Fróðskaparrit - 01.01.1971, Blaðsíða 37
Sjúka í diskimum bróstgeislanna millum
45
má tó, at tað hóast alt er munur á tí tilfarinum, ið Bechgaard
hevur og á tí, ið stavar frá heiliráSdeild landssjúkrahúsins
(Bendt Jensen). Hjá Bechgaard tyikist taS fyri ein stóran part
at 'snúgva seg um eina sjúkumynd, iS er knappliga íkomin,
orsakaS av einum ávísum snuddi (fall, skeiv lyfting, meSan
kroppurin snýr sær og so framvegis). 1 tilfarinum frá lands-
sjúkrahúsinum snýr taS seg afturímóti oftast um tilburSir, iS
eru komnir so viS og viS, uttan at nakar snuddur finst í sjúkra-
søguni. At røntgenkannan reiSiliga ofta vísti tekin til disk-
úrskeping (osteofyttar, sclerosering og smalkan av diskum)
tykist eisini heldur at benda á, at taS í tilfari landssjúkra-
húsins í meira mun er disksjúka, iS er orsøkin. Tó er ikki at
dylja fyri, at í summum førum kann taS hava snúS seg um
liSbinding hjá sjúklingum í tilfari landssjúkrahúsins, serliga
hjá teimum viS stuttari sjúkrasøgu og knappligari sjúkubyrjan.
Hóast so statt tykist vera torført at koma til fulla semju
um orsøkina til hesa sjúkumynd, má áherSsla leggjast á, at
taS týdningarmesta er, at læknar alsamt eru varir viS hesa
sjúkumynd, sum er elvd av onkrum breki í rygginum, hesa
sjúkumynd, sum í mongum førum kann líkjast hjartasjúku,
gallsjúku og øSrum sjúkum, og sum sostatt kann verSa mis-
týdd viS slíkar.
BÓKMENTIR
1. Abbot, Kenneth H., and Retter, Richard H.: Neurology, vol. 6, No.
1, p. 1 (1955).
2. Bechgaard, Paul: Det torakale segmentsmertesyndrom og dets d-iffe-
rentialdiagnostiske betydning, Nordisk Medioin, vol. 69, p. 676 (1963).
3. Bechgaard, Paul: Segmentære brystsmerter — »facetsyndrom«, Má-
nedsskrift for praktisk lægegerning, p. 373. (1966).
4. Bechgaard, Paul: Morbus disci columnae thoracalis pa Færøeme, Uge-
skrift for læger, vol. 132, p. 1979 (1970).
5. Boyd, W.: A Textbook of Pathology, p. 1298, Philadelfia 1961.
6. Bøje, O.: Fysiurgi. Munksgaard, København 1962.
7. Copeman, W. S. C.: Textbook of the rheumatic diseases. E. & S.
Livingstone Ltd., Edinburgh and London 1964.
8. Cyriax, ].: Textbook of orthopaedic medicine. Cassel, London 1962.