Ólavsökan


Ólavsökan - 01.07.1943, Blaðsíða 27

Ólavsökan - 01.07.1943, Blaðsíða 27
kaga inn í dansihúsið, han hin föroyski dansur- in verður stígin, at har ber hátíðin hátt á lofti. Dansuringurin er stórur og ljómándi, kvöðingin skipar seg efter sum kvæðini hava innihald, snjallar röddir ljóða út í loftarrúmið. Hesin dansuriii ið er varðveittur frá gomlum tíðum, er ein dýrgrípur, ið Föroya tjóöin kann vera erpin av, hann er serstakur, skemtuligur, og framum alt sinnisvekjandi og mentunaruppalandi. Tað skal ýðni og kynstur til at skipa kvæðini og á Ólavsöku ber dansurin heilt av, tað sum at alt fólkið hevur gloymt hin gráa gerandisdagin og dansurin er sálarlig menning og ýðkan. Leita vit út á götunar um náttina kemur okkum mangt fyri, meðan tíðin gongur hendir eitt og annað, fólkahavið fer bylgjandi fram eftir götunum og eitt margháttligt fólkalyndi kemur til sjónar, „hurraróp" gjella í einum hornið, tað eru teir, ið vunni kappróðurin, sum halda sær á gleim og stuttligt tykist tað teim- um at ynskja hvörjum öðrum til lukku, og so fer flöskan ringin runt. „Skál hin gamli, vit vunnu“, ljóðar á mannavörrum og barnsliga fer skemtugleðin fram teirra millum....... kann henda at ein ella annar far hövi til at koma uppí part og so er bara at vera kátur. .. tað hevur eisini komi fyri at ongur royndi at sleppa s'ær við millum teir heppni sigurmenninar, og um hann ikki var förur fyri at halda seg í tí rætta veitsludáminum hjá teimum, so fekk hann bert tey ordini: „Tú hevur ikki vunni, men kortini skal tær unnast ein lögg ...“ Tað hevur oftani verðu sagt, að Föroyingur- in er av lyndi so serstakur — einstaklinslyndi leggist honum fyri, á Ólavsöku er tað, ið hvussu er, horvi 'burtur, og hvör einasti fremmanda gestur, ið tað hevur eydnast at veri við til Ólavsöku hevur ásanna, hvussu stuttlig og skemtusom tilgongdin fer fram, tá hátíðin stendur á. Tá fólk byrja at fara heim til hús er Ólavs- ökan við at vera lokin og dagin eftir stendir heimferð teirra fyri, ið ikki ætla sær at dvölja nakrar dagar á skemtustaðnum. Tá fara tey veittrandi merkini siglandi um fjörð og oyggja- landið andar aftur í hvönndagsvirki sínum. Hvör einasti Föroyingur hevur verdi við á Ólavsöku til eina og hvörja tíð — og er tað neyvan nakar, ið ikki hevur eitt og annað hug- naligt minni at minnast á. Fyri tey, sum eru burturstödd og ikki kunnu vera við í tí rætta Ólavsvökugleði, eru minnini holl at taðað til og sjálvandi koma tey fram, so gjöll og sjónsk, at Ólavsökan verður á hvörjum sinni, tann há- tíðin hon altíð hevur verði. Tað er eitt og annað, ið enn restar í fyri at Ólavsökan kann eiga tann rætta dámin, hon hevur uppiborði sum tjóðhátíðardagur, tað fer so tíðin at loysa og andin frá Ólavur kongi hin heilaga ber í tað borði. Við ynski um blíðar og ljósar tíðir fyri För- oya fólk, vóni eg at tykkum heima og okkum her í Reykj avík má eydnast at halda eina glæsu- liga Ólavsöku. ÓLAVS0KAN 27

x

Ólavsökan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ólavsökan
https://timarit.is/publication/1879

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.