Fróðskaparrit - 01.01.1971, Page 61
Fólkanøvn í Eysturoyar sýslu 1801
69
Ei5i og í Syðrugøtu, og tvær 2—6 ára smágentur eru í
Syðrugøtu og í Elduvík.
2 Bille Katrine eru 30 ára matmóðir við Sjógv og 4 ára
genta á Nesi.
12 Birgithe eru í øllum sóknum uttan Fuglafjarðar sókn.
Aldur: 2—78 ár.
1 Birgithe Sophia er 7 ára genta í Fuglafirði.
1 Charlotta Margrethe Amalia er 24 ára próstakona á Nesi.
2 Christiane eru 16 ára arbeiðskona á Skála og 3 ára bónda-
dóttir á Glyvrum.
1 Christiana Sophia er ársgamalt barn á Selatrað.
5 Christine eru 23—60 ára kvinnur í Syðrugøtu, Oyndar-
firði (2), á Toftum og á Skála. Sí eisini Kirstine og C. og
K. í samansettum nøvnum.
1 Christine Maria er 24 ára systkinabarn próstakonu á Nesi.
5 Dorothea eru 14—71 ára kvinnur í Leirvík (3), í Eldu-
vík og í Oyndarfirði.
1 Dorthea Sophie er 10 ára bóndadóttir í Elduvík.
Elisabeth finst bara í samansetingum. Sí Lisbeth.
1 Elisabeth Katrine er 35 ára ógift arbeiðskona við Gjógv.
1 Elisabeth Maria er 18 ára bóndadóttir við Gjógv.
8 Ellen eru fýra 34—80 ára konur á Glyvrum, í Søldar-
firði, á Toftum og í Elduvík og fýra 8—18 ára ungdómar
í somu sóknum.
3 Ellen Katrine eru 22 ára kona á Toftum og tvær 3—6
ára bóndadøtur í Lamba og í Fuglafirði.
3 Ellen Maria, 6, 45 og 60 ár, eru allar á Toftum.
1 Ellen Sophie er 11 ára bóndadóttir í Elduví'k.
3 Else eru 83 ára sorinskrivaraeinkja og 14 ára sýslumans-
dóttir í Søldarfirði og 4 ára bóndadóttir í Lamba. Sí
eisini Elsebeth.
59 Elsebeth eru í øllum sóknum og í øllum aldri, og har
aftrat eru 12, ið hava E. sum fyrra ella seinna navn av
tveimum fornøvnum.
1 Elsebeth Helena er 9 ára bóndadóttir á Oyri.
1 Elsebeth Katrine er 2 ára fiskimansdóttir við Gjógv.