Ólavsökan - 01.07.1943, Síða 20
svövnligt, skal eg siga tygum; mær hevur ongan-
tíð dámað at sova í so stórum rúmum, og so eri
eg so býtt, at eg unnist so illa, eg hav altíð
unnast so illa líka frá barni av, og tað er mær,
sum stovan er kaldlig. Kundi eg og litla
Maria ikki flytt upp í kamerið á loftinum. Har
stendur ein song, og tað er eitt so deiliga fitt
rúm, tá ið tað varð gjört eitt sindur í stand.
Stovan kundi eisini verið gjörd eitt sindur í
stand. Songin tikin burtur og eitt lítið borð og
onkur stólur komin inn. Tað var so stuttligt,
tykist mær, um eitt menniskja kom og okkurt
rúm stóð“. Soleiðis tosaði Olevina, og Jens
Jákub, sum ongantíð var mótsigandi segði
„sjálvandi", og fór upp á loft í kamarið og setti
tað í stand. Hann var ikki illtonktur maður á
ongan hátt. Hann royndi at gera kamarið so
íbúgvandi sum knöpp tíð og lítil ráð kunnu
loyva, og so fór „húshaldirskan“ við tí stóra
træðkuffertinum upp har í ovari lon at vera.
Menn fólk, ið hava lyndið til að leggja næsta
sín undir ymiskt, sum elva kann gitingar og at-
finningar, tosa upp á bakið á honum uttan hann
varðar þetti, fóru at siga, at Jens Jákub longu
hevdi gloymt konu sína, og at hetta nýggja
konufólkið alt fyri eitt hevði blindað hann. Tey
sögdu enntá meir og lotu soleiðis sín illgrunnsil
og sína illavorðnu hugsan koma bart út, at ein
lampa fór upp á loft, kökurin var myrkur men
bara í einum rúmið var Ijós. Ikki tað, eingin
kundi við vissu siga, hvat íð var millum Jens
Jákub og Olevinu, men hon sýntist at fara og
rokna sig sum ein fastan lut í heiminum. „Kúgv
okkari, gásin hjá okkum“, fór hon at málbera,
og so gav hon seg um eydnu og óeydnu Jens
Jákubisa, tók í heila tikið lut í hansara viður-
skiftum, eins og vóru lagnir teirra longu lagdar
saman.
Men so var tað, at ildskapurin kom í hetta
vælhóskandi samlag. Hetta, sum næstan altíð
kemur upp ímillum og leypur split og ófrið í
eina fasta ætlan, var tað vanliga, ið gongur
20
ÓLAVS0KAN