, kassameistari, Sofus Jacobs-
sen, skrivari, og Hanna Sigurgeirsson, vara-
skrivari. Hartil komu í varastjórn: Anna Ein-
arsson, Aslaug Lindal og Jens Kjeld.
1 juni mánað gjördi felagið skemtiferð til
Gullfoss, Geysir og Tingvallar. Ferðin var frá-
líka væleydnað og gav prógv fyri at limirnir
dugdu at seta dám á dagin, hetta var Jóans-
ökudag.
í dag — Ólavsökudag — fer fram fe-
lagsins tjóðhátið og vónandi ber hon tað góða
í sær, hon eigur at bera.
Ritstjórn „Olavsökans“ ynskir felagnum góða
eydnu og blíðan býr, sjálvtum vit væl vita, at
tað má siglast við smáum seglum við hvört.
Til lukku við Ólavsökuni!
RITSTJÓRNINI
18