Ólavsökan


Ólavsökan - 01.07.1943, Blaðsíða 20

Ólavsökan - 01.07.1943, Blaðsíða 20
svövnligt, skal eg siga tygum; mær hevur ongan- tíð dámað at sova í so stórum rúmum, og so eri eg so býtt, at eg unnist so illa, eg hav altíð unnast so illa líka frá barni av, og tað er mær, sum stovan er kaldlig. Kundi eg og litla Maria ikki flytt upp í kamerið á loftinum. Har stendur ein song, og tað er eitt so deiliga fitt rúm, tá ið tað varð gjört eitt sindur í stand. Stovan kundi eisini verið gjörd eitt sindur í stand. Songin tikin burtur og eitt lítið borð og onkur stólur komin inn. Tað var so stuttligt, tykist mær, um eitt menniskja kom og okkurt rúm stóð“. Soleiðis tosaði Olevina, og Jens Jákub, sum ongantíð var mótsigandi segði „sjálvandi", og fór upp á loft í kamarið og setti tað í stand. Hann var ikki illtonktur maður á ongan hátt. Hann royndi at gera kamarið so íbúgvandi sum knöpp tíð og lítil ráð kunnu loyva, og so fór „húshaldirskan“ við tí stóra træðkuffertinum upp har í ovari lon at vera. Menn fólk, ið hava lyndið til að leggja næsta sín undir ymiskt, sum elva kann gitingar og at- finningar, tosa upp á bakið á honum uttan hann varðar þetti, fóru at siga, at Jens Jákub longu hevdi gloymt konu sína, og at hetta nýggja konufólkið alt fyri eitt hevði blindað hann. Tey sögdu enntá meir og lotu soleiðis sín illgrunnsil og sína illavorðnu hugsan koma bart út, at ein lampa fór upp á loft, kökurin var myrkur men bara í einum rúmið var Ijós. Ikki tað, eingin kundi við vissu siga, hvat íð var millum Jens Jákub og Olevinu, men hon sýntist at fara og rokna sig sum ein fastan lut í heiminum. „Kúgv okkari, gásin hjá okkum“, fór hon at málbera, og so gav hon seg um eydnu og óeydnu Jens Jákubisa, tók í heila tikið lut í hansara viður- skiftum, eins og vóru lagnir teirra longu lagdar saman. Men so var tað, at ildskapurin kom í hetta vælhóskandi samlag. Hetta, sum næstan altíð kemur upp ímillum og leypur split og ófrið í eina fasta ætlan, var tað vanliga, ið gongur 20 ÓLAVS0KAN

x

Ólavsökan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ólavsökan
https://timarit.is/publication/1879

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.