Fróðskaparrit - 01.01.1971, Page 60
68
Fólkanøvn í Eysturoyar sýslu 1801
Kvinnunøvn í Eysturoyar sýslu 1801
1 Ada er 37 ára bóndakona í Syðrugøtu.
1 Ada Susanna er 8 ára bóndadóttir í Gerðum í Sjóvar sókn.
1 Agnesse er 63 ára haldbóndakona á Skála.
Amalia finst bara í samanseting Charlotta Margrethe A.
1 Angelica er 17 ára prestadóttir á Nesi.
71 Anna er vanligasta kvinnunavn í Eysturoy 1801. Um-
framt tær 71, ið hava A. sum einasta fornavn, eru 51, ið
hava A. sum fremra navn av tveimum, ein hevur A. sum
fremsta navn av trimum, og ein hevur A. sum seinna
navn av tveimum fornøvnum.
2 Anna Elisabeth eru 14 ára abbadóttir uppsitarans á presta-
garðinum á Nesi og ein 2 ára genta á Selatrað. Sí eisini
A. Lisbeth.
14 Anna Katrina eru í øllum sóknum uttan Gøtu sókn og
Oyndarfjarðar sókn. Aldur: 1—65 ár.
1 Anna Katrina Susanna er 16 ára bóndadóttir á Oyri.
2 Anna Kirstine eru 21 ára ógift arbeiðskona í Søldarfirði
og 6 ára smágenta á Toftum.
7 Anna Lisbeth eru 33 ára bóndakona á Skála og 6 børn
ymsastaðni, øll yngri enn 12 ár. Sí eisini A. Elisabeth.
3 Anna Malena eru tvær á Eiði og ein á Selatrað. Allar
yngri enn 13 ár.
4 Anna Margrethe. Elstar eru 68 ára gomul genta í Oyndar-
firði og 46 ára matmóðir á Selatrað. 1 Søldarfirði er 19
ára arbeiðskona og á Toftum ársgomul smágenta.
5 Anna Maria eru allar yngri enn 14 ár.
1 Anna Marthe er 4 ára smágenta við Gøtugjógv.
13 Anna Sophia eru í øllum sóknum, men eingin eldri enn
34 ár.
4 Barb(r)a eru 47—58 ára konur í Oyndarfirði, á Nesi,
við Gjógv og á Strondum.
1 Barba Maria er 32 ára kona í Norðragøtu.
6 Bille. Elstar eru 72 ára einkja á Toftum og 66 ára kona
við Sjógv. Tvær 31—36 ára húsmøður eru ávikavist á