Ólavsökan


Ólavsökan - 01.07.1943, Side 18

Ólavsökan - 01.07.1943, Side 18
higartil tær skiltust heilt í 1918. íslendingar tóku sína egna frælsiskós, meðan Föroyingar — ja, tað kenna vit. Men nú hava sum sagt aftur hesar báðar tjóðirnar hittst á máli. Hvat av smátjóðunum verður aftana ófriðin vita vit lítið um, men vit kunnu spyrja okkum sjálvi, um tað ikki var eftirynskjandi, at vit royndu at nöra um sam- bandið Föroyar — ísland. Hjá Föroyingum átti hetta ikki at verið ivingamál. Tað gagn vit kundu haft av slíkri samvinnu í nærsagt öllum málum er so eyljóst, at vit nýtast ikki at orða um tað her. Bert við at nevna sovorðin mál teir nú hava tingast um: Vinnu og handilsmál, fáa vit ein varhuga av hvat vit kunndu vunnið. Grundarlagið hevur altíð verið fyri slíkri sam- gongu — og verður tað eisini aftaná ófriðin. Tað er víst. Men hvörjar aðrar treytir eru fyri at hetta kann koma í lag? Vit sóu hvussu tey mærkaðust aftur: Föroyingar vóru loystur úr haftinu so mikið, at teir sjálvir kundu hitta íslendar. Tað er eyðvitað óhugsandi, at Islend- ingar og Föroyingar kunnu ganga saman uttan teir standa javnbjóðis hvörjir öðrum — og ó- heftir av öðrum. Tað er heldur ikki lætt at síggja hvussu eitt amt og eitt sjálvstöðugt ríki kunnu arbeiða saman. Tá bæði londini eru sjálv- stöðug er möguleikin skaptur fyri samgongu. Föroyingar hava tíverri start ovnógv í land- synning. Um teir vendu sær eisini aðrir vegir, fyrst og fremst til Islands, kundu teir vunnið nógv aftur av sínum egna, teir hava mist og eisini lært nógv nýtt, sum hóskar við teirra land. „Föx’oymgafelagið6, í Reykjavík. / stríðsárinum 19^3 varð tað stovna, felagið fyri Föroyingar og teirra vinur. Tað hevur leingi veri törvar á slíkum felag í hesum landi, hvar Föroyingar virka og ferðast einamest. — Hin 15 mai er stovningardagur felagsins, tá fór fram i Odd-Fellow-húsinu virðilig samkoma, ið boðaði um vónir fyri áræði felagsins. Á stovn- andi fundi vóru um hálvthundrað fólk og í nevnd vóru kosin: Herborg av Heygum Sigurðs- son, formaður, Peter Wigelund, næstformaður, Maria Ólafsson, kassameistari, Sofus Jacobs- sen, skrivari, og Hanna Sigurgeirsson, vara- skrivari. Hartil komu í varastjórn: Anna Ein- arsson, Aslaug Lindal og Jens Kjeld. 1 juni mánað gjördi felagið skemtiferð til Gullfoss, Geysir og Tingvallar. Ferðin var frá- líka væleydnað og gav prógv fyri at limirnir dugdu at seta dám á dagin, hetta var Jóans- ökudag. í dag — Ólavsökudag — fer fram fe- lagsins tjóðhátið og vónandi ber hon tað góða í sær, hon eigur at bera. Ritstjórn „Olavsökans“ ynskir felagnum góða eydnu og blíðan býr, sjálvtum vit væl vita, at tað má siglast við smáum seglum við hvört. Til lukku við Ólavsökuni! RITSTJÓRNINI 18

x

Ólavsökan

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ólavsökan
https://timarit.is/publication/1879

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.