Fróðskaparrit - 01.01.1971, Side 66
74
Fólkanøvn í Eysturoyar sýslu 1801
1 Dione er 40 ára giftur ognarleysur á Eiði.
10 Elias eru allir á EystursíSuni (Gøtu, Leirvík, Fuglafirði,
Elduvík) uttan ein giftur maður á Eiði. Aldur: 3—82 ár.
2 Erich eru 37 ára bóndi í Leirvík og 28 ára húskallur á
Eiði.
2 Eyden eru 85 ára haldbóndi í Syðrugøtu og 7 ára bónda-
sonur í Norðragøtu.
1 Frederich er 20 ára drongur í Gerðum.
2 Gahriel eru 76 ára húsbóndi og 10 ára fostursonur, báðir
í sama húsi í Leirvík.
5 Gregers eru 76 ára maður og 9 ára fostursonur, báðir í
sama húsi á Eiði, ein 15 ára húskallur á Eiði, 42 ára maður
og 40 ára drongur, báðir í Syðrugøtu.
1 Guttorm er 46 ára húskallur við Sjógv.
1 Haldan er 6 ára bóndasonur á Lambagarði.
37 Hans eru í øllum sóknum og í øllum aldri.
1 Hans Peder er 19 ára sýslumanssonur í Søldarfirði.
1 Hans Poul er 3 ára sonur óðalsmans á Skála.
1 Harald er 53 ára sáttardómari, bátasmiður v.m. í Oyndar-
firði.
13 Hejne eru í øllum sóknum uttan í Sjóvar sókn og Nes
sókn. Aldur: 2—79 ár.
Hendrich finst bara í samanseting Johan H.
8 Høgne eru allir á Eystursíðuni: 2 í Elduvík, 3 í Oyndar-
firði og ein í hvørjari av bygdunum Fuglafirði, Leirvík
og við Gøtugjógv. Aldur: 3—70 ár.
11 Isak eru í øllum sóknum uttan í Sjóvar sókn og Nes sókn.
Aldur: 3—84 ár.
55 Jacoh eru í øllum sóknum og í øllum aldri. Sí eisini Ole J.,
Samuel J. og J. Peder.
1 Jacoh Peder er 31 ára húskallur í Oyndarfirði.
3 Jens, allir í Nes sókn, og allir yngri enn 26 ár.
2 Jeremias eru báðir í Fuglafirði, 34 og 51 ár. Sí eisini
Johannes J.
3 Johan á Eiði, við Sjógv og á Skála. Allir yngri enn 10 ár.
1 Johan Christian, 61 ára bókhaldari fyri Argja hospital,
býr á Nesi.