Fróðskaparrit - 01.01.1971, Qupperneq 26
34
Sjúka í diskunum bróstgeislanna millum
2. talva. Sjúkuavgerðir við innleggjan (Diagnoses for
admission to hospital)
Sjúkuavgerð (diagnosis) tal (num'ber)
bringutak (angina pectoris) 6
occlusio aa. coronariae 3
hjartasjúkur, aðrar (other heart diseases) 16
mb. disci columnae thoracalis 13
ryiggsjúka (back ailment) 9
cholecystitis 1
ulcus ventriculi 1
enteritis 1
neurosis 2
paraplegia 1
aðrar (other) 3
Tilsamans (total) 56
kanning av sjúku í yrkisgøgnum í búkinum. Ein sjúklingur var
innlagdur vegna paraplegia. Gjøgnumgongd av størvum sjúk-
linganna sýndi, at starvsbýtiS var samsvarandi starvsbýti før-
oyinga í síni heild, tað vil siga, at fólk við tungum arbeiði, til
dømis fiski- og verkamenn, ikki vóru yvirumboðaðir.
Mest týðandi sjúkueyðkenni var pína. 3. talva sýnir, hvussu
og hvar pínan byrjaði. Vit ansa eftir, at vanliga hevði pínan
tikið seg upp meira líðandi. 1 18 førum var pínan byrjað í
bringuni, og hjá 30 byrjaði hon í rygginum. Fleiri av sjúkl-
ingunum høvdu tó ifcki við innleggjanina givið sær stórvegis
far um, at teir høvdu ilt í rygginum, men vóru harafturímóti
farnir til lækna av tí, at teir kendu sær stingir í bringuni. Til
samans høvdu 42 sjúklingar havt pínu í rygginum. Tíðum
lýstu hesir sjúklmgar hesa pínu sum ein djúpan sting millum
herðabløðini.
36 av sjúklingunum høvdu pínu í bringuni. Av hesum høvdu
13 pínu báðumegin, 19 vinstru megin, 2 høgru megin og ein
beint aftanfyri bringubeinið. 1 5 førum var ikki nærri frá-
greitt, hvar bringupínan sat. Átta sjúklingar høvdu pínu út í
báðar armar, 11 í vinstra og átta í høgra arm. Fýra høvdu
geislandi pínu sum gekk upp ímóti nakkanum, tveir út undir
hondina, seks móti búkinum, ein yvir undir høgru síðu, ein
niður ímóti rørunum og ein niður í beinini.