Ólavsökan - 01.07.1943, Blaðsíða 22
leiki. — Brúðmaðurin skinklaði og murraði eitt-
hvört, spurgdi í heilum, um hon hevði verið „í
Hólminum", og helt undir armin á henni eins
og hevði hon verið ein fjallstavur. — Hví rýmdi
hon ikki, kann spyrjast? Ja, tað hevði verið
annað ráðið. Farið heim og lati brúðleyp verið
brúðleyp. Men menniskan hevur so ofta lyndið
at plága seg sjálvan. Olevina vildi síggja endan
á leikinum. Hon mól hart, Jens Jákub var hjá-
staddur og royndi at klína seg at honum og sýna
sín ognarrætt. —
Meðan kaffi var drukkið, var hon so heppin
at fáa sess undir liðini á honum. „Tað fer at
vera seint“, helt hon so blíðliga. „Seint“, svar-
aði hann, sum hevði hon nevnt „skansan", „er
tað börnini, tú tosar um. Plagdi tey at tosa um
seinleika í brúðleypið".
Og so sprakk hann, sum var hann stungin,
frá aftur borðinum, og fór uppí aftur at dansa
hjá brúðkonunni. Olevina stóð sum ein syndari
og hugdi at dansinum og hevði ikki huski at
fara uppí. Hetta fulla hon hevði haft at leiðast
við, var horvið, og Jens Jákub leikaði sum
unglingur á fyrsta sinni í dansiringinum. So
var hann horvin úr dansinum og konufólkið við.
Illgrun kom á Olevinu, og hennara pínsla öktist
-----. Nú vóru bæði útfarin til loynifund, og nú
hendi tað, ið hevði verið til fyribúningar so
leingi ----. Hon fekk ikki rógv, Olevina. Hon
mátti vita hvar tey vóru farin. Leitaði bæði
inni og aðrastaðni. Pörini gingu og stóðu
prátandi allastaðnir, og Olevina saknaðist. —
So viltist hon av óvart inn í ein kjallara, har
bakað hevði verið breyð og kökur til brúðleypið.
Har sótu tey á einum mjölvutum beinki og hildu
tvörtu um hvört annað, — hjarta í Olevinu stóð
stilt. Men so eins og leyp tað frá aftur, og allar
kenslur, vreiðar og vónsviknar kenslur fóru um
borð og breddar. „Tín orðloysingur, meinsvörj-
ingur,“ rópti hon so hart, at tey bæði á tí
mjölvuta beinkinum stukku frá hvörjum öðr-
um. „Tú minnist ikki lyftini tú lovaði, öll vinar-
orðini, ið fluddu frá tær. Tín finnarskálkur —.
Lokkaði meg eina óskylduða kvinnu við lyftum
og góðum orðum, og sveik meg so skammaliga
fyri eina slíka rakaða tasku. Men hav hana bara.
Nokk fert tú at drekka tað upp aftur alt tað
tú gjördi móti mær, skálkavatti — og tú skalt
ikki sleppa so“. — „Eg klagi, eg klagi“, rópti
hon enn harðari og hevjaði högra arm. „Övrig-
heitin skal uppí. Tú lovaði mær, einari óberyk-
tari kvinnu giftarmál, og tú skalt út við peng-
um, skalt tú, ja, út við nógvum pengum fyri at
hava narrað meg. Hon reyk knappliga á dyr,
og hesi bæði innanfyri sótu sum bóndin í sögn-
ini um „Kópakonuna“, tá ið tröllið kom og
lovaði alt ilt, — sum tikin av búri og vistu einki
at siga —. Men Olevina reyk avstað og beina
leiðina til húsa. Nú hevði hon fengið sjón fyri
sögn, nú var einki at dvölja eftir. Hon tók pjök-
urnar saman, fylti teir í træðkuffertið og næsta
morguns var hon uttandura, áðrenn Jens Jákub,
sum var illa eftir seg aftaná brúðleypsvasði,
var uppkomin.
22
ÓLAVS0KAN