Fróðskaparrit - 01.01.1971, Page 34
42
Sjúka í diskunum bróstgeislanna millum
fólki. Harumframt høvdu fleiri av sjúklingunum umframt
diskúrskeping í bróstpartinum eisini hesa sjúku í háls- og/ella
lendapartinum í ryggsúluni. Hesar atstøóur benda heldur í-
móti ættarbregðiligum (konstitutionellum) veikleika sum orsøk
til sjúkuna.
Nevnt eigur at vera, at lutfalsligi títtleikin av nevndu
sjúkumynd í Føroyum helst hevur samband viS, at hon yvir-
høvur aðrastaðni verður miskend.
Differentialdiagnosan mótvegis hjartasjúku er áhugaverd.
Sum áður frásagt høvdu av umrøddu sjúklingum fleiri ilt í
bringuni vinstru megin enn høgrumegin. Orsøkin til hetta er
kanska, at pínan høgrumegin ikki ørkymlar eins nógv og
vinstrumegin (í nánd av hjartanum), og tískil ifcki ber við sær
innleggjan í so stórt mát. Ei heldur kann tann møguleikin úti-
hýsast, at pína høgmmegin í onkrum føri verður mistýdd og
til dømis nevnd gallsjúka.
Copeman7 nevnir sum áður frásagt, at bróstøkið er tann
parturin av ryggsúluni, har røntgenkannan oftast sýnir disk-
úrskeping. Samstundis leggur hann tó áherðslu á tvørrandi
samband millum úrslitið av røntgenkannan og sjúkutekin.
Aðrar staðir verður nevnt, at diskúrlop í bróstøkinum reiði-
liga ofta verða funnin við líkskurði16. Cyriax8 heldur, at sjúku-
myndin frá bróstøkinum, ið einaferð varð nevnd fibrositis,
elvist av disksjúkum eins og tær sjúkumyndir í hálsinum og
um lendarnar, ið somuleiðis fyrr vóru nevndar fibrositis, á
okkara døgum vanliga verða hildnar at hava sína orsøk í sjúku
í liðunum geislanna millum. Samstundis sigur hann tað vera
torført at prógva hetta, lutvíst tí at tann stak ringa pína, ið
disksjúka í háls- øg lendapartinum við hvørt hevur við sær,
er nógv sjáldsamari í bróstpartinum, og lutvíst tí at skurður,
ið nærri hevur greitt pathologi disksjúkunnar í háfe- og lenda-
partinum, í bróstpartinum er so torførur ella so sjáldan er
fyri neyðini.
Vengsarkar og Chaukar20 halda, at mediana slagið av
disklopi í bróstøkinum er vanligari enn tað laterala slagið.
Teir tykjast vera komnir til hetta úrslit, av tí at í einum