Fróðskaparrit - 01.01.1971, Síða 35
Sjúka í diskunum bróstgeislanna millum
43
heildarskurðtilfari um disklop í brósstpartimum oftast finnast
median úrlop. Ein slík niðurstøða kann út frá ymiskum sjón-
armiðum kallast eitt sindur løgin, av tí at tað bert verður
farið undir skurðviðgerð hjá slíkum sjúklingum, ið hava tekin
til mønutrýst, meðan sjúklingar ið bert hava eitt lítið lateralt
disklop uttan tekin til mønutrýst næstan ongantíð verða lagdir
undir skurð. Úr slíkum tilfari kunnu tí ikki gerast metingar
um títtleikan av medianum og lateralum disklopum yvirhøvur,
men bert um lutfallið í einari uppgerð yvir skurðviðgjørdar
sjúklingar.
Ikki tykist vera full semja urn, hvør orsøkin til hesa sjúku-
mynd, ið her verður nevnd morbus disci columnae thoracalis,
er. Eftir fyrrhevndu bókmentum at døma, munnu orsøkirnar
helst vera fleiri. Tað, ið Bechgaard nevnir »facetsyndrom«,
og sum vísir seg við pínu og kemur knappliga og hvørvir eins
knappliga eftir handataksviðgerð, kann væl hugsast at vera
orsakað av, at eitt synovialisbrot er komið ímillum í apofysu-
liðunum. Harafturímóti er tað ikki serliga trúligt, at tað skal
snúgva seg um »facetsyndrom« í teimum førum, har sjúku-
myndin er íkomin meira líðandi. 1 hesum førum kann tað
eins væl ella betri hugsast, at tað er ein bróskfláarúrskeping,
ið er orsøkin, av tí at ein slík úrskeping sambært Boydr’
kemur at kvinka javnvágina millum fremru og aftaru liða-
sløgini geislanna millum. Ein slík diskúrskeping kann hugsast
at elva til pínu á ymsan hátt:
1. Pínan kann stava frá sjálvum tí løstaða diskinum.
2. Pínan kann stava frá einum lítlum lateralum disklopi,
ið trýstir móti spo.ngum, nervum og nervarótum.
3. Hin kvinkaða javnvágin millum fremra og aftara lið-
raðið geislanna millum kann hava við sær, at tær srnáu
spengurnar verða soleiðis tambaðar, at hetta elvir til
pínu.
4. Hin tvørrandi javnvágin kann føra við sær skeivar rør-
ingar uttan um róthylkið um nervarøturnar, soleiðis at
fibrosa kemur í róthylkið.
5. Kvinkaða javnvágin førir við sær, at liðagongdin bæði