Fróðskaparrit - 01.01.1971, Page 62
70
Fólkanøvn í Eysturoyar sýslu 1801
3 Elsebeth Malene eru 10—13 ára óvitar á Glyvrum, á
Toftum og við Gjógv.
1 Elsebeth Margrethe er 21 ára genta í Norðragøtu.
3 Elsebeth Maria eru 43 ára ógift sorinskrivaradóttir í
Søldarfirði, 27 ára ógift húshaldskona við Gjógv og 2
ára húsmansdóttir á Skála.
2 Elsebeth Sophia eru 35 ára bóndakona í Sevlendi og 13
ára bóndadóttir á Eiði.
1 Femia er 40 ára matmóðir á Eiði.
Fridericha finst bara í samanseting Sophia F.
1 Gurendt Christine er 12 ára bóndadóttir á Eiði.
1 Fielena er 17 ára fosturdóttir Onnu Katrinu Wang á Sela-
trað. Sí eisini Elsebeth H.
1 Hendriche Christiane er 10 ára sýslumansdóttir í Søldar-
firði.
1 Ingeborg er 50 ára matmóðir í Gerðum.
2 Inger eru 27 ára ógift húsmansdóttir í Norðragøtu og
11 ára bóndadóttir við Gjógv. Eisini hava tvær I. sum
fremra navn av tveimum fornøvnum.
1 Inger Anna er 15 ára genta á Eiði.
1 Inger Katrine er 18 ára genta á Nesi.
5 Johanna eru tvær á Glyvrum, ein á Selatrað, ein á Eiði
og ein í Funningi. Henda seinasta er skrivað Johane
Poulsen. Aldur: 1—44 ár.
1 Johanna Maria er 13 ára bóndadóttir á Toftum.
7 Julianna eru tvær 63—65 ára einkjur í Leirvík og á Nesi,
ein 39 ára kona á Selatrað og fýra 2—10 ára børn í somu
sóknum.
1 Karen er 24 ára ógift arbeiðskona hjá sorinskrivaraeinkj-
uni í Søldarfirði.
1 Karen Margrethe er 7 ára bóndadóttir í Lamba.
42 Katrine eru í øllum sóknum og í øllum aldri. Har aftrat
eru 26, ið hava K. sum fyrra ella seinna navn av tveimum
fornøvnum, og onnur teirra, sum í Eysturoyar sýslu bera
trý fornøvn, hevur K. sum mittasta fornavn.
1 Katrine Elsebeth er 85 ára móðir bóndans á Oyri.