Fróðskaparrit - 01.01.1971, Page 40
Fólkanøvn í Eysturoyar sýslu 1801
Eftir Jákup í Jákupsstovu.
Henda fimta grein um fólkanøvn í Førcr. um 1801 viðger
fólkanøvnini í Eysturoyar sýslu. Hinar fyrru greinirnar stóðu
í 14., 15., 16. og 17. bók av Fróðskaparriti og viðgjørdu fólka-
nøvnini ávikavist í Suðuroyar sýslu, Sandoyar sýslu, Vága
sýslu og í Streymoyar sýslu.
1 teimum fýra sýslunum búðu í 1801 tilsamans 3.406 fólk,
nevniliga
í Suðuroyar sýslu..................... 781 fólk
í Sandoyar sýslu...................... 466 —
í Vága sýslu ......................... 482 —
í Streymoyar sýslu...................... 1.677 —
3.406 fólk
í Eysturoyar sýslu búðu............... 1.214 —
og eru við hesum higartil kannað nøvn á 4.620 fólkum
av landsins íbúgvatali 1801 tilsamans 5.265 —
Tey írestandi 645 fólk
verða at finna í Norðoya sýslu, og fyrr enn eisini tey eru
kannað, verður ikki roynt at gera støðuna upp, »t. d. hvussu
nær tey norrønu nøvnini vóru við at hvørva, og hvørji tey
nøvn vóru, ið trokaðu hesi burtur, hvussu mong ið tey vóru
og hvussu útbreidd«, soleiðis sum setningurin varð settur longu
í fyrstu grein. (Fróðskaparrit 1965).
Møguligir lesarar mugu tí hava tol enn eitt ár, og hevur
onkur upplýsingar, ið kunnu vera av týdningi fyri greinar-
gerðina, sum løgd verður fram, tá ið øll nøvnini eru kannað,
er høvundurin takksamur fyri alla vegleiðing.