Ólavsökan - 01.07.1943, Síða 26
frá, felags fyri öll er flaggið, merkið, ið er
vundin á stong og veittrar fyri lotinum, sum
ein boðberi um samkomu. Ólavsökan er í nánd,
tað er dagin fyri og vit sveima runt í götun-
um. Götunövnuni eru sögulig flest öll og minna
um farna dagar, húsini kunnu eisini vera sögu-
myndir, tó tykist eins og nýggja byggingar-
háttur at hava tikið við nógvastaðni. Aðalgöt-
una hana vitja vit, hon byrjar niðri við bryggj-
una og heitir Áarvegur, framvið Havnará, síð-
ani, longu uppi nevnist hon Niels Finsensgöta,
her fer fram eitt hav av fólkið, kvinnur og
menn í föroyskum búnað, kvinnur og menn eins
og teir ganga í París, stutt sagt„ her er nakað
av tátiðins og nútiðins dámi, felags fyri tey er
málið, ið hoyrist á sínum mongum tilbúnum,
syngjandi og drenjandi, snjalt og lagmælt, sum
tað var havið sjálvt, íð talaði. Tey hittast og
tala, av og til hoyrist eitt kvæði, tað er ein ella
annar, ið er vorðin kátur.
Um kvöldið fer fram á Havnarvág kajrp-
róður, hann er so föroyskur, sum nakar ítróttur
kann gerast. Kvinnur og menn í hvítum búnum
Frá Ólavsöku.
manna hinau vökru föroysku bátarnar, tey koma
til stevnu og umboða heimbygdir teirra. Tað
er ein hugtakandi sjón at síggja tíggjumanna-
fariðróðin. So at siga alt er á fötur, tá ið kapp-
rógvurin fer fram, hetta minnir okkum á, at
Föroyingar frá tíðarmorgni av duga og dáma
væl at hava ár í hond. Úrslitini av hesum róg-
við leggur dám sín yvir kvöldið, menn eprnast
og gerast málreystur, tá bygd teirra var fyri
sigri; aðrir lata illa ti at, tá teimum gekkst
ímót.
Alla náttina so at siga er lív í Havnini, og tá
ið at morgni kemur stendur allur býurin í
veitslubúna. Veðrið er vælsaktanst gott og
merkini veittra frá hvörjari stong — föroyska
merkið, sum undir núverandi stríði fekk sömdir
signar dagin frá loftinum av. — Havnarkirkja
letur klokkur sínar ringja og fólk samlast í
Guds húsi. Lögtingsmenn, prestar og embætis-
menn oyggjana ganga í skrúðgongu inn í kór
kirkjusins og so byrjar Ólavsökan. Tað er sið-
ur at prestarnir í oynum skiftast Ólavsöku eft-
ir Ólavsöku at prædikað. Hin kirkjuligu dám-
urin frá Nidarósa heldur við og andin frá heil-
aga Ólavs er óbrotin, sálmar og megnarorð
minna um álvarsemi í tjóðarhátíð Föroyingana.
Eftir miðdegi fer fram hádegisfundur á völl-
inum uttan fyri oyggjana Lögting. Tónleikur
og tjóðsangur skiftast millum röðu Lögtings-
formannsins og at enda verður borin út á tús-
undmanna vörrum: ,,Tú alfagra land, mítt, mín
dýrasta . ..
Sum áður sagt frá, er Ólavsökan hátíðin ið
samlar tjóðina til eina heild, har hvör sprettur
ber tilfar til veitslu og gaman, til fundir og
stevni, har fólkahavið er sum veingjasuð, og
göturnar eins og eitt dandandi hav. Sum dag-
urin líður fer fram mangt og hvat, ið hoyrir
til gleim, og tað hevði ikki verði lætt fyri ein-
stakling at goymt seg burtur, um ein var stadd-
ur í Havnini og kortini ikki vildi veri við til
at stuttleika sær. Tú verður beinleiðis noyddir
til at fylgja við streyminum og er staddur mið-
skeiðis í öllum vásinum, áðrenn tú varar av.
Tiðin loypir avstað við tær, tú ferðast sum bos
fyri vindi til ítráttarstevnur, til andaligar
fundir, til húsvitjan og her kemur ein dámurin
av hátíðini — öll eru vælkomin og hvör hurðin
stendur opin.
Tað er hugnaligt at síggja fólk stuttleika sær,
tá ið tey duga, og tað má sannast,, tá ið vit
26
ÓLAVS0KAN