Fróðskaparrit - 01.01.1971, Síða 24
32
Sjúka í diskunum bróstgeislanna millum
ingum fóru til lækna innan 5 dagar eftir at pínan var byrjaS.
Glover heldur, at orsøkin til hesa pínu hevur samband viS
teir smáu reiðiligu liðirnar geislanna millum, antin av tí at
onkur lítil spong verður ovurtambað, ella av tí at eitt brot
av liðhylkinum er komið ímillum í onkrum av teimum smáu
liðunum. Bechgaard2 hevur í 1963 til umrøðu eina sjúkumynd,
sum í nógvum førum líkist teirri, ið her er umrødd. Hann
nevnir sjúkumyndina thoracalt segment-pínusyndrom, og eru
teir 75 umrøddu sjúklingarnir innlagdir millum annað við
sjúkuavgerðunum bringutak (angina pectoris), hjartasjúku, dys-
pepsi og gallsjúku. í 52 førum var viðgerðarúrslitið væleydnað
við handataksviðgerð (manipulatión). Bechgaard2 3 4 vísir á
ymsar møguligar orsakir til sjúkumyndina: halisteresis, ný-
vøkstur (neoplasma), frávøkstrir (metastasur), osteochondrosa,
disklop, arthrosis processus articularis et articulationis costo-
vertebralis, fibrosa í róthylkinum og »binding« í teimum smáu
liðunum geislanna millum. Sjálvur heldur Bechgaard, at van-
ligasta orsøkin til hesa sjúkumynd er ein »binding« í hesum
smáu liðum geislanna millum, til dømis orsakað av at eitt
synovialisbrot er komið ímillum í apofysuliðunum.
Meðan diskúrskeping í bróstøkinum ikki kann sigast at vera
eitt óvanligt fyribrigdi, eru menn á einum máli um, at disk-
lop — ið hvussu er disklop, ið hevur við sær trýst á mønuna
við harav fylgjandi sjúkueyðkennum — í bróstøkinum er
ógvuliga sjáldsamt. Tað tykist kortini so, at lættari er at fáa
hendur á greinum um hesa sjáldsomu sjúku enn greinum um
diskúrskeping, umrødd sum sjúka. Orsøkin til hetta er kanska
tann, at tey disklopini, ið trýsta á mønuna, eru nógv á'lvar-
samari enn vanliga diskúrskepingin, tað ið framtíðarútliti við-
víkir.
Disklopið, ið elvir til trýst á mønuna í bróstøkinum, er
sjáldsamt og finst eins ofta hjá mannfólki og hjá konu-
fólki131415112. Myelografi má til til at taka sjúkuavgerð-
ina1517. 011 áherðsla verður løgd á at nýta skurðviðgerð
skjótast gjørligt, tá tekin er til, at disklopið trýstir beinleiðis
á mønuna1312, fJrslitini eftir skurð, tá drálað verður við skurð-