Fróðskaparrit - 01.01.1971, Page 25
Sjúka í diskunum bróstgeislanna millum
33
1. talva. Aldurs- og kynsbyti (Distribution according to age and sex)
Aldur, ár (age)
10—19
20—29
30—39
40—49
50—59
60—69
70—79
Tilsamans (total)
mannfólk (male)
1
1
4
11
9
1
1
28
konufólk (female)
2
2
6
13
2
3
0
28
viðgerð aftan á at ein sjúklingur hevur tekin til trýst á
raønuna, eru sera vánalig. Hesir sjúklingar verða verandi
lamnir1213. Títtleikin av disklopi í bróstøkinum verður mettur
at liggja millum 0,2 og 4 °/o, samanborið við talið á diskúr-
lopum í allari ryggsúluni tilsamans20. Summi hava tvey ella
fleiri disklop í bróstøkinum samstundis119. Løstir á rygginum,
t. e. snuddir og tílíkt, verða ikki mettir at hava nakran ser-
ligan týdning í samband við uppkomuna av diskúrlopi í bróst-
økinum14 112.
Lateral disklop, ið elva til róttrýst uttan ella við fáurn.
teknum upp á mønutrýst, kunnu verða mistikin fyri sjúku í
øðrum yrkisgøgnum, til dømis hjarta, galli og lungnahinnu18 L
Egnar kanningar:
56 sjúkradagbøkur viðvíkjandi sjúklingum, sum í 5-ára
skeiðinum 1.7.64—30.6.69 vóru útskrivaðir við sjúkuavgerð-
ini morbus disci columnae thoracalis, eru kannaðar og við-
gjørdar. Aldurs- og kynsbýti sæst av 1. talvu. Av hesi talvu
kunnu vit lesa, at tað vóru eins nógvir tilburðir hjá báðum
kynum, og at vanligasti aldurin er 40—50 ár. 2. talva sýnir,
hvørjar sjúkuavgerðir 'sjúklingarnir vóru innlagdir við. Tað,
ið serliga kann verða lagt til merkis er, at 25 av sjúkling-
unum vóru innilagdir vegna hjartasjúku. Millum tær 16 sjúku-
avgerðirnar: aðrar hjartasjúkur, kunnu verða nevndar: mb.
cordis, cor pulmonale, tachycardia paroxysmatica, febris rheu-
matica o.p., scler. coron. o.p. og mb. cordis mitralis. Harum-
framt vóru eisini onkrir sjúklingar, ið vóru innlagdir til