Ólavsökan - 01.07.1943, Síða 25
Sámal Davidsen:
Úlar siikan
Ólavur kongur var av góðum bergið brotin.
Hann var vandur víkingur, hevdi ferðast eyst-
an og vestanhavs, og tók vid kristnitrú eftir
enskari kirkjuskipan, hann vardi henda trúnar-
hátt til sín deyðadag. Hann settu sær tey
hövuðsmál, at sameinað og kristnað Noreg. ■—-
Líkindi fyri hesum vóru alt annað enn góð, tí
Noregi var sundurmoða í smáum ríkum og
Dana kongur sýndist at hava nóg so stóran
ávirkan á skili; hartil kom at landið var
heidið, og myrkur tess fjaldi lív og veru, vón
og hugsan, heim og stað. Tað heppnaðist Ólav-
ur at fremja í stórt mát sínar hugsjónir, tó
ikki kom hann á mál; stödan ímóti honum
gjördist hörd og hann noyddist at flýggja
heimanífrá. Ikki gloymdi hann land sítt og ei
heldur mál og míð, kom tí vegna aftir til Noregs
og stóð í strídi móti uppreistarmonnunum, ið
feldu hann í blóðigum bardaga á Stiklastöðum
hin 29 júlí 1030. Sama tjóð, ið feldi hann, kong
sín, tá hann bardist fyri frælsi landsins, bar
angur í brjósti fyri gerdir sínar og tað varð
skjótt at Ólavur kongur gjörðist hin heilagi. —
Stríð og deyði Ólavur kongs er eitt dömi, ið
oftani kemur fyri í veraldarsöguni, at odda-
maður letur lív sitt fyri hugsjónir sínar. Upp
úr blódinum grör sigursins blóma. Loysingar-
ordini hansara vóru, „Fram kristmenn, kross-
menn, kongsmenn“, og undir tí fall hann.
„Merkið stendur enn maðurin fellur“ og tí sett-
ist í Noregs sögu minnisdagur hansara, hin 29.
júlí, sum halgunardagur. Við hátíð og kirkji-
ligu framförslu royndu tátíðin at gera bót fyri
gerðir sínar. Til Niðarósa komu tey mongu og
heiðradi minni kongsins. Hin kirkjuliga hátíð-
in í Niðarósa er nú bert eitt söguligt minni og
hevur tó haft sín ávirkan, íð kemur til skjals í
lív og veru. Ólavsökan fekk uppruna sín í
Noreg vegna deyða og halgunarvigslu Ólavur
kongs, og har var hon stöðuföst um eitt tíðar-
skeið, tó sum stundir gingu og löðir skifti, kom
hon fyri tí lagna, at eiga styrki sítt bert sum
grein í Noregssögu.
Tað er tó eitt gleðiligt undantak, hitt lítla
oyggjalandið í Atlandshavið stóra — Föroyar
— hevur gjögnum tídarhavsins skiftandi leikir,
verði fört fyri at vardveita henna minnidag, við
teimum eyðikennum, sum vóru grundvellir
hansara. Hin 29. juli kom til Föroyar á sinni
og hevur ongantið fánað burtur, tvörturímóti
hevur hesum dagur meira enn nakað annað
sameint Föroya fólk. — Ólavsödudagur hevur
manað fólkið í Færoyum saman, tað fólk, ið
býr so spjatt í oyggjum og avbygdum, at sund-
urlyndið er sterkt og merkir fólkið. Ólavsökan
í Havn er ein tjóðskapar- og kirkjulig hátíð
undir eitt, hon er ein samkomidagur fyri För-
oyingar á einum stað — Tórshavn — og um
ein vil hava rætta mynd av hesum degi, tá gerst
tað best við at vera tilstaðar og vera við í anda
og veru.
Vegna tess at „Föroyingafelagið“ í Reykja-
vík skipar til Ólavsvökustevnu á hesum stað og
hövi er til at myndirfesta fyri íslendingum
nakað av tí, sum fyriferst, tá Föroyatjóðin
sameinist í álvarsemi og gleði, skulu royndir
gerast fyri at flytja lesarnar yvir um hav
og taka teir við í Ólavsökugleimin, sum bert
finst í sínum röttum búnað í Föroyum.
Sum ein hvör hátíð hevur Ólavsökan sín inn-
gang og hann fellur rímiligvís dagarnir og
dagin fyri. Tá leitar fólkið í Föroyum, tey koma
frá teimum ytstu oyggjum, frá minstu bygd-
inum, allastaðni frá til Havnarbý. Tórshavn
er dagliga nevndir „í Havn“ og eigur frá farn-
ari tíð navnið hövuðstaður, at hann er tað um
Ólavsökuna, tað gongur sjón fyr sögn. Bý-
urin liggur kring um tvær vágir, millum teirra
skilur hitt söguliga Tinganesið, gamli ting-
staður frá hövdingatíðini. Vágirnar og hvör
bryggja er dýrandi full av skipum og bátum,
tey eita ymisk növn og ymsastaðni koma tey
ÓLAVS0KAN
25-