Ólavsökan - 01.07.1943, Side 27
kaga inn í dansihúsið, han hin föroyski dansur-
in verður stígin, at har ber hátíðin hátt á lofti.
Dansuringurin er stórur og ljómándi, kvöðingin
skipar seg efter sum kvæðini hava innihald,
snjallar röddir ljóða út í loftarrúmið. Hesin
dansuriii ið er varðveittur frá gomlum tíðum, er
ein dýrgrípur, ið Föroya tjóöin kann vera erpin
av, hann er serstakur, skemtuligur, og framum
alt sinnisvekjandi og mentunaruppalandi. Tað
skal ýðni og kynstur til at skipa kvæðini og á
Ólavsöku ber dansurin heilt av, tað sum at alt
fólkið hevur gloymt hin gráa gerandisdagin og
dansurin er sálarlig menning og ýðkan.
Leita vit út á götunar um náttina kemur
okkum mangt fyri, meðan tíðin gongur hendir
eitt og annað, fólkahavið fer bylgjandi fram
eftir götunum og eitt margháttligt fólkalyndi
kemur til sjónar, „hurraróp" gjella í einum
hornið, tað eru teir, ið vunni kappróðurin, sum
halda sær á gleim og stuttligt tykist tað teim-
um at ynskja hvörjum öðrum til lukku, og so fer
flöskan ringin runt. „Skál hin gamli, vit
vunnu“, ljóðar á mannavörrum og barnsliga fer
skemtugleðin fram teirra millum....... kann
henda at ein ella annar far hövi til at koma
uppí part og so er bara at vera kátur. .. tað
hevur eisini komi fyri at ongur royndi at sleppa
s'ær við millum teir heppni sigurmenninar, og
um hann ikki var förur fyri at halda seg í tí
rætta veitsludáminum hjá teimum, so fekk
hann bert tey ordini: „Tú hevur ikki vunni,
men kortini skal tær unnast ein lögg ...“
Tað hevur oftani verðu sagt, að Föroyingur-
in er av lyndi so serstakur — einstaklinslyndi
leggist honum fyri, á Ólavsöku er tað, ið hvussu
er, horvi 'burtur, og hvör einasti fremmanda
gestur, ið tað hevur eydnast at veri við til
Ólavsöku hevur ásanna, hvussu stuttlig og
skemtusom tilgongdin fer fram, tá hátíðin
stendur á.
Tá fólk byrja at fara heim til hús er Ólavs-
ökan við at vera lokin og dagin eftir stendir
heimferð teirra fyri, ið ikki ætla sær at dvölja
nakrar dagar á skemtustaðnum. Tá fara tey
veittrandi merkini siglandi um fjörð og oyggja-
landið andar aftur í hvönndagsvirki sínum.
Hvör einasti Föroyingur hevur verdi við á
Ólavsöku til eina og hvörja tíð — og er tað
neyvan nakar, ið ikki hevur eitt og annað hug-
naligt minni at minnast á. Fyri tey, sum eru
burturstödd og ikki kunnu vera við í tí rætta
Ólavsvökugleði, eru minnini holl at taðað til
og sjálvandi koma tey fram, so gjöll og sjónsk,
at Ólavsökan verður á hvörjum sinni, tann há-
tíðin hon altíð hevur verði.
Tað er eitt og annað, ið enn restar í fyri at
Ólavsökan kann eiga tann rætta dámin, hon
hevur uppiborði sum tjóðhátíðardagur, tað fer
so tíðin at loysa og andin frá Ólavur kongi hin
heilaga ber í tað borði.
Við ynski um blíðar og ljósar tíðir fyri För-
oya fólk, vóni eg at tykkum heima og okkum
her í Reykj avík má eydnast at halda eina glæsu-
liga Ólavsöku.
ÓLAVS0KAN
27