Ólavsökan - 01.07.1943, Síða 19
Martin Joensen:
Ilúshaldir skan.
ASrum heimsbardagurin byrjaði varð henda
sögan ritað og lcomin ritstjórin í hendi. —
Sögan er áhugaverd, ikki minnst í hesum
dögum, nú „ástandið“ stendur á.
„Húshaldirskan“ hjá Jens Jákubi var komin
til bygdar. — Hann hevði verið einkjumaður í
eitt heilt ár, og tá ið sakn og pína kólnuðu so
nógv, at hann fór at kenna, hvussu trúpúlt tað
var hjá einum mannfólki at ansa trimum smá-
börnum, hevði hann leita ráð saman við ein góð-
an vin, og úrslitið burtur úr hesari ráðleitan var
fyrst eitt stórt træðkuffert, sum ein illveðurs-
dag varð slongt upp á land og dagin eftur, tá
ið veður og vindur makaðu, „eigarmaðurin“,
„húshaldirkan“, sum niðurstutt og kuput í ein-
ari hálvsíðari, svartari yvirtroyggju tráddi um
gátt hjá Jens Jákubi. Börnini hevði hann
skrubbað, so andlitini skinu og lýstu, nú sátu
teg öll hvört undir liðini á öðrum á beinkinum
við dyrnar og glöddu at hesum fremminda, ið
stóð á gólvinum.
Jens Jákub sjálvur var eisini hálvavegna
ílatin, hetta átti næstan at kallast ein mishelgi-
dagur í húsi hansara og fyri at hava okkurt at
pjakast við, tí hvat skuldi hann vita at tosa við
eitt konufólk, hann ongantíð hevði sæð, lá hann
samankrókaður og skörði í eldinum og mutlaði
um, að torvið skuldi verið toliligt, men tað
mundi vera kaminan, ið ekki trekti. — Konu-
fólkið var tá kvikt, tveitti troyggjuna av sær, —
eitt reyðblómut líy var innanfyri — tók klovan
frá Jens Jákubi og beyð sær til að fáa lív í
brandarnar. Jens Jákub veik frá eldinum, og
ikki var long lötan, inntil snurrið úr ketlinum
boðaði frá, at glörnar hövda tikið við lívi. „Ikki
er so fyri mannfólk at fást við eld og kóka“,
helt hon fyri, tað munu hava verið ríngir dag-
ar hjá tygum at liggja soleiðis einsamallur, og
tað við smábörnum eisini. — Og so visti Jens
Jákub ikki av, fyrenn hann sat við heitum kaffi-
koppi framan fyrir sær og skeitti at „hús-
haldirskuni“, sum eisini hevði skonkt sær uppí
og prátaði og segði frá ferðinni, meðan hon
drakk. Ikki kundi noktast, at Jens Jákub lívði
upp, og börnini mólu fró rundan um hetta
nýggja fólkið, teg hövdu fingið í húsið. Tað var
eins og byrður vóru tiknar av Jens Jákubi, og
sum longsil og sakn fluttu langt burtur í eina
káma toku að standa. Og var tað nakað at siga
til, var tað ikki menniskansligt? Hann fekk sín
mát, klæðini vóru vaskað og stoppað, og tá ið
maðurin var mettur, og annað materielt sakn
hevði fingið krava sín, var tað ikki sört, að aðr-
ar kenslur, sum nökur kalla andaligar og onnur
„materiellar“ fóru at órógva, meðan hann í
vælveru lá og „slángaði" sær á beinkinum og
roykti og hugdi at konufólkinu, sum mól um
gólvið og stákaðist við eld og vask.
Hon fekk óiva líka bæði í einum og öðrum
og kundi ekki metast við konuna — Jens Jákub
suffaði — men tað var nú kynið, og eingin var
í námind at meta saman við. Tankarnir vóru so
áltráir. Og hann hugsaði eisini um tað, sum
ikki var rós vert. Til dömis hin dagin, koppur-
in var ikki so væl vaskaður, og tá ið hann hevði
vátt tær at siga tað, hevði hon vent sær við og
tikið fyrirklæðið — hornið á fyrirklæðnum at
turka koppin við — jú hann sá eisini, hvat hon
gjördi, men hvat, allir menn eru ikki so fyltir
av reinsemisanda og hefta seg ikki so nógv við
tílíkt, sum kann sýna eina snara hugsan hjá
honum ella henni, ið ger tað. Kenslan av kvinnu
í húsinum, og tann nýggju angin og dámurin,
sum eins og hevði sett prógv allastaðnis inni,
gjördi, at hann ikki altíð gav far um tær hus-
ligu dygðir Olevina, „Húshaldirskan“ hevði.
„Tygum halda mær til góðar“,segði hon eindag-
in, „men mær dámar ikki so væl at liggja í stov-
unni, rúmið sýnist so stórt og kaldligt, so ó-
ÓLAVS0KAN
19